týsdagur 11. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 11. september 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Karen Gregoriussen, Tórshavn, fer úr
Vesturkirkjuni mikudagin kl. 14. Bønarhald verður
í Vesturkirkjuni í dag kl. 17.00
Helga Djurhuus, ættað úr Miðvági, búsitandi í
Havn, andaðist á Láargarði mánadagin, 94 ára
gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Í dag, týsdagin 11. septem
ber, fyllir starvsfelagi okk
ara á Sosialinum, Leo Poul
sen, uppvaksin og búsitandi
í Nólsoy, fimmti ár.
Vanligt er, tá orð verða
søgd um fólk, ið hava merk
isdagar, at byrja við byrj
anini. Men í dag fara vit at
byrja við tí, sum Leo fæst
við í dag. Í nógv ár hevur
hann fingist við journal
istiskt arbeiði, tey nógvu
árini í Dagblaðnum.
Leo byrjaði á Sosialinum
12. mars í ár. Hann hevur
verið trúgvur, dugnaligur,
nærlagdur og hevur lagt
nógv fyri hesa tíðina, hann
hevur verið ein partur av
journalistisku manningi á
blaðnum.
Nú hann fer um tey
fimmti, er hann staddur í
USA, men tað er ikki tí, at
vit hava sent hann yvir
hagar at skriva frásagnir um
hin tiltikna 11. september,
ið skakaði alt USA og stór
an part av heiminum við.
Mostir Leo giftist í sínari
tíð yviri í USA, og tí eigur
hann
systkinabørn
við
familju har yviri, sum hann
nú er farin at vitja og heldur
føðingardagin saman við.
Áðrenn hann fór, helt
Leo skemtandi fyri, at hann
var biðin um at hava nøkur
røst seyðarhøvd við yvir til
Bill Gates – ella kanska
fóru teir báðir bara eftir hav
hestaungum, nú tann tíðin
er.
Skemtiligur kann hann
vera sum fáur – og ikki und
ur í, at hann og bygdamaður
hansara, Aksel, á sinni
gjørdust stuttligastu menn í
Føroyum í kapping við aðr
ar stuttligar føroyingar.
Leo og Liljan giftust, tá
tey vóru blaðung, men fyri
nøkrum árum síðan dróg
sundur teirra millum. Tey
eiga døturnar, Tanju og
Jeanne, sum báðar eru
vaksnar.
Tað var ein bilsin og fegin
starvsfelagi, sum seint í
summar fortaldi okkum, at
døturnar høvdu givið sær
eina ferð yvir til USA í
føðingardagsgávu, nú hann
fór at runda tey hálvt
hundrað í heyst.
Leo er sonur Anfinn og
Merry Poulsen í Nólsoy.
Abbin í faðirættini var
Kjeld, vanliga róptur Kjeld
í Nugga, og ommuna róptu
vit Lolla. Hon var av
Lítlaheygsættini í Hósvík,
haðani
langomma
mín,
Elspa, eisini var. Tær báðar
vóru systrar, sum giftust út
til Nólsoyar.
Hóast vit næstan eru
javngamlir, havi eg onkuntíð
argað Leo við, at hann er eitt
heilt ættarlið eldri enn eg!
Foreldrini hjá Leo eins
og abbin í faðirættini fing
ust við handilsligt virksemi.
Tá vit vóru smádreingir,
høvdu tey saltfiskakjallara
í bygdini, sum í tíðarskeið
um, tá útróður var, gav ar
beiði til fleiri hendur. Tey
høvdu handil, og Anfinn
gjørdist eisini ein av frægu
reiðarunum í Nólsoy í sínari
tíð.
Leo átti tvey onnur systk
in – Unu, sum er deknur
við Nólsoyar kirkju og
Eskild, sum doyði fyri nøkr
um árum síðan.
Liðgur við barnaskúlan í
Nólsoy, fór Leo til Havnar í
framhaldsskúla og haðani á
studentarskúla í Hoydølum,
har hann seinni gjørdist
studentur.
Í fleiri ár var Leo ein av
grundstuðlunum undir Dag
blaðnum, har hann bæði
skrivaði og seinni eisini
fekst við at seta blaðið upp
og gera tað klárt til prent
ingar.
Starvsfelagar
hansara
vóru eitt nú Óla Jákup Ról
antsson, Christian Andrea
sen, sum í dag er kendur
løgfrøðingur – og so Óli
Breckmann, sum í mong ár
var blaðstjóri og krumptapp
urin í øllum, sum hevði við
Dagblaðið at gera.
Leo arbeiddi eisini hjá
Poul Hansen, heilsølu, í
fleiri ár.
Í nøkur ár tók hann sær
av at prenttilgera FFblaðið,
sum Føroya Fiskimanna
felag gav út. Her høvdu vit
eitt sera gott samstarv. Eitt
skifti hjálpti eg honum at
skriva mánaðarblaðið Land
& Fólk, sum hann gav út
nakrar ferðir, og eisini her
var samstarvið fyrimyndar
ligt.
Seinnu árini hevur hann
fingist við ymiskt fyrifall
andi, og eitt nú var hann við
til at byggja nýggja havna
lagið í Nólsoy fyri fáum
árum síðan.
Hann hevur eisini roynt
seg sum útróðrarmann um
borð
á
útróðrarbátinum
Tóru, sum Rúni og Bárður
eiga.
Flestu, sum ikki kenna
Leo
frá
blaðskriving,
munnu hava hoyrt navnið
nevnt í samband við fótbólt,
har hann í fleiri ár var ein
av áleyparunum í bestu
deildini hjá B36 og seinni
eisini hjá LÍF.
Sum yngri minnist eg, at
hansara favoritlið í ensku
fótbóltskappingini
var
Leeds, men síðan liðið er
dottið niður ímillum, hevur
minni verið at hoyrt um
hetta.
Vit eru sera fegin um at
hava fingið Leo til ein av
okkara
starvsfeløgum
á
Sosialinum. Tað liggur sera
væl fyri hjá honum at
skriva, og hann er ikki bang
in fyri uppgávum – hvørki
kendum
ella
ókendum.
Hann hevur eitt serligt
hegni til at lýsa málini við
orðum, sum øll skilja og
kunnu lesa.
Við hesum fáu orðum
ynskja vit starvsfelaga okk
ara hjartaliga tillukku við
degnum og ynskja honum
eina góða ferð handan hav.
-vilmund.
Leo Poulsen fimmti
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan
hátt mintust meg á 70 ára føðingardegnum
tann 28. august.
Ferdinand
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum
gleddi meg á sjeyti ára degnum tann 22.
mai, og gjørdu mær dagin ógloymandi.
Heilsan
Tórgir Strøm
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddi meg á 90 ára
føðingardegi mínum tann 11. juni,
takki eg hjartaliga.
Takk fyri vitjanir, gávur, blómur,
uppringingar, fjarrit og ikki minst nógv
góð orð - skrivað, yrkt og talað.
Stóra tøkk til tykkum, ið gjørdu mær dagin
ógloymandi.
Heilsan
Herborg Strøm, Vágur
Dagurin
12. september. Guido, deyður í 1012. Guðrøkin ungur
maður, sum gjørdi fleiri pílagrímsferðir. Heimafturkomin
doyði hann í Anderlecht í Hálandi av stravnu ferðum
sínum. Fleiri undurverk hendu við grøv hansara, og tí
varð hann lýstur halgimenni. Atli P. Dam, fyrrverandi
løgmaður var føddur hendan dagin í 1932
Lesið Sosialin - so eru tit við