Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 175 - 11. september 2007 Sosialurin Javnaðarflokkurin má taka seg um reiggj Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í blaðnum í dag kunngera vit eina veljara- kanning, sum vísir at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin standa til stóra afturgongd. Av samgonguflokkunum er tað bert Sam- bandsflokkurin, sum stendur seg væl – ser- liga havandi í huga, at hann eftir at hava verið illa fyri í nógvum kanningum, nú fær sama úrslit, sum hann hevði við síðsta val. Hann hevur við øðrum orðum klárað at strítt seg uppaftur á ta undirtøkuna, hann hevði við valið seinast. Hinvegin er tað serliga Miðflokkurin, sum fer við framgongdini. Flokkurin tvífaldar sítt atkvøðutal í mun til seinasta val. Hetta gevur flokkinum ein tingmann afturat, og er tað kanska Karsten Hansen effektin, sum ávirkar. Undanførslurnar hjá einum leiðandi sam- gonguflokki plaga at vera, at tað slítur at sita við ábyrgd. Men tað er ikki gott nokk. Javnaðarflokkurin hevur bara ikki verið nóg sjonligur í hesum valskeiðinum. Flokkurin kom úr ein ørkenvandring í andstøðu í átta ár inn í samgonguhitan - og tók við landsins leiðslu, sum flokkurin misti við svíðandi valið í 1994, tá flokkurin fór niður í helvt. Hann fór frá at hava tíggju tingfólk niður í fimm. Jú, rætt er, at serligar umstøður vóru tá. Men veljarakanningin í dag vísir, at flokk- urøin ikki enn hevur megnað at lyft seg burt- ur úr teirri støðu, flokkurin kom í í 1994. Við komandi val verður í øllum førum ein útskifting í tingmanningini. Ellispresident- arnir Vilhelm Johannesen og Henrik Old hava boðað frá, at teir ikki stilla uppaftur. Roknast kann við, at hin suðuroyartingmað- urin tekur somu støðu, nú hann nærkast 75. Kvinnuumboðanin hjá Javnaðarflokkinum er katastrofal. Eingin vald á ting og eingin sett í landsstýrið. Týðuligar kvinnurøddir í Suðurstreymoy tosa um at gera ein serligan innanfloks kvinnulista. Hetta ljóðar sera áhugavert, um tað veruliga skal ber til at stilla kvinnur upp, sum veruliga hava kjans at verða valdar. Her eru kanska løgfrøðisligar forðngar, men vælsignaðu menn vísið nú dygdir. Gerið nakað ordiligt til tess at fáa kvinnurnar framat eisini. Tað kann bara bøta um støðuna hjá flokkinum, sum valla fær verið verri. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Í eini føðingardagsheilsan til Føroya Studentaskúla, sum stóð í Sosialinum sein­ asta vikuskifti, royndi John Johannesen, løgtingsmað­ ur, at geva Sambands­ flokkinum skuldina fyri, at studentaskúlin í Hoydølum hevur hølistrupulleikar. Tað er ein løgin pástandur at sleingja út í eini føðing­ ardagsheilsan. Serliga fyri tey sum kenna ta veruligu søguna aftanfyri málið, kann hetta tykjast løgið. Men tað sum fær meg at gera hesa viðmerking, er ein annar kendur pástandur úr leysum lofti, sum løg­ tingsmaðurin eisini førdi fram í somu føðingardags­ heilsan. Pástandurin er, at Sambandsflokkurin skal hava verið ímóti føroysk­ um flogsambandi við útheimin. Eg fari at heita á John Johannesen um at greiða nærri frá, hvat hann ítøki­ liga hugsar um, tá hann sigur hetta. Til dømis kann hann svara hesum spurn­ ingunum: Var Sambandsflokkurin ímóti, at partafelagið Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987? Var Sambandsflokkurin ímóti at 1,02 mió. krónur í partapeningi vórðu settar í partafelagið Atlantic Airways? Var Sambandsflokkurin ímóti at landskassin veitti 75 mió. krónur í veðhaldi fyri P/F Atlantic Airways í 1989? Sambært Løgtingstíðind­ um tók Sambandsflokkurin undir við øllum hesum uppskotunum. Tá John hevur leitað síni “prógv” fram, kann hann hóskandi koma við eini nærri frágreiðing um, hvat hann byggir sín pástand á. Prógv – takk! HELgI ABRAHAMSEN Góði Birgir, brádliga rópar tú meg nú fyri harra Gutte­ sen, hví so øðiliga hátíðar­ ligur? Hví ikki bara svara upp á einfaldar spurningar? Birgir, tú má vera meira ítøkiligur, skriving um skeivan politikk, ivasamar heimildir, vantandi álit og trúvirðir, solupolitikk og grátikonupolitikk, gevur einki svar upp á nakað. Í vónini um at tú ert í betri hýri nú, vil eg kortini loyva mær enn einaferð at spyrja: Nær og hvussu hevur Sambandsflokkurin brotið gjørda avtalu um Sandoyar­ tunnilin? Hvussu kunnu hugsanir hjá einum landsstýrismanni vera brot á gjørdar avtalur? Er tað brot á gjørdar avtalur um Magni Laksá­ foss loyvir sær at tosa um raðfestingar? Er tað brot á samgongu­ skjalið um Magni Laksá­ foss hevur eina hugsan um, hvussu Sandoyartunnilin kundi verið raðfestur? Hvør er tað nú, sum hev­ ur brotið gjørdar avtalur við at framtúra við persón­ ligum sjónarmiðum? Er tað bannað at hava persónlig sjónarmið í politikki? Nær, hvar og hvussu er miðøkið friðhalgað av Sambandsflokkinum? Tað hevur eydnast miðlu­ num, í hvussu so er tey bæði seinastu løgtingsval­ ini, at fáa høvuðsvalstríðið at snúgva seg um sexlívið hjá fólki. Nú stendur eitt bispaval fyri durum, og hann hjálpi mær, verður nú eisini roynt at fáa hetta valið í høvuðsheitinum at snúgva seg um, hvørja støðu nýggi bispurin hevur til sex. Eg vil heita á bispaval­ evnini um at siga nei til at lata fjølmiðlarnar misbrúka seg við at amerikusera eitt føroyskt bispaval. Tað gagnar hvørki tykk­ um ella kirkjufólkinum, at svara teimum oftast óvið­ komandi og tápuligu spurn­ ingum, sum hesi finna uppá at seta. Tey, sum royna at fáa valið at snúgva seg um nakað annað enn, hvat eitt bispastarv er, eru oftast fólk, sum einki hava við kirkjuna at gera og neyvan nakrantíð koma har. Teir einstøku kirkjuráðs­ limirnir kunnu, um teir hava hug, spyrja tað val­ evnið, teir ætla at velja, hvat teimum liggur á hjarta. Hví so firtin Birgir? TRygvI F. gUTTESEN Nú skal bispavalið eisini amerikuserast JoHN S. MyLLHAMAR