Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 175 - 11. september 2007 Týsdagin 11. september eru leiðin 15 ár síðan undirgrundin kom á føroyskar hendur. Størsta hending í føroyskari politiskari søgu, segði Atli P. Dam, táverandi løgmaður, um avtaluna UndirgrUnd Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tá vit nevna 11. september, verður fyri tað mesta hugs­ að um søguliga lagnudagin, tá yvirgangsfelagsskapurin Al­Qaeda leyp á World Trade Center og Pentagon í USA tann 11. september í 2001. 11. september er eisini ein søguligur dagur her hjá okkum. Hendan dagin í 1992, fyri 15 árum síðan, varð avtala gjørd millum Atla P. Dam, táverandi løg­ mann, og Poul Schluter, táverandi forsætismálaráð­ harra í Danmark, um at før­ oyingar kundu yvirtaka før­ oysku undirgrundina. Teir, sum vóru við til samráðing­ arnar hendan dagin, vóru umframt løgmann eisini Jógvan Sundstein, fíggjar­ málaráðharri, Svend Åge Ellefsen, orkumálaráðharri, og Halgir Winther Poulsen, formaður í donsk­føroysku samráðingarnevndini um undirgrundina. Fyri donsku stjórnina vóru umframt Poul Schluter eisini Uffe Ellemann Jensen, uttanríkis­ málaráðharri, Anne Birthe Lundholt, orku­ og ídnaðar­ málaráðharri, Wiese, skriv­ stovustjóri, og Inger Skyts­ gaard frá danska partinum í samráðingarnevndini um undirgrundina. Í tíðindaskrivi frá donsku 15 ár síðan undirgru nøvn Atli P. Dam, løgmaður, og Poul Schlüter, forsætismálaráðharri, hava júst undirskrivað avtaluna um yvirtøku av málsøkinum ráevni í undirgrundini. Sjálv avtalan varð undirskrivað í Tinganesi tollaksmessudag 23. desember 1992 Tíðindaskrivið frá donsku stjórnini tann 11. september 1992