Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 175 - 11. september 2007 Bert í 1954 og 1994 hevði Javnaðarflokk­ urin lakari undirtøku millum veljararnar enn nú. ­ Vit skulu í øllum førum ikki kopiera Jenis av Rana, men finna okkum sjálvi aftur, sigur ein vónbrotin Jóannes Eidesgaard, sum viðgongur, at flokkurin hevur stórar trupulleikar við marknaðar­ føringini Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Úrslitið av veljarakanningini sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at Javnaðar­ flokkurin fer heili 3,4 pro­ sent aftur, í mun til løg­ tingsvalið í 2004. Hevði valg verið í dag, hevði flokk­ urin sostatt bert fingið 6 tingsessir, í mun til verandi 7, og í prosentum hevði hann farið úr 21,8 niður í 18,4 prosent. Tað er ein harmur floks­ formaður, vit fáa orðið á yvir fartelefonina í morgun, bert ein hálvan tíma áðrenn hann skal seta eina stóra ráðstevnu í Hetlandi, har hann er staddur. ­ Úrslitið av veljarakanningini harmar meg. Bæði sum floksfor­ mann og sum samgongu­ leiðara. Tí Fólkaflokkurin gongur eisini aftur, og Sambandsflokkurin stendur í stað, sigur Jóannes Eides­ gaard. ­ Ivaleyst er tað so, at okk­ ara praktiski politikkur missir til tær poppuleru útmeldingarnar, sum eitt nú Miðflokkurin kemur við í heilum. Tað fer eyðsýnt ein ávís polarisering fram um virðisgrundarlagið í sam­ felagnum íløtuni, og vit sum samgonga hava ikki meldað nóg sterkt út á tí økinum. Tað letur til, at Miðflokkurin hevur tikið monopol uppá virðini, og tað fáa teir eisini kreditt fyri, sigur Jóannes Eides­ gaard, sum samstundis ikki meinar, at hann og sam­ starvsfelagar hansara fáa kreditt fyri tað, sum teir áttu. ­ Men tað kunnu vit bara lasta okkum sjálvi fyri. Tí, sum eg havi sagt fyrr, so er politikkur ein vøra, sum skal seljast, og tí mugu politisku úrslitini eisini marknaðarførast. Og har hava vit millum annað eitt stórt problem í Javnaðar­ flokkinum, at vit duga ikki nóg væl at marknaðarføra okkum, tí eftir øllum at døma gáar veljarin ikki eftir tí, sum vit fáast við. Skulu purrast út Fólk fýlast á, at flokkurin er ov ósjónligur, og at ov lít­ ið veiggj er í tingbólkinum. Hvat sigur tú til tað? ­ Eg eri samdur um, at vit hava ikki verið nóg sjónlig, og tí skal hetta vera mín áheitan til allar mínar parta­ menn og partakvinnur, at taka hesa veljarakanningina í størsta álvara. Lat hana vera eina útpurring til øll góð javnaðarfólk, og ikki bara til okkum, sum fáast við politikkin dagliga. Verða vit sjónligari og betri at marknaðarføra okkum, so ivist eg ikki í, at flokkurin fær eitt betri úrslit til valgið, sigur Jóannes Eidesgaard. Men hvat ætlar tú ítøki­ liga at gera, fyri at venda hesari gongdini? ­ Vit skulu í øllum førum ikki kopiera Jenis av Rana, men finna okkum sjálvi aftur. Hetta er ein tilgongd, sum vit longu eru farin undir at skipa, nú vit fyri­ reika valstríðið. Har verður bæði neyðugt at motivera fleiri fólk, umframt kanska eisini at umskipa okkurt innanhýsis í flokkinum. Fáa ikki kreditt Heldur tú sjálvur, at tú hev­ ur nóg gott samband við baklandið og veljarar flok­ sins? Nei, eg kundi sjálvandi hugsað mær, at havt betri samband við baklandið, men tað er aftur hetta við tíðini, at tað er torført at røkka til, bæði at vera løg­ maður og at hava kontroll á tí organisatoriska innan­ hýsis í flokkinum. – Sjálvur haldi eg, at vit eiga at fáa kreditt fyri, at tað hevur eydnast okkum at fáa tann vanliga politikkin inn aftur á politiska pallin. Eitt nú hava vit fingið arbeiðsfrið aftur í sam­ starvinum millum Føroyar og Danmark ­ ein nor­ malisering er farin fram í sjálvstýristilgongdini kundi ein sagt. Vit hava eisini rokkið nógvum ítøkiligum politiskum málum, so sum lestrarstuðul til forsyrgjarar, hækkaðar pensjónirnar og fólkaskúlin hevur fingið eina munandi raðfesting. Men ok, tað selur ikki seg sjálvt. Visjón 2015 Visjón 2015 hevur verið lagt undir at vera eitt høgt­ flúgvandi projekt, sum varð sent fólki í einum faldara ein av døgunum. Hvussu heldur tú, at vanligi javn­ aðarveljarin kennir seg aftur í nógvu orkuni, tú hev­ ur lagt fyri dagin, í sam­ bandi við Visjón 2015? ­ Tað kann væl vera, at vit ikki hoyra so nógv til Visjón 2015 beint nú. Men tú kanst vera vís í, at vit fara at hoyra nógv meira til hana í valstríðnum. Og so verður hon eisini afturvend­ andi evnið í komandi sam­ gongusamráðingum. Men enn einaferð – vit hava kanska ikki verið nóg dugnalig at marknaðarført Visjón 2015. Og tað mugu vit so bara taka til eftir­ tektar. Løgmaður burturstæddur Tað verður sagt, at tú ferð­ ast ov nógv. Hvussu heldur tú, at veljarin kennir tað? ­ Hatta haldi eg ikki passar, og eg skal gleðiliga koma við einum yvirlitið yvir, hvussu nógv eg havi verið burturi umboðandi landið. Vit liva í einari tíð, har altjóðagerðin fær alt størri týdning, og eg trúgvi ikki, at føroyingar høvdu verið glaðir, um eg gekk og mól vesturi á Válinum ella niðri á keiini á Tvøroyri. Men lat okkum endiliga taka handan spurningin um ferðingina hjá løgmanni upp aftur seinni, so skal eg finna dokumentatiónina fram, og so kunnu vit gera eitt prát um tað. Men heldur tú sjálvur, at tú gjørt nokk av tí – altso gongur úti millum veljarar­ nar, millum annað á Tvør­ oyri? ­ Nei, eg geri alt ov lítið av tí. Royni, men tað er eisini avmarkað við tíðini, tí samdøgrið hevur ikki meira enn 24 tímar – heldur ikki hjá mær. Sum sagt, hetta var avgjørt nakað, eg kundi hugsað mær at gjørt meira við. Men vit mugu samstundis lyfta okkum upp um heimføðisligheit, og viðurkenna, at vit liva í einum globaliseraðum heimi, har tað hevur stóran týdning, at røkja sambondini úteftir. Eitt nú hevði tað verið løgið, um vit ikki vóru umboðað her í Het­ landi í dag, her vit føroying­ ar enntá skulu seta ráð­ stevnuna, sum hevur umboð úr øllum norðurlondum og baltisku londunum. Miðflokkurin fiskar Miðflokkurin hevur dúgliga fiskað til tey tímaløntu í seinastuni. Millum annað 1. mai, har formaður flok­ sins flutti fram røðu á Vaglinum. Hvussu heldur tú, at traditionellu tímaløntu javnaðarveljararnar hava tað við flokkinum í dag? ­ Javnaðarflokkurin hevur eisini nógvar veljarar mill­ um tey við meðalinntøku, so sum lærarar, sjúkrasystrar og pedagogar. Í mun til tey tímaløntu, so haldi eg, at vit hava eitt óvanliga gott sam­ Javnaðarflokkurin fær Tingmanning Javnaðarfloksins, sum varð vald á ting 20. januar 2004 Henrik Old, (varamaður fyri Jóannes Eidesgaard), 60 ár, valdur á ting í 1984-2004. Fekk á valinum í 2004 292 Sverri Midjord, 74 ár, fyrstu ferð valdur á ting í 1978-80 og síðan 1990- 94, varamaður 1975-78 og 1985-88. Hann fekk á valinum í 2004 295 atkvøður Gerhard Lognberg, 56 ár, valdur á ting fyrstu ferð í 2002. Fekk á valinum í 2004 200 atkvøður. Kristian Magnussen, 51 ár, fyrstu ferð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í 1994. Síðani 1998 valdur fyri Javnaðarflokkin. Fekk á valinum í 2004 412 atkvøður John Johannessen, 29 ár. Valdur á ting í 2004, fekk 380 atkvøður Andrias Petersen, 60 ára gamal. Fyrstu ferð valdur á ting í 2002. Fekk á valinum í 2004 451 atkvøður Vilhelm Johannesen, 65 ár. Fyrstu ferð valdur á ting í 1980. Fekk á valinum í 2004 220 atkvøður Jóannes Eidesgaard, 56 ár, valdur fyrstu ferð á ting í 1990. Fekk á valinum í 2004 403 atkvøður.