Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 11. september 2007 17 tíðindi undin varð yvirtikin stjórnini stóð m.a. »Der er i dag truffet principiel aftale mellem regringen og Færø­ ernes landsstyre om at sagsområdet “Råstoffer i undergrunden” overgår til færøsk anliggende. Dette indebærer at hjemestyret får den fulde lovgivende og administrative myndighed samt afholder alle fremtid­ ige udgifter på området«. Størsta hending í føroysk­ ari politiskari søgu, segði Atli Dam, táverandi løg­ maður, um undirgrundar­ avtaluna. Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri, segði eftir at avtalan var undir­ skrivað »Hetta er ein stór løta fyri allar føroyingar, og eg haldi at tað er ómetaliga gott at málið nú er loyst«. Uffe Ellemann Jensen, utt­ anríkismálaráðharri, segði, at avtalan var eitt tekin um tað virðing og álit, sum danir hava fyri føroyingum og føroyska heimastýrinum. Upp á fyrispurning um avgerðin kom at ávirka sam­ ráðingarnar millum danir og grønlendinar um grøn­ lendsku undirgrundina, segði Uffe Ellemann Jen­ sen, at tað ikki kunnu drag­ ast paralellir millum før­ oysku og grønlendsku støð­ una, men samráðingar eru í gongd og har hevur uttan­ ríkisráðið somu støðu mót­ vegis grønlendingum sum føroyingum, nevniliga so langt sum til ber at ganga teirra ynskjum á møti. Sjálv avtalan varð undir­ skrivað í Tinganesi 23. des­ ember 1992. Í hesum sambandi er tað áhugavert at nevna at júst 15 ár seinni, segði Jóannes Ejdesgaard løgmaður við Kringvarpið, at tað er bæði órímiligt og óvirðilig um Grønland ikki fær somu rættindi til sína undirgrund, sum føroyingar hava. »Grøn­ lendingar eiga í minsta lagi at fáa somu avtalu, sum før­ oyingar fingu fyri júst 15 árum síðan«, segði løg­ maður. Avtalan varð gjørd dagin fyri, at Atli Dam fylti 60 ár. Hann hevði sostatt fylt 75 ár tann 12. september í ár, um hann hevði livað. Hann andaðist tann 7. februar 2005, 72 ára gamal. Tríggir av høvuðsperónunum sum vóru við til samráðingarnar, tá avtalan varð gjørd um yvirtøku av undirgrundini tann 11. september 1992, f.v.: Uffe Ellemann Jensen, uttanríkismálaráðharri, Atli P. Dam, løgmaður, og Poul Schlüter, forsætismálaráðharri Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri, segði eftir at avtalan var undirskrivað »Hetta er ein stór løta fyri allar føroyingar«, og Uffe Ellemann Jensen, uttanríkismálaráðharri, segði, at avtalan var eitt tekin um tað virðing og álit, sum danir hava fyri føroyingum og føroyska heimastýrinum Yvirskriftin í Sosialinum leygardagin 12. september 1992: Størsta hending í politisku søgu føroyinga: Undirgrundin yvirtikin