mikudagur 25. apríl 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 78 - 25. apríl 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Nr. 78 - 25. apríl 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Reglur um prísmerking
Við heimild í § 7, nr. 3 í Ll. Nr. 83, frá 6. juni 1997 um kapping, hevur Kappingarráðið samtykt fylgjandi reglur
um prísmerking.
Gildisøki
§ 1. Henda reglugerð fevnir um fyritøkur, sum selja vørur og tænastu beinleiðis til brúkaran.
Stk. 2.Vøra og tænasta skal prísmerkjast, hvar ið hon so er til sýnis, handilsgluggar og sýningarskáp íroknað.
Stk. 3. Tá ið søluprísur á einari vøru ella tænastu verður lýstur í einari lýsing, skulu reglurnar um prísmerking
haldast eftir umstøðunum í hvørjum føri.
Stk.4. Henda reglugerð er ikki galdandi fyri uppboðssølur.
Alment um prísmerkingar
§ 2. Vøra og tænasta skal prísmerkjast við søluprísi.
Stk.2. Prísmerking skal vera týðulig, so at skilligt er, til hvørja vøru prísmerkingin vísir.
Stk.3. Tað skal vera lætt at síggja prís á vøru og tænastu á sølustaðnum.Eru fleiri enn ein prísmerking á einari
vøru, skal tað vera sjónskt hvønn prís, ið brúkarin skal gjalda.
Stk.4.Tann uppgivni søluprísurin skal vera endaligur og meirvirðisgjald íroknað.Um aðrar útreiðslur leggjast
afturat søluprísinum, skal tað tilskilast serliga.
Stk. 5. Velur ein fyritøka at taka serstakt ómaksgjald, tá ið goldið verður við kredittkorti, skal tað greidliga
fráboðast við inngongdina til fyritøkuna.
Prísmerking á útsølum
§ 3. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, mugu bert lýsast ella fráboðast um so er, at
príslækkingin er verulig.
Stk.2. Ansast skal eftir, at prísmerkingin skilliga vísir tann upprunaliga prísin.
Prísmerking í sambandi við brúkaralán
§ 4. Í lýsingum ella tilboðum, sum liggja frammi á virkistaðnum hjá einum lánveitara, skulu renta,
lántøkuútreiðslur og árlig lutfalstøl í útreiðslunum tilskilast. Er lánveitarin eisini tann í vøruna ella tænastuna
selur, skal eisini kontantgjaldsprísur samstundis gevast upp.
Prísmerking á vørum
§ 5. Prísurin á hvørjum pakka ella sølueind skal gevast upp.
Stk. 2. Um ein vøra verður seld í leysari vekt skal søluprísurin gevast upp fyri kilo, litur ella aðra hóskandi
mátieind.
Stk. 3. Prísurin skal standa á vøruni sjálvari, á viðfestum lepa ella á innpakkingini. Um hetta ikki ber til, kann
prísmerkjast við hillumerkjum, skelti ella príslista treytað av, at full trygd altíð er fyri, at vøruprísurin er
brúkaranum sjónskur og skilligur.
Stk.4. Umframt søluprísin skal mátieindarprísur gevast upp sambært reglum, sum galda um tað.
Prísmerking á tænastur
§ 6. Greiður príslisti ella skelti við prísunum á allari teirri tænastu,sum viðkomandi tænastufyritøka veitir,skal
vera við avgreiðslukassan ella á sjónskum stað, har íð tænastan verður veitt.
Stk.2. Eisini skal tænastufyritøkan,í tann mun tað ber til,hava príslistar við inngongdina.Har skal prísurin fyri
vanligastu tænasturnar, sum í boði eru, tilskilast.
Undantøk
§ 7. Kappingarráðið kann geva undantak frá hesum reglum, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Revsing
§ 8.Fyri brot á hesa reglugerð,sum eru gjørd við vilja ella grovum ósketni,kann tað verða ásett sekt,sambært
§ 19. Stk. 2 í Ll. Nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping.
Gildiskoma
§ 9. Hesar reglur koma í gildi dagin eftir at tær eru lýstar.
Tórshavn 23. marts 2001
Kappingarráðið
Kristin Balle
Forkvinna
Terje Sigurðsson
Ráðsskrivari
Búskaparfrøðingur
til Skrivstovuna hjá
Kappingarráðnum
Skrivstovan hjá Kappingarráðnum søkir við hesum
eftir búskaparfrøðingi at byrja sum skjótast.
Uppgávan hjá Kappingarráðnum er at umsita løg-
tingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping. Lógin
hevur til endamál at fremja kapping og harvið
styrkja virkisførið í framleiðslu og handli av vørum
og tænastum v.m. við mest møguligum gjøgnum-
skygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum og við til-
tøkum ímóti avmarking av vinnufrælsinum og
øðrum skaðiligum árinum av kappingaravmarking-
um.
Uppgávur hjá búskparfrøðinginum
Arbeiðið hjá búskaparfrøðinginum fevnur í høv-
uðsheitum um:
•
at menna eftirlitsvirki stovnsins
•
at gera kanningar um kappingarviðurskifti og
nýtslu
•
almannakunngera kanningar
•
at viðgera kærumál
•
at skriva frágreiðingar og vegleiðingar
•
at tilevna reglugerðir og mannagongdir
•
at menna búskaparfrøðiliga førleika stovnsins á
kappingarøkinum
Harumframt kunnu verða líknandi uppgávur at
loysa fyri Fjarskiftiseftirlitið.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
•
búskaparfrøðiligt embætisprógv
•
royndir innan privata ella almenna fyrisiting
•
kunnleika til kappingarviðurskifti (fyrimunur,
men ikki ein treyt)
•
kunnleika til edv á brúkarastøði
Umsøkjarar skulu vera førir fyri at arbeiða sjálv-
støðugt, seta seg inn í lógarviðuskifti á kapp-
ingarøkinum og hava hegni til at samstarva og
arbeiða undir trýsti.
Skrivstovan hjá Kappingarráðnum
kann bjóða
Eitt sera fjølltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóð-
andi uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga
mennandi, umframt møguleika fyri samskifti við
norðurlendskar kappingarmyndugleikar og aðrar
myndugleikar í Føroyum.
Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar, umframt
ráðstevnur innan kapping.
Setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við
búskapar- og lógfrøðingafelagið. Setanin umfatar
Vinnumálastýrið og stovnar undir tí, umframt Løg-
mansskrivstovuna og onnur aðalstýrir.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum
ummælum, skulu sendast til:
Skrivstovan hjá Kappingarráðnum
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mána-
dagin tann 21. mai 2001 kl. 14.00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til
Terja Sigurðsson,ráðsskrivara tlf.320369 ella Jógvan
Thomsen, stjóra, tlf. 316020.
Kappingarráðið er sett sambært løgtingslóg nr. 83
frá 6. juni 1997. Kappingarráðið hevur felags stjóra
og skrivstovu saman við Fjarskiftiseftirlitinum.
Gildisøki
§ 1. Henda reglugerð fevnir um fyritøkur, sum selja vørur til brúkarar, og ásetur, at
vørur skulu merkjast við mátieindarprísum.
Stk.2.Vørur skulu vørumerkjast við mátieindarprísi,hvar ið tær so vera sýndar fram
— eitt nú í handilsgluggum, sýnisskápum ella á annan hátt.
Stk. 3. Tá ið søluprísur á vøru verður lýstur í skrivaðari ella prentaðari lýsing, skal
mátieindar-prísurin eisini tilskilast.
Undantøk
§. 2. Henda reglugerð er ikki galdandi fyri:
1. Matvørur, sum seldar verða í gistihúsum, mat- og kaffistovum, sjúkrahúsum
og kantinum.
- lidnar rættir ella tá ið fleiri enn eitt slag av mati eru seld í somu innpakking
- aðrar vørur enn matvørur, sum vanliga vera seldar í stykkjatali
- frukt og grønmeti, sum vanliga vera seldar í stykkjatali
- vørur, sum fylgja við í sambandi við tænastur
- uppboðssølu, sølu av listaverkum og forngripum
- vørur, sum viga minni enn 50 gr ella eru minni í rúmtaki enn 50 ml.
2. Niðanfyri upptaldu vørusløg:
- kryddarí
- lagkøkubotnar og lagkøkupynt
- køkudropar
- fruktlitur
- góðgæti og konfekt.
Orðafrágreiðingar
§ 3. Niðanfyri nevndu orð merkja í hesum reglum:
1. Mátieindarprísur
- Prísurin á eini vøru eftir litrum ella rúmmetri,um vøran er seld eftir rúmtaki,
- kilogramm ella tons, um vøran er seld eftir vekt,
- metrum, um vøran er seld eftir longd,
- fermetrar, um vøran er seld eftir flatamáti.
2. Matvørur
Viðvíkjandi skilmarking av hugtakinum verður víst Ll. nr. 46 frá 21.06.1985
um matvørur.
3. Tænasta
Her er meint við allan beina, arbeiði ella tænastu, sum veitt verður móti
samsýning, uttan lønt arbeiði í starvi fyri onnur.
4. Vørur, sum verða seldar í stykkjatali
Vørur, ið ikki kunnu takast sundur ella býtast uttan at broyta tær ella egin-
leikum teirra heilt.
Mátieindarprísir
§ 4. Mátieindarprísur skal gevast upp fyri hvønn litur av matvøru, sum seldur er
eftir rúmtaki og hvørt kilo av matvøru, sum selt verður eftir vekt.
Stk. 2. Mátieindarprísur á øðrum vørum enn matvøru skal gevast upp eftir
umstøðum í hvørjum føri sammett við kilo, tons, litur, rúmmetur, metur, ella fer-
metur.
Stk. 3. Mátieindarprísur skal gevast upp sammett við nettoinnihald t.e. varan við
ongari innpakking.
Stk. 4. Tá ið matvørur eru í løgi eitt nú vatni, laka ella soði, skal mátieindarprísur
gevast upp sammett við tyngdina í føstum formi t.e. tyngdina við ongum løgi.
Stk. 5. Mátieindarprísur fyri vørur, sum síðani verða tyntar við løgi (eitt nú vatni),
skal gevast upp eftir, hvussu vøran er, tá ið hon er nýtsluklár. Í slíkum førum skal
farast eftir leiðbeiningunum hjá framleiðaranum.
Útrokning av mátieindarprísum
§ 5. Mátieindarprísur verður roknaður á niðanfyri nevnda hátt:
1. Leysasøluprísur
Tyngd í kilo ella litrum
2. Matvørur, sum eru í vatni, laka, soði e.tíl.:
Leysasøluprísur
Tyngd í kilo ella litrum (við ongum løgi).
3. Matvørur sum krevja løg, kryddarí ella annað, sum ávirkar endaliga prísin
á vøruni millum nakað og einki:
Leysasøluprísur
Tyngd í kilo ella litrum, tá ið vøran er nýtsluklár.
Meirvirðisgjald skal vera íroknað í mátieindarprísin.
Hvar mátieindarprísur skal standa
§ 6. Mátieindarprísur skal standa á vøruni sjálvari ella á hilluni, hon stendur á. Er
tað ikki møguligt kann skelti setast hjá vøruni.Mátieindarprísur skal standa soleiðis
fyri, at eingin ivi er um til hvørja vøru hann vísir.
Undantøk
§ 7. Kappingarráðið kann í serligum undantaksførum veita undantak frá skylduni
at prísmerkja við mátieindarprísi. Hetta er serliga galdandi, tá ið tilskiling av
mátieindarprísi:
- tyngir leysasølurakstur álvarsliga
- sýnist ómøgulig at seta í verk
- snýr seg um vøru,ið hevur lítið upplýsingarvirði fyri brúkaran t.d.vørur,sum
sjáldan verða keyptar og í sera lítlum nøgdum.
Revsing
§ 8.Fyri brot á hesa reglugerð,sum eru gjørd við vilja ella grovum ósketni,kann tað
verða ásett sekt, sambært § 19. Stk. 2 í Ll. Nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping.
Gildiskoma
§ 9. Hesar reglur koma í gildi dagin eftir at tær eru lýstar.
Tórshavn 23. marts 2001
Kappingarráðið
Kristin Balle
Forkvinna
Terje Sigurðsson
Ráðsskrivari
Reglur um mátieindarprísir
Við heimild í § 7, nr. 3 í Ll nr. 83. frá 6. juni 1997 um kapping, hevur Kappingarráðið samtykt fylgjandi reglur um mátieindarprísir.