Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 10. september 2007 29 Politikarar, búskaparfrøð­ ingar og ráðgevar hava seinastu 4 árini næstan dagliga víst á, at føroyski búskapurin er upphitaður ella ovurupphitaður. Tíðin er nú komin at spyrja, um føroyski búskapurin hevur onkrar “sjúkur” og heldur kann sigast at hava febur. Eg skal her royna at geva eitt boð uppá støðuna í búskapinum. Búskaparpolitisku málsetningarnar Allir politikkar, íroknað fíggjarmálaráðharrin, nevna ikki við einum orði teir búskaparpolitisku málsetingarnar, sum øll onnur lond arbeiða eftir. Hesir málsetningar fevna um: Búskaparvøkstur – stabilur vøkstur Arbeiðsloysi – lágt arbeiðsloysi (ónátturligt við ongum arbeiðsloysi) Inflatión – lág inflatión Gjaldsjavni – javnvág ella avlop Umhvørvi – burðardygg umsiting av nátturugivna tilfeinginum. Tað pínliga er, at vit vita ikki, hvar vit eru við atliti til td. búskaparvøkstur – vit hava ov gomul og fá national hagtøl og annars ov fá stýringaramboð. So ein kann siga, hvussu skulu vita, hvar vit skulu fara, tá vit ikki vita, hvar vit eru. Tað er ikki nóg mikið í fíggjarpolitikkinum at viðgerða ein undirsjóvar­ tunnil til Sandoynna og gloyma heildina í búskapi­ num – kunsturin hjá fíggjarmálaráðharranum er at ávirka búskapin umvegis fíggjarlógina á ein slíkan hátt, at skaptar verða hósk­ andi javnvágir millum málsetningarnar. Fíggjar­ lógin eigur at setast saman við inntøkum og útreiðsl­ um og raðfestingum soleiðis, at henda hevur eina tilætlaða ávirkan á búskaparpolitisku málsetningarnar. Hetta kann so aftur verða við til at skapa stóra virðisøking og nyttuvirði fyri samfelagið og vinnuna. Fíggjarmálaráðharrin hevur ábyrgdina av saml­ aða fíggjarpolitikkinum, herundir rikna fíggjar­ politikkinum hjá kommununum uppá leið 1 mia.kr. í rakstri og umleið 450 mió.kr. í íløgum árliga. Men tað sær ikki út til, at nakað munagott og aktivt verður gjørt fyri at samskipa henda týðandi partin av búskapinum, umvegis fíggjarpolitikkin hjá tí almenna. Landsstýrið og/ella fíggjarmálráðharrin hava ikki gjørt av, um føroyski búskapurin skal stýrast sum ein marknaðar­ búskapur, planbúskapur ella ein kombinatión av hesum báðum. Í dag er fíggjarlógin eitt klútateppi, har ongin sær, hvørji búskaparpolitisk mál eru sett komandi árini og eftir hvørjum meginreglum rakstur og íløgur verða játtaðar. Fíggjarlógin er meira eitt politiskt sjálv­ tøkuborð, sum verður dekkað við nógvum av teimum somu rættunum, aftur og aftur, árliga í nov./ des. Líka síðan nýggju játtanarskipanina í 1996, hevur onki landsstýrið ella landsstýrismaður í fíggjarmálum klára at gjørt eina langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur hjá landinum, sum m.a. tekur støði í búskaparpolitisku málsetningunum. Er búskapurin sjúkur Búskaparvøkstur og lágt arbeiðsloysi eru vanliga ikki eitt sjúkutekin. Hin­ vegin er viðkomandi at spyrja, hvørjir undir­ liggjandi faktorar skapa búskaparvøksturin í Føroyum og hví arbeiðsloysi er lágt. Vit kunnu viðgerða búskaparvøksturin fyrst – tann mest sunni vøksturin fyri ein búskap er grundaður á hægri produktivitet, hægri effektivitet, innovatión, góð kappingarevni, avtøka av forðingum fyri kapping o.a. Tað er ikki ein sunnur búskapur, sum veksur orsaka av “gandaloysnum” sum td. longdum aftur­ gjaldstíðum av privatum lánum, pausulánum, hægri privatari lántøku til forbrúk, stuðul á fíggjarlógini o.a. Seinastu árini er nakað, sum bendir á, at vøksturin í føroyska búskapinum ikki er sunnur og virðisøkingin er kunstig og blást upp – uttan vøkstur í realproduk­ tiónini ella stovnan av nýggjum útflutnings­ vinnum. Tí er heldur ongin vøkstur í útflutnings­ virðinum – eitt gott tekin um, at undirliggjandi faktorarnar í búskapinum eru í stagnatión og hava tað trupult. Ongir málsetningar eru hjá landsstýrinum um at skapa ein størri búskap við td. at innflyta útlendska arbeiðsmegi. Tað er ongin volumuvøkstur í føroyska búskapinum og tað kókar tí mest í tí sama lítla pottinum, sum vit vanliga kenna tað. Arbeiðsloysi er lágt og tað verður tulkað sum eitt gott tekin. Fara vit afturum tølini, so finnst tað ein onnur søga aftanfyri, nevnliga, at vit útflyta okkara arbeiðsloysi, serliga akademisku arbeiðs­ megina. Hesi fólkini, sum partur av arbeiðsmegini, eru júst tað tilfeingi/vitan, sum skal til fyri at gera Føroyar til vinnarar og millum heimsins fremstu lond. Tað eru fáir politikarar, sum geva hesum gætur og heldur ikki okkara politisku ráðgevar – at tað ikki er attraktivt hjá væl útbúnum ungum føroyingum at fáa sær arbeiði í føroyskari vinnu. Tí er lága arbeiðsloysi ikki nógv at reypa sær av, heldur er tað eitt krepputekin, og eigur politisk og vinnulig orka at verða brúkt til at broyta hesa støðuna. Sostatt er tað ikki serliga viðkomandi at halda áfram uppá 4. árið at tosa um ovurupphiting, heldur eigur politiska skipanin og vinnan at tosa um, hvørt búskapurin byggir á nøkur sunn og virðisskapandi prinsippir og undirliggjandi faktorar. Føroyski búskapurin er í minni mun heitur vegna ein sunnan og frískan rennitúr, men hevur heldur febur vegna ov lítla rørslu, skeiva búskapar­ politiska stýring og passivitet. Vit kunnu siga, at føroyski búskapurin “hongur saman av vana”. Satt at siga so varð eg ikki sørt bilsin, tá eg frá tíð­ indafólki Útvarpsins frætti, at Brúkaraumboðsmaðurin var horvin úr komandi Marknaðarføringslógini. Í staðin skuldi Kappingar­ myndugleikin verja brúk­ aran. Henda lógin, ið ein samdur arbeiðsbólkur greiddi úr hondum var nú vorðin púrasta tannleys. Mest merkisvert er tað kortini, at Brúkarasam­ takið, ið átti sítt umboð í arbeiðsbólkinum, einki hevði fingið at vita um hesa kollveltandi broyting­ ina. Vit hava einki hoyr­ ingssvar sæð, hóast hesi skulu vera so mong og væl grundgivin, at Vinnu­ málaráðið velur at broyta uppskotið í skundi, og uttan at kunna limirnar í arbeiðsbólkinum. Júst hvat tað var, ið hendi, er ilt at siga. Kortini liggur tað heilt fast, at arbeiðsbólkurin, ið gjørdi uppskotið til lógina, mælti staðiliga frá at leggja umsitingina av lógini undir Kappingarmyndugleikan. Eisini er tað ein sannroynd, at Kappingarráðið longu er ovbyrja, samstundis sum ein dagførd Kappingarlóg, ið vil krevja munandi meira orku, er á veg. Tað er heldur ikki ókent í grannalondunum, at økini ikki hoyra saman. Sjálvt í Íslandi hava tey ásannað, at tvídráttur alt ov oftani tekur seg upp millum økini bæði, og hava tey tí býtt tað sundur, og enntá sett ein Talsmann brúkaranna. Í Danmark, Norra og Svøríki hava verið skrivaðar langar og tjúkkar frágreiðingar, ið staðfesta tað sama. Millum annað vísa hesar frágreiðingar, at tað altíð er brúkarasíðan, ið tapur, um sama leiðsla skal viga síðurnar upp ímóti hvørjari aðrari. Tað er altíð brúkarin, ið tapur, tá peningaliga raðfestingin innanhýsis skal gerast við trongum fíggjarkarmum. Hvat vilja vit? Um vit í Føroyum ætla at lyfta brúkaraverjuna uppá sama støði sum í restini av Evropa, mugu vit rokna við, at hetta gert eitt størt og torskilt øki, ið krevur sín serkunnleika. Vit mugu tí ikki halda, at bara vit seta eina Marknaðarfør­ ingslóg í gildi er enda­ málið rokkið. Tær fáu lógir í Føroyum, ið hava við brúkaravernd at gera, eru avoldaðar. T.d. er keypilógin frá 1906. Eisini mangla vit fleiri brúkara­ verndarlógir, ið hava verið vanligar alla aðrastaðni í Evropa í fleiri áratíggju. T.d. lóg um fastognarkeyp, lóg um kærunevnd og lóg um innkrevjing, bara fyri at nevna nakrar. Á onkrum økjum hava Kappingar­ og Brúkara­ myndugleikar somu áhuga­ mál. Sum t.d. tá talan er um órímiligar avtalutreytir. Á øðrum økjum eru áhuga­ málini beinleiðis í stríð við hvørt annað. Sum t.d. tá talan er um prísgjøgnum­ skygni, og í hvønn mun atlitið til kapping skal galda. Høvuðsendamálið hjá einum Kappingarmyndug­ leika er at tryggja kapping á marknaðinum við tí fyri eyga, at sum mest fæst burtur úr samfelagstil­ feinginum. Tí er skjótt, at atlitið til brúkaran má víkja. Ein Brúkaramyndugleiki hevur sum høvuðsendamál at verja brúkaran. Sum amboð til tess hevur hann millum annað eina Markn­ aðarføringslóg, Keypi­ lógini, lóg um kærunevnd og aðrar. Í logaruppskotinum valdu vit tilvitað at nýta heitið Brúkaraumboðs­ maður. Hetta fyri at skapa persónligheit og tign um embætið, og geva fólki kenslu av, at tað er ein ávísur persónur við myndugleika, ið er teirra verji. Brúkaraumboðs­ maðurin verður sostætt eitt navngivið andlit, ið fólk læra at kenna, og at kenna seg tryggan við. Brúkara­ umboðsmaðurin skal tá hava allar brúkaravernd­ arlógir um hendi, og helst eisini verða lagdur undir rætta ráðharran, sum eftir mínum tykki ikki er Vinnumálaráðið. Verður umsitingin av hesi einu lógini, Markn­ aðarføringslógini, løgd undir Kappingarmyndug­ leikan, fáa fólk nemliga kensluna av, at her er bara eitt skrivstovuríki afturat. Eingin ávísur eigur upp­ gávuna at vera talsmaður teirra, og einki verður gjørt, uttan tað er átrok­ andi. Tað er heldur einki at ivast í, at fortalararnir fyri at káma ávirkanina av einari Marknaðarføringslóg á vinnuna hava síni politisku motivir til tess. Eg fari tí at mæla Vinnumálaráðnum til at venda aftur til uppruna uppskotið frá arbeiðs­ bólkinum, og lúka burtur allar broytingar, ið Vinnu­ málaráðið av sínum eintingum hevur gjørt eftir, at arbeiðsbólkurin var liðugur við sítt arbeiði. Áminning til Javnaðarflokkin Tað er eisini vert at minna Javnaðarflokkin í sam­ gongu á teirra uppskot frá 2001 um Marknaðarfør­ ingslóg, ið so sanniliga leggur dent á at hava eitt væl virkandi brúkara­ umboð. Táverandi sam­ gonga fekk harðar ákoyringar fyri ikki at vilja taka undir við uppskoti­ num. Tá var ætlanin, eins og nú, at leggja brúkara­ vernd undir kappingar­ myndugleikan. Kann Javnaðarflokkurin, ið hóast alt megnaði at fáa brúk­ arapolitik niðurfestan í samgonguskjalið, liva við einari so tannleysari marknaðarføringslóg? Brúkaraumboðið, ið hvarv Brúkarasamtakið Petur í GonG Hevur føroyski búskapurin fepur reidar nónfjall viðmerkingar