týsdagur 11. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 175 - 11. september 2007
starv við tey í løtuni. Hetta
kom eitt nú til sjóndar undir
samráðingunum
seinast,
har tað fyri fyrstu ferð
nakrantíð eydnaðist at fáa í
lag sáttmálar, sum fevna
um fleiri ár. Hetta sigur
mær somikið sum, at fak
feløgini hava álit á sam
gonguni, og tað fegnist eg
sjálvsagt um, tí tað hevur
stóran týdning fyri stabili
tetin á arbeiðsmarknaðin
um.
Ikki heitur fyri
kvinnulista
Nú hevur nógv verið tosað
um, at javnaðarkvinnurnar
í Suðurstreymi møguliga
ætla at stilla upp á serstøk
um kvinnulista. Eisini hava
tær biðið um fund við teg
hósmorgunin, fyri at fáa teg
at leggja uppskot til tingið
um broytingar í grein 18 í
vallógini, so tað verður
greiðari, hvussu listaatkvøð
ur skulu teljast upp.
Hvat heldur tú um, at
kvinnurnar ætla at stilla
upp á kvinnulista?
Tað er rætt, at tær hava
biðið um fund við meg. Og
eg eri eisini opin fyri at tosa
við tær um, hvussu vit fáa
størri
javnstøðu
til
valstríðið. Men eg ætli mær
ikki at koma nærri inn á tað
her, tí nú má eg líka síggja,
hvat ið tær siga. Tí vónandi
hava tær eisini fleiri hugskot
til, hvussu vit kunnu fáa tær
meira í front og geva
teimum betri møguleikar at
markera seg í valstríðnum
og í flokkinum sum heild,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum kortini vónar, at tað
verða eins nógvar kvinnur
sum menn uppstillað fyri
flokkin.
Eg kann siga somikið,
at eg í prinsippinum taki
ikki undir við kvinnulistum,
tí vit eiga at ganga øksl
móti øksl. Tað hava vit gjørt
fyrr, og tað átti at borið til
aftur nú. Eg havi samstarvað
við nógvar sterkar javnaðar
kvinnur, sum eru valdar
uppá somu premissir, sum
menninir. Men sjálvandi
skulu vit arbeiða fyri at fáa
javnstøðu í uppstillingina,
og at síggja til at kvinnurnar
fáa líka góðar, ella kanska
betri umstøður í valstríð
num, sigur løgmaður at
enda.
ein frammaná
Aldur:
Miðalaldur: 56 ár.
Elsti maður: 74 ár
Yngsti maður: 29 ár
Kynsbýti
Kvinnur: 0%
Menn: 100%
Miðal starvsaldur: 13 ár
Veljarin ger um seg
Í veljarakanning, sum Fynd
hevur gjørt fyri Sosialin, er
rættiliga stór broyting í mun
til valgið í 2004. Mest
markantu broytingarnar eru
at finna hjá Miðflokkinum og
Javnaðarflokkinum, sum fara
ávikavist 5,1 prosent fram og
3,4 prosent aftur.
Eisini eru broytingarnar
markantar hjá Tjóðveldis
flokkinum, sum fer heili 3,4
prosent fram og endar við
25,1 prosentum, meðan aftur
gongdin hjá Fólkaflokkinum
er 2,2, so flokkurin nú hevur
18,4 prosent.
Komandi dagarnar hyggja
vit nærri eftir úrslitinum av
veljarakanningini, sum Fynd
gjørdi 6. og 7. september.
Spurdir vórðu 671 veljarar.