mánadagur 10. september 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 174 - 10. september 2007 ]
Kappingin um
heimsmeistaraheitið
í formil 1 gjørdist
hetta vikuskiftið
uppaftur tættari, tá
Fernando Alonso
vann frammanfyri
liðfelaganum,
Lewis Hamilton.
Nú eru einans trý
stig millum báðar
kappingarneytarnar
í suverenu silvurgráu
McLaren Mercedes
bilunum
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tvífaldi heimsmeistarin í
formil 1, Fernando Alonso,
vann í gjár italsku koyr
ingina á Monza framman
fyri McLarenMercedes lið
felaganum, Lewis Hamilton,
ið á degnum, als ikki av
bjóðaði suverena spaniólan.
Heimsmeistaraheitið
í
formil 1 er enn fullkomiliga
víðopið, við nú einans trim
um stigum millum Hamilton
á fyrsta plássi og Alonso á
øðrum, er tað púra vónleyst
at gita um, hvør teirra
stendur á ovastu rók, tá
kappingarárið endar um
hálvan annan mánað.
Ferrari ikki
við longur
Fyri tveimum vikum síðan
meldaði Ferrari seg veruliga
innaftur í kappingina um
heimsmeistaraheitið,
tá
Felipé Massa vann framman
fyri
liðfelaganum
Kimi
Räikkönen.
Men
hetta
vikuskiftið meldaði liðið
seg útaftur úr kappingini.
Felipé Massa noyddist eftir
eina lovandi byrjan gevast,
og hóast Räikkönen við
eini
djarvari
eittsteðg
pittstrategi, slapp framvið
Hamilton, so var Ferrari
bilurin ikki nóg skjótur á
degnum, og ungi bretin
koyrdi framvið aftur finn
anum, ið fekk triðja plássið.
Við bert fýra koyringum
eftir og Räikkönen og
Massa ávikavist 18 og 23
stigum aftanfyri Hamilton
á fyrsta plássi, er tað neyvan
nakar, ið trýr at Ferrari,
kann avbjóða um heims
meistaraheitið í ár. Ein
seinasti møguleiki eru tó, at
McLaren verður revsað og
missur stig í stóra njósnara
málinum, sum í hesum
døgum fyllur meira enn tað
ítróttarliga í formil 1.
Góð BMW úrslit
Nick Heidfeld og Robert
Kubica
hátíðarhildu,
at
BMW hevur longt teirra
sáttmálar við fjórða og
fimta plássi.
Mest óvæntaða úrslitið
mundi tó vera, at Jenson
Button fekk sín annars
vanliga so vónleyst vánaliga
Honda bil í stigini, og við
einum áttanda plássi, vísti
Button eitt sindur av teirri
góðsku, ið gjørdi hann til
stóru bretsku vónina fyri
bert fáum árum síðan.
Hetta vikuskiftið var tað
tó trygdin, ið gjørdi mest
vart við seg. Bæði Kimi
Räikkönen og David Coult
hard høvdu sera ógvislig
óhapp, Räikkönen í tíðar
koyringini leygardagin og
Coulthard
í
koyringini
sunnudagin, men hvørgin
fekk stórvegis mein. Hetta
vísti enn einaferð, hvussu
tryggir formil 1 bilarnir
eru.
Fernando Alonso vann frammanfyri liðfelaganum Lewis Hamilton, og er nú veruliga beint í hølunum á liðfelaganum í kappingini
um heimsmeistaraheitið
Mynd: Polfoto
Alonso nærkast Hamilton
HM fyri bilførarar
1
Lewis Hamilton
Ongland
McLarenMercedes
92 stig
2
Fernando Alonso
Spania
McLarenMercedes
89 stig
3
Kimi Räikkönen
Finland
Ferrari
74 stig
4
Felipe Massa
Brasilia
Ferrari
69 stig
5
Nick Heidfeld
Týskland
BMW
52 stig
6
Robert Kubica
Póland
BMW
33 stig
7
Heikki Kovalainen
Finland
Renault
21 stig
8
Giancarlo Fisichella
Italia
Renault
17 stig
9
Alexander Wurz
Eysturríki
WilliamsToyota
13 stig
10
Nico Rosberg
Týskland
WilliamsToyota
12 stig
11
Mark Webber
Avstralia
Red BullRenault
8 stig
12
David Coulthard
Skotland
Red BullRenault
8 stig
13
Jarno Trulli
Italian
Toyota
7 stig
14
Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
5 stig
15
Takuma Sato
Japan
Super AguriHonda
4 stig
16
Jenson Button
Ongland
Honda
2 stig
17
Sebastian Vettel
Týstkland
STRFerrari
1 stig
(kelda: f1.com)
HM fyri lið
1
McLarenMercedes
166 stig
2
Ferrari
143 stig
3
BMW
86 stig
4
Renault
38 stig
5
WilliamsToyota
25 stig
6
Red BullRenault
16 stig
7
Toyota
12 stig
8
Super AguriHonda
4 stig
9
Honda
2 stig
Italska formil 1 koyringin á Monza
Úrslit Koyari
Lið
Tíð
Stig
1
Fernando Alonso
McLarenMercedes
1:18:37.806
10
2
Lewis Hamilton
McLarenMercedes
+6.0 sek
8
3
Kimi Räikkönen
Ferrari
+27.3 sek
6
4
Nick Heidfeld
BMW
+56.5 sek
5
5
Robert Kubica
BMW
+60.5 sek
4
6
Nico Rosberg
WilliamsToyota
+65.8 sek
3
7
Heikki Kovalainen
Renault
+66.7 sek
2
8
Jenson Button
Honda
+72.1 sek
1
9
Mark Webber
Red BullRenault
+75.8 sek
10
Rubens Barrichello
Honda
+76.9 sek
11
Jarno Trulli
Toyota
+77.7 sek
12
Giancarlo Fisichella
Renault
+1 umfar
13
Alexander Wurz
WilliamsToyota
+1 umfar
14
Anthony Davidson
Super AguriHonda
+1 umfar
15
Ralf Schumacher
Toyota
+1 umfar
16
Takuma Sato
Super AguriHonda
+1 umfar
17
Vitantonio Liuzzi
STRFerrari
+1 umfar
18
Sebastian Vettel
STRFerrari
+1 umfar
19
Adrian Sutil
SpykerFerrari
+1 umfar
20
Sakon Yamamoto
SpykerFerrari
+1 umfar
Felipe Massa
Ferrari
Givin
David Coulthard
Red BullRenault
Óhapp
(kelda: f1.com)