Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 175 - 11. september 2007 tíðindi Tað undrar fólk, at evjuøkið hjá IRF í Ánunum er sloppið at liggja, sum tað liggur – beint niðanfyri nýtt íbuðarøkið, har tey fyrstu flyta inn um stutta tíð, við kyrrastu djúphavn í Føroyum og beint yvirav einum av fram­ komnastu alibrúkum í landinum. ­ Øll ovara síða og ein partur av norðaru síðu av økinum liggur uttan hegn og er púrasta opin Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri bar Norðlýsið tíð­ indini um óskilið í Ánunum í Klaksvík, har atkomilig rottangaevja hjá IRF liggur tætt niðanfyri nýtt íbúðar­ økið – til bága fyri bæði fólk og fæ. Blaðið rópti evj­ una, sum liggur á økinum við Grønhólm, fyri eina umhvørvisskandalu. Seyður í lorti Næst síðsta sunnudag varn­ aðist bóndin, sum hevur Mykjanoyru­festið, at eitt fullvaksið og stórt lamb hjá honum var vorðið fast í evjuni og slapp ikki upp­ aftur haðani. Lambið var snøgt sagt við at drukna í lorti hjá IRF. Og hetta er ikki fyrstu ferð slíkt hendir hjá bóndanum. ­ Nei, hetta er ikki fyrstu ferð, men fimmtu ferð, sum eg veit um, at seyður hjá mær gjøgnum árini hevur staðið fastur í skræpuni. Tveir av hesum eru deyðir. Hvør veit, um ikki annar seyður eisini er endaður í hesum dýpi og ongantíð er sæddur aftur, spyr bóndin, Archibald Black, sum hevur stívliga 120 áseyðir. Síðan ljóskastarin er sett­ ur á hetta mál, eru tað mong, sum hava undrað seg yvir, at Klaksvíkar kommuna, sum eigur økið, hevur latið sær hetta óskil lynda í so langa tíð. IRF leigar ­ Sum eg havi skilt, er tað IRF, sum leigar økið frá kommununi og soleiðis hevur ábyrgdina av, at økið og hegn­ ið uttan um verður hildið í forsvarligum standi. Men tá tað er kommunan, sum eigur økið, er tað væl eisini hennara uppgáva at seta IRF treytirnar, sum kunnu føra til, at skil kemur á. Archibald Black ivast tó stórliga í, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum, tí báðu ferðina, hann hevur mist seyð í evjuni, hevur tað verið Klaksvíkar komm­ una, sum rindaði endur­ gjaldið – og ikki IRF. ­ Nú hendi tað so aftur, at seyður stóð fastur í evjuni. Bóndin sigur, at vegna tað, at einki skil er á býarhegninum, tí sethúsabygging fer fram á økinum omanfyri, kann seyðurin ganga, har honum lystir um hesar leiðir. ­ Tá ið so heldur einki skil er á hegninum um evjuplássið við Grønhólm, kunnu bæði fólk og fæ ganga seg í óføri, um illa vil til. Fólk undrast Hendan dagin, Archibald sá góða lambið hjá sær vera sokkið niður í evjuna, ring­ di hann fyrst til býarverk­ frøðingin, Hera Hammer, og tá hesin ikki svaraði, ringdi hann beinleiðis til borgarstjóran, Steinbjørn O. Jacobsen. ­ Borgarstjórin bar seg eitt sindur undan og segði, at IRF hevði ábyrgdina av økinum, men Steinbjørn fekk skjótt fatur á manni, sum kom lambinum til hjálpar. Eftir at sølaða lam­ bið var væl og virðiliga spulað, slap tað útaftur í hagan at ganga til skurðin, sigur hann. Tað undrar eisini fólk, at økið hjá IRF er sloppið at liggja, sum tað liggur – beint niðanfyri nýtt íbuðar­ økið, har tey fyrstu flyta inn um stutta tíð, við kyrrastu djúphavn í Føroy­ um og beint yvirav einum av framkomnastu alibrúkum í landinum. ­ Øll ovara síða og ein partur av norðaru síðu av økinum liggur púrasta opin. Endar eitt barn í hesi evju, kann rættiligur vandi vera á ferð. Lumpislig evja Bóndin heldur, at minsta kravið hjá borgarunum til IRF og Klaksvíkar komm­ unu má vera, at økið er avhegnað. ­ Tað grør oman yvir hesi evju, og tí er ikki óhugsandi, at børn, sum koma fram við, kunnu halda, at her er gangandi – men soleiðis er tað bara ikki. Tað kann tí vera rættiliga vandamikið at fara oman hagar, tí tú veitst kanska ikki, hvussu vorðið er undir, fyrr enn tú byrjar at søkkja, sigur Archibald Black. Tá Sosialurin vendi sær til bóndan í gjár, vóru átta dagar gingnir, síðan hesin seinasti seyðurin hjá honum var endaður í evjuni. ­ Eg væntaði faktisk, at onkur fór í gongd beinan­ vegin, nú enn ein seyður stóð fastur í skræpu, men so er ikki. Eg havi hugt yvir á økið í morgun, einki er hent enn og at síggja til røkist einki fyri, at nakar tekur ábyrgdina av hesum og ger nakað við viðurskiftini. Tøgn ræður á HS Dagin eftir hesa seinastu hendingina, vendi Archibald sær í brævi til Heilsufrøði­ ligu Starvsstovuna og spur­ di stovnin, hvør í veru­ leikanum hevur ábyrgdina av evjuni og økinum hjá IRF við Grønhólm. ­ Eg postaði brævið í Havn næst seinasta mána­ dag, men enn havi eg einki hoyrt frá stovninum, ei heldur Klaksvíkar komm­ unu – uttan tað, eg havi sæð í bløðunum. Væntaði, at Heilsufrøðiliga Starvsstov­ an um ikki annað fór at boða mær móttøku av bræv­ inum og kanska lata meg vita, hvar á stovninum ein slíkur fyrispurningur endar. Archibald sigur, at saman við brævinum til Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuna sen­ di hann eisini nakrar myndir sum lýsa, hvussu økið liggur í mun til umhvørvið annars. Vandin lúrir ­ Mær vitandi skulu manna­ skapt vandaøki í bygdum øki, har fólk og fæ kemur fram við, avhegnast. So leingi, økið ikki er avhegnað – ella evjan er tikin upp – lúrir vandin. Í ringasta føri kann tað vera eitt barn, sum næstu ferð kemur illa fyri í hesi evju, leggur hann aftrat. Bóndin vísir á, at tað eru ikki so fá børn, sum ferðast um hesar leiðir, bæði millum Haraldsund, Ánir og Klaksvíkina, og tað eru eisini børn, sum detta fram við av forvitni, tí her liggur ymiskt annað órudd, sum kann vekja teirra áhuga. ­ Haraftrat kemur, at økið liggur beint við alfara veg – við omankoyringina til góðshavnina og bygdina í Ánunum, sigur Archibald Black, sum heldur, at tey, ið hava ábyrgdina av hesum, nú eiga at taka seg saman. Seyður druknar í lorti í Ánunum Illa sølaða lambið verður spulað reint aftur og slept útaftur í hagan at ganga til skurðfjallið Elektrokvøld í Cippo Leygarkvøldið verður Cippo aftur karmur um elektrokvøld. DJ­nøvnini hesaferð eru Maph, Spencer Joens og James James. Fyri nøkrum vikum síðan var tílíkt kvøld hilið undir heitinum Undirbeat, , og tað gekk somikið væl, at avgjørt varð at halda fram. Dentur verður lagdur á elektro house, minimal, tekno og øllum tí, ið hartil hoyrir av dintilsveiggi. Nakrir av plátuvendarunum eru lutfalsliga ókendir, men James James, ið er kunstaranavnið hjá Høgna Egholm Magnussen, fekk góð skoðsmál á G! Festival, har plátuvendarin gjørdi um seg í sonevndu Grundini. Jógvan bleiv nummar fýra Tað eydnaðist í kvøld føroyska Jógvan K. Glerfoss at gerast nummar fýra í danmarksmeistaraheitinum í poker, og harvið vinna sær 319.000 krónur. Tað gekk eitt sindur aftur og fram hjá Jógvani, men júst áðrenn hann fór úr kappingini, hevði hann vunnið sær eina rúgvu av kipsum. Hann misti tey tó aftur løtu seinni, tá ið hann fór all in við par damu, og var óheppin at møta einum pari av kongum, sum sendu hann úr kappingini. Vinnarin av kappingini fekk 1,2 milliónir krónur.