týsdagur 11. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 175 - 11. september 2007
R E P R O Z
Trygd er eitt nýmótans tryggingarfelag,
ið kann bjóða nærum øll sløg av
skaðatryggingum innan privattryggingar,
vinnutryggingar og sjóvátryggingar.
Trygd varð stovnað í 1932. Føroya Banki
eigur allan partapeningin í felagnum. Trygd er
eitt fíggjarliga sterkt felag, sum í 2006 hevði
tryggingargjøld á 72 mió. kr. Við ársenda 2006
var eginognin 97 mió. kr. Felagið hevur um 30
dugnalig starvsfólk knýtt at sær.
Trygd hevur havt vaksandi úrslit seinastu
árini, og vit vilja framhaldandi økja um hesi.
Starvið krevur, at tú brennir fyri at skapa
vøkstur og úrslit. Somuleiðis hevur tú evnini
til strategiska leiðslu, umframt tað at leiða
starvsfólk.
Tú hevur hægri útbúgving frá góðkendum
lærustovni ella samsvarandi royndir at stjórna
eini fyritøku. Kunnleiki til tryggingarvirksemi er
fyrimunur, men tó eingin treyt.
Sum persónur sýnir tú opinleika, treysti og
ein kveikjandi hugburð. Tú dugir at samráðast
og vegleiða og fi nnur íblástur frá innihaldi-
num í starvinum, ið er ein samanseting av
rakstrarligari ábyrgd og menning av felagnum.
Tú sýnir eisini fjølbroytni, tá tað snýr seg um
menniskja ligar relatiónir.
Sum stjóri hevur tú beinleiðis ábyrgd av dag-
liga rakstrinum av felagnum og skalt tryggja
framhaldandi menningina. Tú verður berandi
megin í felagnum og gevur í dagliga yrkinum
íblástur til viðskiftafólk, starvsfólk og eigara.
Setanarviðurskiftini verða avtalað millum teg
og nevndina í felagnum.
Send umsókn tína við CV til: Janus Petersen,
nevndarformann, c/o Føroya Banki, Húsa-
gøta 3, Post boks 3048, FO-110 Tórshavn.
Meiri fæst at vita við at seta seg í samband
við Bjarka Mohr, starvsfólkaleiðara, á tel.
330 330 ella á bm@foroya.fo.
Stjóri til TRYGD
Vit leita eftir stjóra, ið miðvíst og við umhugsni
kann leiða felagið enn longri fram á leið.
UMSÓKNARFREISTIN ER 24. SEPTEMBER 2007
lýsingar