Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 175 - 11. september 2007 Fáa upplýs- ingar um sjúklingar á skerminum Við eini talgildari heilsu­ skipan, sum nú er sett í verk, ber til hjá sjúkra­ húsum og kommunu­ læknum at bíleggja blóð­ royndir og røntgenmynd­ ir og at lesa svarið bein­ leiðis á telduskerminum Tað eru WM­data og Sam­teld, sum hava latið talgildu heilsuskipanina, sum helsuverkið nú hev­ ur yvirtikið. Longu nú verður tal­ gilda heilsuskipanin brúkt dagliga á fleiri øki í heilsuverkinum, og sam­ stundis er ein ætlan løgd fyri, hvussu restin av heilsuverkinum skal knýtast upp í skipanina. Í løtuni eru tað seks kommunulæknar sum brúka skipanina, umframt medisinska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, kommunulæknavaktin, barnadeildin og Oyrna­ næsa­ og hálsdeildin. Tilsamans er einir 300 brúkarir stovnaðir í skip­ anini og av teimum brúka einir 50 hana dagliga, sigur Almanna­ og heilsu­ málaráðið. Næsta stigið er at seta skipanina í verk í restini av Landssjúkrahúsinum, á Klaksvíkar sjúkrahúsi, á Suðuroyar sjúkarhúsi og hjá teimum kommunu­ læknum, sum vilja hava hana. Kommunulæknar verða nevniliga ikki tvingaðir at brúka skipanina. Almanna­ og heilsu­ málaráðið sigur, at tað slepst ikki uttanum, at KT er ein natúrligur part­ ur av virkseminum í ein­ um samfelag eisini í heilsuverkinum. Tí er arbeiðið at seta í skipanina raðfest høgt í Almanna­ og heilsumála­ ráðnum. Málið er, at skipanin skal verða tikin í nýtslu í øllum heilsuverkinum við ársenda 2008. Tað er nú blivið nógv tryggari at verða sjúklingur í Føroyum Frambrot Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Føroyar hava latið seg í gulu føraratroyggjuna og tí er hetta eitt einastandandi høvi at verða undangongu­ land, sum onnur fara at brúka sum fyridømi. Hetta er skoðsmálið, sum nýggja talgilda sjúklinga­ skráin hjá heilsuverkinum fær frá Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Almanna­ og heilsumálaráðnum. Slíkar heilsuskipanir eru vanligar aðrastaðni. Men før­ oyska skipanin er tann fyrsta, har allir upplýsingarnir um hvønn einasta sjúkling eru goymdi á sama staði. Hetta fer at gera tað mun­ andi skjótari, effektivari og greiðari hjá læknum og øðrum heilsustarvsfólki, at fáa allar neyðugar upplýs­ ingar um sjúklingar. Og tað kann bjarga manna­ lívum, tá ið harðast leikar á. Talan er um eina talgilda sjúklingaskrá, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð. Men nú er komið so langt, at THS skipanin, ella Talgilda Heilsuskipanin, sum hon eitur, varð handað almanna­ og heilsumála­ ráðnum á lítlari samkomu á ráðnum fríggjadagin. ­ Fremsta endamálið var at fáa eina skipan, sum hjálpir starvsfólki í heilsuverkinum at gera teirra arbeiði, sum er at geva sjúklingum eina góða tænastu, segði Hans Pauli Strøm, tá ið hann tók ímóti skipanini. Hann leggur afturat, at tey, sum longu eru farin at brúka skipanina, eru so væl nøgd, at tey kundu ikki hugsað sær at verið hana fyriuttan og teirra tilmælið er, at skipanin verður ment enn meiri. Eisini umboð fyri tey, sum hava ment skipanina, kalla hetta ein varða á økinum. Ein sjúklingur- ein journal Skipanin merkir, at hvør sjúklingur hevur bara eina og somu sjúklingaskrá, hvar í heilsuverkinum, hann so enn er staddur. Og tað er ein skipan, sum er eitt eindømi og sum onn­ ur lond øvunda okkum. Tí kunnu Føroyar gerast undan­ gonguland á hesum øki, segði landsstýrismaðurin. ­ Í hesum føri, hava vit gingið á odda og vit eru fyrsta land í heiminum, sum hevur ein samanhang­ andi sjúklingaskrá. ­ Nú er tað nógv tryggari at verða sjúklingur, varð ført fram á samkomuni. Nú ber tað til at bíleggja blóðroyndir, heilivág, rønt­ genmyndir og aðrar kann­ ingar beinleiðis umvegis telduna og fáa svarið bein­ leiðis á telduna. Trygdin í hásæti At hvør sjúklingur nú hevur eina og somu journal í øll­ um heilsuverkinum, merkir ikki, at ein og hvør sleppur framat øllum upplýsingum. Tvørturímóti er alstórur dentur lagdur á trygdina og at ein og hvør ikki sleppur framat øllum upplýsingum. ­ Skipanin er soleiðis snikkað saman, at hvørt starvsfólk sleppur bara framt teimum upplýsingum, sum fakligur tørvur er á at fáa og óviðkomandi sleppa ikki framat nøkrum, tey ikki hava brúk fyri at vita. ­ Men í neyðstøðu ber til hjá læknum at fáa aðrar upp­ lýsingar úr sjúklingaskránni, men so verður tað skrásett automatiskt í skipanini, hvør hevur fingið hesar upp­ lýsingarnar og viðkomandi skal so grundgeva fyri, hví tað var neyðugt at fáa teir. Men tað ber eisini til hjá sjúklingunum at biðja um, at ávísir upplýsingar ella allir upplýsingarnir verða fjaldir í skipanini, so at tað ikki slepst framat teimum. Harafturat hevur sjúk­ lingaskráin eisini fleiri aðr­ ar innbygdar trygdarskipan­ ir. Soleiðis ávarar skipanin automatiskt, er talan um ávísan heilivág ein sjúkling­ ur ikki tolir, ella um sjúk­ lingurin er ovurviðkvæmir fyri ávísum evnum. Skipanin ávarar eisini automatiskt, er ætlanin at geva einum sjúklingi heili­ vág, sum ikki riggar so væl saman við øðrum heilivági, sjúklingurin fær framman­ undan. Hóast sjúklingaskráin nú er talgild, verður ikki talan um, at hvør sjúklingur sær atgongd til sína egnu skrá. ­ So langt er skipanin ikki ment enn, men tað kann væl hugsast, at einaferð í framtíðini koma vit hartil, at vit fáa eina skipan sum ger, at hvør einstakur sjúk­ lingur umvegis heimateld­ una fær innlit í sína egnu sjúklingaskrá, sigur Allan Skaalum, stjóri á Lands­ sjúkrahúsinum. Føroyingar í gulu troyggjuni Nú skal hvør sjúklingur hava sínu egnu, talgildu sjúklingaskrá, sum fylgir teimum í øllum heilsuverkinum og tað ger tað nógv tryggari at vera sjúklingur Útvarpsbólkur í Rex Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir danski bólkurin On The Radio í Rex. Bólkurin hevur ein útvarpsvert afturat sær at hita áhoyrararnar upp og lat eiðbeina teir ígjøgnum tónleikin, ið einamest er samansettur av kendum útlendskum lániløgum. Frá seinastu fimm ártíggindunum, alt frá gamla 60´ara poppinum til 70´ara diskodansi og 80´ara rock ´n roll. Og mín sann, um ikki eitt sindur av forpoppaðum tekno er komið við á skránna. Atlantic 15 mió. avlop Umsetningurin hjá Atlantsflog fyrra hálvár í ár táttaði í 273 milliónir krónur, og yvirskotið fyri skatt var 15,3 milliónir krónur Samanborið við fyrra hálvár í fjør er úrslitið sera gott. Tá var úrslitið 2,1 milliónir krónur. Í hálvársroknskapinum eru virðisbrøv í skrásettum feløgum tikin upp til kursvirði, og hevur tað medvirkað til góða úrslitið við góðum fimm milliónum krónum. Aftan á skatt var úrslitið fyrra hálvár 12.532.764 krónur. Bæði talið av ferðafólkum og framleiðslum av flog­ tímum við flogførum og tyrlum vaks fyrra hálvár í ár í mun til í fjør.