týsdagur 11. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 11. september 2007
13
viðmerkingar
sjónarmið
Ingrid S. Henriksen,
limur í javnstøðubólkinum hjá
Javnaðarflokkinum og lands
nevndini hjá Javnaðarflokki
num vegna Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Mugu nýta § 18 í vallógini at
fremja ein betri landspolitikk
Í Føroyum er kvinnuumboðanin
í løgtinginum og í landsstýrinum
sera lág - einans tríggjar kvinnur
ella 9,4% av løgtingslimunum
eru kvinnur og ongin kvinna er í
landsstýrinum. Ynskja vit at
gerast eitt modernað land, har
kvinnur hava veruliga politiska
javnstøðu, má vend koma í.
Neyðugt er at fáa meira fjøl-
broytni í politiska arbeiðið,
soleiðis at politiska dagsskráin
ikki einans verður merkt av
áhugamálum hjá monnum og av
mannligum virðum, men eisini
verður merkt av bleytum virðum
– av orðaskifti og viðgerð, ið
snýr seg um vælferðarsamfelag-
ið, vælferðartørvir og vælferðar-
tiltøk. Høvdu fleiri kvinnur havt
sæti á tingi, hevði orðaskiftið
óivað verið meira víðfevnt og í
nógv størri mun enn nú snúð
seg um annað og meir enn hørð
virði: skip, fisk, grót og betong.
Av royndum vita vit, at tað er
nærum ógjørligt hjá kvinnum at
verða valdar inn í løgtingið á
“vanligan hátt” á “vanligu val-
listunum” hjá føroysku politisku
flokkunum. Til seinasta løg-
tingsval fingu kvinnurnar, sum
stillaðu upp 16,1% av atkvøðu-
num. 12,8 % atkvøddu ikki fyri
nøkrum kyni, men fyri listanum.
Hóast hetta fingu kvinnurnar
einans 9,4% av sessunum í løg-
tinginum. Núverandi praksis,
har listaatkvøður hjá teimum
politisku flokkunum nærum
útilokandi gagna monnum – er
praksis, ið gevur monnum ser-
sømdir – menn verða við øðrum
orðum fyri positivari diskrimina-
tión. Henda praksis hevur við
sær, at tað er sera trupult hjá
kvinnum at verða valdar í løg-
tingið. Føroyska samfelagið
hevur ikki tørv á, at menn verða
positivt diskriminineraðir í
politiskum høpi, tvørturímóti.
Tískil má staðfestast, at stórur
tørvur er á, at broytingar verða
gjørdar í vallógini. Vallógar-
broytingar, ið tryggja, at kvinn-
ur, ið stilla upp til løgtingsval,
fáa í hvussu er eins nógv gagn
av listaatkvøðum sum uppstill-
aðu menninir fáa. Hetta soleiðis
at vit kunnu fáa fleiri kvinnur
valdar á ting og soleiðis at vit
kunnu fáa ein betri lands-
politikk.
“Soleiðis koma kvinnur
á ting”
Í grein í Sosialinum hin 27.
august 2007, ið hevur yvirskrift-
ina “ Soleiðis koma kvinnur á
ting” vísir Kári á Rógvi, formað-
ur í Javnstøðunevndini, á, at
hugsast kann, at t. d. kvinnu-
listar í Suðurstreymi hjá teimum
stóru flokkunum kunnu tryggja
bæði fleiri atkvøður tilsamans
til flokkin umframt javnari kyns-
býti. Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrøðingur, vísir á tað
positiva við kvinnulistum og
sigur m. a., at kvinnur á einum
internum kvinnulista ikki oyði-
leggja fyri hvørja aðra. Til ber at
hava nógvar kvinnur á einum
flokslista ella rættari á einum
internum flokslista, uttan at tær
taka atkvøður frá hvørjari
aðrari. Jógvan Mørkøre leggur
somuleiðis dent á, at hetta sam-
stundis gevur veljaranum, ið vil
atkvøða eina kvinnu inn í løg-
tingið, trygd fyri, at atkvøðan
veruliga fer til eina kvinnu.
Jógvan Mørkøre sigur harum-
framt í nevndu grein, at verða
Føroyar eitt valdømi, so er ikki
óhugsandi, at fleiri internir
kvinnulistar verða. Hetta í øllum
førum hjá størru flokkunum, har
tað veruliga kann gagna kvinnu-
num. Verða Føroyar haraftur-
ímóti verandi 7 valdømi, skulu
vit valla vænta slíkar kvinnu-
listar aðrastaðni enn í Suður-
streymi, uttan kanska í ávísum
flokkum í Norðoyggjum, í
Eysturoynni og í Suðuroy.
Á fundi um “Kvinnur í poli-
tikki“ hin 28. august 2007 vísti
Kári á Rógvi á, at § 18 í vallóg-
ini er ikki nóg greið og at løg-
tingið greitt má seta í vallógina,
hvussu atkvøðurnar á slíkum
internum (kvinnu)listum skulu
teljast saman, soleiðis at slepp-
ast kann undan løgfrøðisligari
togan eftir val. Høgni Hoydal,
formaður Tjóðveldisfloksins
legði dent á, at hann helt tað
vera rættast at staðfesta í val-
lógini, at atkvøðurnar á intern-
um kvinnulistum skulu teljast
saman við atkvøðunum á van-
ligu listunum.
Í sambandi við at uppskot um
broyting av vallógini júst nú ligg-
ur í rættarnevnd løgtingsins
hava allir løgtingslimir, rættar-
nevndin og ikki minst Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður í
javnstøðumálum, Jacob Vester-
gaard, landsstýrismaður, ið varar
av vallógini, umframt Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, framúr
góðar møguleikar at fáa
nágreinað §18 í vallógini, soleið-
is at ásett verður í greinini, at
atkvøður til internar kvinnulistar
telja saman við “vanliga lista-
num”, tá uppgjørt verður,
hvussu nógvar atkvøður flokk-
urin hevur fingið tilsamans,
soleiðis at politisku flokkarnir
fáa møguleika at nýta kvinnu-
listar longu til komandi val.
Løgtingið eigur at tryggja, at
kvinnur fáa eins stóra nyttu av
listaatkvøðum sum menn, hetta
fyri at tryggja, at føroyska sam-
felagið verður stýrt av bæði
monnum og kvinnum og soleið-
is at samfelagið fær ein betri og
meira fjøltáttaðan politikk.
Neyðugt at nýta kvinnulistar
at skunda undir betri kyns
javnstøðu í politikki
Alt bendir á, at tað er neyðugt at
nýta internar kvinnulistar sam-
bært § 18 í vallógini – at skunda
undir gongd, ið fer at hava við
sær, at vit fáa betur javnstøðu
millum kvinnur og menn í poli-
tikki. Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrøðingur, og Kári á
Rógvi, løgfrøðingur, hava í
fjølmiðlunum víst á, at nýtsla av
kvinnulistum innan karmarnar á
verandi politisku flokkum, er
skipan, ið óivað vil hava við
sær, at fleiri kvinnur verða vald-
ar í løgtingið.
Kvinnur, sum stilla upp á
vanligu listunum hjá politisku
flokkunum, fáa aloftast ikki
annan leiklut enn at vera “med-
hjálpir”, pynt og stemmusaml-
arar hjá kendum, mannligum
valevnum. At broyta hesa sera
óhepnu og gamalsligu/ómodern-
aðu siðvenju og fremja veruliga
politiska javnstøðu millum
kvinnur og menn, er alneyðugt
at kvinnur fáa høvi at stilla upp
á internum kvinnulistum og er
neyðugt at kvinnur fáa minst
líka stóra rúmd í fjølmiðlum, á
almennum politiskum fundum v.
m. sum mannligu valevnini fáa.
Føroyar sum modernað
samfelag
Ynskja vit at Føroyar skulu
gerast eitt modernað samfelag,
har rúmd er fyri fjølbroytni og
bleytum virðum í politiska
rúminum og politiskum arbeiði,
mugu vit tryggja, at kvinnurnar
fáa nátúrligt og sjálvsagt pláss á
ovastu politisku rókum – í
løgtinginum og í landsstýrinum.
Tórshavn, hin 10. september
2007
Sjálvstýrisflokkurin metir,
at tíðin er komin at taka
støðu til, at løgmaður verð-
ur valdur beinleiðis av
fólkinum.
Enn er ikki nóg greiður
skilnaður ímillum lóggev-
andi og útinnandi vald í
Føroyum. Hóast stýrisskip-
anin ásetir, at hvør ting-
maður bert er bundin av
sannføring síni og at lands-
stýrið við løgmanni á odda
skal umsita útinnandi vald-
ið, so er veruleikin, at
sama samgonga altíð ræður
bæði á Løgtingi og í Tinga-
nesi.
Vit eiga at ruddað slóð
fyri, at Føroya fólk kann
vísa á sítt løgmansevni.
Formliga skal løgtingið
eftir stýrisskipanini velja
løgmann, og verður hetta
framhaldandi galdandi til
annað verður ásett í før-
oyskari grundlóg. Men
onki forðar løgtinginum at
spyrja fólkið, hvør er besta
løgmansevnið.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur sum einasti flokkur í
stevnuskrá síni, at fáa
fólkavaldan løgmann.
Saman við størri og sterk-
ari kommunum og Føroy-
um sum eittans valdømi,
kann beinleiðis tjóðar-
atkvøða um løgmansem-
bæti tryggja veruligt og
haldgott fólkaræði í Før-
oyum.
Føroyskur politikkur er
alt ov nógv merktur av, at
løgtingsvalið snýr seg um,
hvør sleppur í samgongu,
og hvønn samgongan velur
í landsstýrið. Allur poli-
tikkur skal gerast av undir
stuttum og fløktum sam-
gongusamráðinum. Løg-
maður verður oftast ein av
floksformonunum, men
sjálvdan verður viðkom-
andi sitandi meir enn eitt
skeið, tí onnur samgonga
verður skipað, uttan mun
til, hvørja undirtøku løg-
maður sjálvur hevur mill-
um manna.
Hetta avmarkar lóggev-
andi valdið, tí bert góð
helvtin av tingmanningini
fær ávirkan næstu fýra
árini, enntá avmarkaða
ávirkan, tí landsstýrið
hevur mest at siga í sam-
gonguni. Nærum øll lógar-
uppskot koma frá umsit-
ingini hjá landsstýrinum,
sum harvið gert bæði
lóggevandi og útinnandi.
Nærum ongi andstøðu-
uppskot verða samtykt, og
alt ov lítið samstarv er frá
máli til mál um fíggjar- og
lóggávupolitikk.
Men hetta avmarkar
eisini útinnandi valdið, tí
løgmaður sleppur í veru-
leikanum ikki at velja sær
landsstýrifólk eftir vild,
men má taka við teimum
fólkum, ið flokkarnir vísa
á. Í hesum valskeiði hevur
løgmaður útnevnt nýggju
landstýrisfólk, har øll vóru
menn, ikki ein tann einasta
kvinna megnaði at vinna
upp um landstýrisgáttina
hjá samgonguflokkunum;
tað hevði neyvan hent, við
einum fólkavaldum
løgmanni
Eftir hetta verður ikki
neyðugt við formligum
samgongusamráðingum.
Løgmaður fer ivaleyst at
tryggja sær undirtøku á
tingi við at velja lands-
stýrismenn úr ymsum
flokkum, men fer samstund-
is at kjósa sær ráðharrar, ið
hava neyðugan fakligan
førleika eins og politiska
fatan at útinna valdið væl
og vinna undirtøku fyri
sjónarmiðum sínum á
tingi. Løgmaður verður
styrktur, tí hann hevur
beinleiðis mandat, og kann
seta í starv og úr starvi
landsstýrislimir óheft av
smáligum samgonguatlit-
um. Løgtingið verður
styrkt, tí alt tingið nú kann
arbeiða saman mál fyri
mál. Avtalur verður sjálv-
sagt gjørdar, men í inni-
haldi og tíð meiri hóskandi
avmarkaðar enn verandi
alfevnandi samgonguskjøl
fyri fýra ár.
Mong onnur lond hava
líkar skipanir. Í næsta
grannalandi okkara, Skot-
landi er løgmaður júst
valdur, tað er formaðurin í
størsta flokkinum, Skotska
Sjálvstýrisflokkinum, og
hevur hann valt ikki at gera
nakra samgonguavtalu,
uttan heldur samstarva við
allar flokkar. Í Fraklandi er
politiska skipanin endur-
nýggja ígjøgnum beinleiðis
forsetaval, og ongastaðni
stendur tingið so sterkt
sum í USA, har forsetin er
fólkavaldur.
Stjórnarskipanarnevndin
hevur eisini víst á hesi
viðurskifti og mælt til at
loyva beinleiðis valdum
løgmanni.
Løgmaður veljast beinleiðis av fólkinum
løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin
Kári P.
Højgaard
Kvinnulistar