Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 175 - 11. september 2007 ­ Tilsamans­fimm­seyðir­hjá­Archibald­Black,­bónda,­sum­hevur­tikið­hesar­myndirnar,­eru­gjøgnum­árini­soknir­í­hesi­evju,­harav­í­ minsta­lagi­tveir­eru­deyðir - Vit hava nú verið í samband við IRF og hava boðað felagsskapinum frá, at teir eru uppsagdir. IRF fer at tøma brunnarnar og fylla uppaftur við gróti, sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur hjá Klaksvíkar kommunu Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri høvdu bæði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen og býarverk­ frøðingurin, Heri Hamm­ er, greinir í Norðlýsinum, har teir siga, at økið í Ánunum, har IRF hevur tømt rottangar, skal riggast av. Borgarstjórin vísir á, at øll eiga at gera sítt til, at slíkar hendingar, sum tilburðurin við lambinum hjá Archibald Black, ikki skulu henda. Steinbjørn ásannar, at tað er IRF, sum hevur ábyrgdina av umtalaða økinum í Ánunum, men fyri at bjarga íkomnu støðuni næst seinasta sunnudag, gav hann boð um, at neyðuga hjálpin beinanvegin kom á stað­ ið, so lambið kom upp á turt aftur. Hann vísir á, at fyrst í nítiárunum yvirtók IRF gomlu evjuplássini hjá kommununi í Ánunum, og síðan tá hevur felags­ skapurin havt ábyrgdina av nevnda øki – og harvið eisini ábyrgdina av, at økið er nøktandi avhegnað. ­ Í sambandi við nýggju góðshavnina, hevur býráðið fyri góðum ári síðan sagt upp leigumálið við IRF, tí kommunan ynskir hetta plássið rigg­ að av. Men vegna vantandi pláss aðrastaðni, hevur býráðið tó givið loyvi til, at IRF í eina avmarkaða tíð aftrat hevur verið á økinum. Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at IRF nú hevur játtað at tøma evjuplássið og fylla plássið aftur við gróti, og hetta verður gjørt í samskifti við Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuna, leggur hann aftrat. ­ Sostatt kann roknast við, at IRF í næstum fer at riggja evjuplássið í Ánunum av. Borgarstjórin sigur, at fyri í mest møguligan mun at umgangast, at seyður sleppur inn um býarhegnið, er býargartn­ arin biðin um at kanna umstøðurnar nærri og gera neyðugu ábøturnar. Býarverkfrøðingurin, Heri Hammer, sigur við Norðlýsið, at hann hevur verið í sambandi við IRF um støðuna við Grøn­ hólm. ­ Vit hava nú verið í samband við IRF og hava boðað felagsskapinum frá, at teir eru uppsagdir. IRF fer at tøma brunn­ arnar og fylla uppaftur við gróti, sigur Heri Hammer, býarverkfrøð­ ingur hjá Klaksvíkar kommunu. Evjuplássið skal burtur Hendan­myndin­lýsir,­hvussu­økið­við­Grønhólm­sær­út­–­hvar­lambið­er­sokkið­í­evjuni­og­ikki­sleppur­upp­úr­aftur­ Fáar ísbjarnir um 50 ár Vísindafólk hava leingi ávarað um, at tann veksandi hitin á Jørðini er ein álvarssom hóttan ímóti ísbjarnunum, og nú siga kanningar hjá amerikanska jarðfrøðistovninum, at um 50 ár verður talið á ísbjarnum bara ein triðing av tí, sum tað er í dag. Orsøkin er, at ísurin kring Norðpólin bráðnar skjótari enn fyrr hildið. Tað er amerikanska stjórnin, sum hevur biðið um kanningina, tí USA fer møguliga at skráseta ísbjørnina sum eitt hótt djóraslag. 52 nýggj folk í Eik Virksemið hjá Eik er vaksið somikið nógv seinasta árið, at bankin seinasta árið hevur sett 52 nýggj folk í starv skrivar 123.fo. Millum hesi nýggju starvsfólk eru 11 nýggir banka­ næmingar, ið byrjaðu fyri viku síðan. Ein nýggj deild er eisini farin til verka ­ Eik Investment Banking ­ við Gordoni Raja­ ni sum deildarleiðara; og Fíggjardeildin er umskipað, soleiðis at Sverri Justinussen nú er deildarleiðari á Eik Markets, meðan Finn Danberg framhaldandi er deildarleiðari á Fíggjardeildini.