týsdagur 11. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 175 - 11. september 2007
Tað er ikki nokk, at
mentamálaráðharrin
ynskir at varpa ljós á
happing, um pengar
ikki fylgja við til at
broyta sjálva bólka
mentanina. Hetta sigur
danskur happingarser
frøðingur, sum hevur
verið á fyrilestraferð í
Føroyum
HAPPING
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Føroyska samfelagið hevur
brúk fyri at rótfesta arbeiðið
ímóti happing í teimum
skipanum og stovnum, sum
eru her á landið, tí í løtuni
fer arbeiðið ov tilvildarliga
fram. Hetta heldur danski
happiserfrøðingurin, Stig I.
Sørensen, sum í seinastu
viku var í Føroyum og helt
fyrilestrar um happing.
Nýggj kanning vísir, at
nógv føroysk børn verða
illa happaði. Mentamálaráð
harrin, sum hevur latið
kanningina gera og setti
arbeiðsbólk at koma við til
mælum, segði á tíðinda
fundi, í samband við at
kanningin varð almanna
kunngjørd, at hann helt tað
hava stóran týdning at vit
settu orð á og prátaðu um
happing, men hann hevði
ongar ítøkiligar ætlanir um
at søkja um fleiri pengar til
arbeiðið ímóti happing á
komandi fíggjarlóg.
Sambært danska happiser
frøðinginum
kostar
tað
pengar at umstilla stovnar
– fyri ikki at tala um eitt
heilt samfelag til ikki at
góðtaka happing og byggja
upp
eina
happingarfría
mentan.
Happing fer fram, tí at
bólkar eru fangaðir í óndari
ringrás. Tað nyttar ikki bara
at fara eftir happaranum ella
tí happaða, tí tekur tú til
dømis einans happaran úr
bólkinum, heldur ringrásin
fram, og onkur annar yvir
tekur leiklutin sum happari,
sigur Stig I. Sørensen.
Skúlaflokkar og aðrir bólk
ar hava brúk fyri at hava eitt
samanhald, sum er so rúm
sátt, at øll passa inn. Hetta
kemur ikki av sær sjálvum,
og tí mugu tíð og pengar
setast av til tað sosiala í
skúlanum, staðfestir hann.
Vit hyggja at
Lykilin til happingina ligg
ur í áskoðarunum, tí stóra
bólkinum, sum ikki happar,
men góðtekur happingina
og onki ger fyri at stegða
henni, greiðir Stig I. Søren
sen frá. Tí er arbeiðið ímóti
happing ikki ein spurningur
um at taka okkum av ein
staklingum, men at gera
nakað við hvussu vit eru
saman sum bólkar.
Ein skúlaflokkur, sum
ikki hevur kenslu av at hoyra
saman og at vera góð við
hvønn annan, er ein flokkur,
har happing trívist, sigur
danski serfrøðingurin.
Seinasta vikuskifti høvdu
Náttarravnarnir
bjóðað
danska happiserfrøðingin
um, Stig I. Sørensen til
Føroya at halda fyrilestrar
um happing. Fyrilestrarnir
vóru millum annað á Sandi
og í Havn. Og á fyrilestrun
um royndi Stig I. Sørensen
at gera upp við áskoðara
mentanina, sum liggur so
djúpt í fólki.
Vit mugu venja okkum
við, at vit hava ábyrgd fyri tí,
sum hendir rundan um
okkum. Vit kunnu ikki bara
lata standa til og hyggja at, tá
onnur verða happað, illa
viðfarin ella útihýst, sigur
hann.
Ein nýggj mentan
Stig I. Sørensen er partur
av danska felagsskapinum,
AMOK, Antimobbe kon
sulenterne, sum er eitt net
verk
av
barnafagligum
fólki, sum arbeiða í móti
happing og útihýsing. Hann
heldur tað vera eina jaliga
gongd, at føroyingar seta
fokus á happing, men
kunningartiltøk einsamøll
eru ikki nokk.
Tað tekur tíð at broyta
mentanir, og stríðið móti
happing er eitt støðugt
arbeiðið, sum alla tíðina má
raðfestast.
Serliga í eini umstillingar
tíð, sum føroyska skúlaverk
ið nú er í, er tørvur á, at
pengar verða settir av til at
rótfesta átøkini í verandi
skipanum, leggur Stig I.
Sørensen áherslu á.
Um talan ikki skal vera
um
tilvildarligar
ábøtur,
men eina broyting, sum skal
koma
øllum
føroyskum
børnum til góða, er neyðugt
at broytingarnar koma oman
ífrá. Politikarar skulu ganga
undan og týðiliga signalera,
at hetta arbeiðið hevur
týdning. Skúlaleiðslur skulu
taka ábyrgdina á seg og seta
seg inn í trupuleikan og
stilla krøv til lærararnar um
at raðfesta sosiala saman
spæli hjá flokkinum høgt.
Í síðsta enda er tað ein
sparing fyri samfelagið at
brúka pengar uppá trivnað.
Aftaná PISA hevur rákið
verið at uppraðfesta tað fak
liga í mun til trivnaðin.
Men hesi kunnu ikki skiljast
sundur. Tí uttan trivnað ong
in lærir, staðfestir Søren I.
Sørensen at enda.
Føroyingar
loyva
happing
Lærarar happa
Ein stór donsk kanning av yvir 50.000 næmingum úr 4.
flokki og upp til 10. flokk vísir, at sætti hvør næmingur
verður happaður av lærarum. Líka nógv børn siga seg
verða happaðan av lærarum, sum av øðrum næmingum.
Ole Juhl, leiðari á Dansk Center for Undervisningsmiljø,
sigur í samrøðu við Politikken, at tað er vanlukkuligt, at
børn verða happað av vaksnum, tí tey vaksnu eru snildari
í síni happing enn børnini. At børn verða happað og háða
av lærarum, sum just hava til uppgávu at skapa tryggar
rammur fyri børnini, er ein sera álvarsamar trupuleiki,
staðfestir Ole Juhl.
Lomborg aftur í hernað
Bjørn Lomborg, sum umhvørvisstríðsfólk í mong ár hava
roynt at hildið úti í kuldanum, hevur nú skrivað nýggja bók
við heitinum »Cool it«. Boðskapurin er tann sami, um at vit
ikki skulu lata okkum ræða av veðurlagsbroyting og taka
býttisligar avgerðir grundaðar á falskar dómadagsforsøgnir.
Lomborg viðurkennir, at jørðin er í ferð við at gerast heitari,
og at hesar broytingar stava frá CO2 útláti, og hann heldur
eisini at nakað skal gerast við hetta. Men hann heldur ikki,
at hesin trupuleiki skal raðfestast sum størsti trupuleiki í
verðini í dag, tí nógv onnur mál hava størri týdning, og skal
øll dálking basast, fer tað at steðga búskaparvøkstri, og hetta
kostar í síðsta enda menniskjalív, staðfestir hann.
Danski happingarserfrøðingurin, Stig I. Sørensen, heldur tað vera eina jaliga gongd, at føroy
ingar seta fokus á happing, men kunningartiltøk einsamøll eru ikki nokk, leggur hann árherslu á
Mynd: Jens Kristian Vang
Lykilin til happingina liggur í áskoðarunum, tí stóra bólkinum, sum ikki happar, men góðtekur
happingina og onki ger fyri at stegða henni, sigur Stig I. Sørensen