Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 175 - 11. september 2007 tíðindi Valfepur Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur Fólkaflokkurin verður mettur at vera hin mest høgravendi flokkurin í føroyskum politikki. Tá ið hann varð stovnaður, var talan um eina samanrenning millum Vinnuflokkin og einum parti úr Sjálvstýrisflokkinum við Jóannesi Paturssyni á odda. Síðani hava tit gjørt tað til eina dygd at vera flokkurin, ið verjir og virðir vinnuna. Kortini so sigur flokkurin seg vera sosialliberalan. Tað er eitt heiti, ið mong knýta til miðjuna í politikki? – Fólkaflokkurin ER ein sosialur flokkur, men í mun til so nógvar aðrar flokkar, so leggja vit dentin á, at vælferðin byggir á, at vit hava eina vælvirkandi vinnu. Hevur vinnan tað gott, so kann samfelagið eisini hava tað gott. Tá ber til at hava vælferð. Men vinnan má hava frítt at virka uttan at verða dígd undir í skatti og lógaravmarkingum. Tað er her, at tað liberala kemur inn. Annars kann hon ikki trívast. Persónliga frælsið er tó ikki bert ætlað virkiseigarum. Øll skulu hava frælsi og møguleika til at lívbjarga sær sjálvum. Og tað kunnu tey flestu, verður tað skipað so. Onkur verður, ið ikki megnar tað, og teimum skulu vit hjálpa. Tað er tað, vit leggja í, at Fólkaflokkurin eisini er ein sosialur flokkur. Sosialpolitikkur verður mangan settur at vera tað sama sum ein umfordeiling um skattin. At tey, ið eru betur fyri, skulu lata til tey minni mentu um skattin. Tað kann neyvan vera tað, tit hugsa, eftirsum tit vilja hava skattin niður. – Nei, so avgjørt ikki. Skatturin skal niður, so tann einstaki borgarin sjálvur kann velja, hvat og hvussu hann ella hon vil brúka peningin. Vit eru øll brúkarar av vælferð. Men har ber tað til, at hin einstaki sjálvur rindar fyri tær tænastur, sum tað almenna í dag tykist at lata fyri at einki. Í nógvum førum kann tað verða skipað, so gjaldið er knýtt at borgaranum. T.d. at gjaldið fylgir barninum, ið skal ansast. At gjaldið fylgir ungdóminum, ið skal hava útbúgving. Og nakað tað sama, tá ið tað kemur til tey eldru, ið krevja røkt. Tað merkir so eisini, at tær tænastur, ið hava við vælferð at gera, ikki partú skulu keypast frá almennum stovnum. Tú fært eitt val. Og tey, ið bjóða tænasturnar, mugu skerpa seg, tí tey koma í kapping við aðrar veitarar. Tað skuldi so aftur komið borgarunum til góðar, tí tey fáa betri vælferðartænastur í boði. Sum nýkosin formaður vart tú frammi herfyri við einum uppskoti um eina búskaparsemju, sum skuldi tryggja bæði vælferð og sjálvstýri. At avlopið í landskassanum skuldi brúkast helvt um helvt til vælferð og at fáa blokkin úr Danmark niður, um eg skilti tað rætt. – Við tí búskaparvøkstri, vit uppliva, mugu vit duga at húsast. Tað er so skjótt, at alt fer til ein blindan vøkstur í tí almenna sektorinum, men uttan at vit fáa meira vælferð. Samstundis mugu vit ikki missa málið úr eygsjón at gera okkum leys av blokkstuðli­ num úr Danmark. Okkara upp­ skot er tí, at vit brúka helvtina av vøkstrinum til meira vælferð, og hina helvtina til at minka um blokkin. Taka vit eitt ár sum í ár, har vit vænta at fáa eitt avlop upp á góðar 200 mió. krónur, so hevði borið til fyri komandi ár at brúkt 100 milliónir meira til vælferð, og at goldið 100 milli­ ónir sjálvi av tí, ið blokkurin fíggjar í dag. Men tað krevur eina semju, ið røkkur nógv ár fram. Siga vit, at vit í dag fáa góðar 600 milliónir í blokkstuðli, umframt aðrar 100 milliónir, ið danir lata upp á aðrar mátar, so tosa vit um eitt árligt gjald upp á 700 milliónir. Taka vit 100 milliónir burt hvørt árið, so er tað ikki órealistiskt, at vit kunnu vera leys av blokkinum í 2015. 2015 er árið, tú setur sum eitt evstamark fyri, nær allar yvir­ tøkur skulu verða framdar, sum tað ber til sambært yvirtøku­ lógini. – Ja, tá liggja eingir pengar ímillum. Tá ber so eisini til at hava fólkaatkvøðu um einar sjálvstøðugar Føroyar. Tað hava vit sett okkum fyri, at vit skulu hava fólkaatkvøðu um henda spurningin ikki seinni enn 2015. Men vit mugu hava slætt borð fyrst, so tað ber til at lata Føroya fólk hava ein veruligan avgerðarrætt. Slætt borð. Hví hevur tað so stóran týdning? – Tað var tað, vit lærdu, tá ið vit samráddust við danir um at gera Føroyar leysar og skipa viðurskiftini millum londini sum ein frælsan felagsskap. Vit høvdu roknað okkum fram til, at vit kundu vera leys av blokkinum innan fyri 15 ár. Men danir vildu ikki. Teir søgdu 4 ár, um vit skuldu gerast leys. Og so hvarv undirtøkan millum fólk, tí tey sóu, at vælferðin kom í vanda. Nú gera vit tað so øvugta vegin. Vit gera okkum leys av Nú stundar móti løgtingsvali, sum í seinasta lagi verður 19. januar, er Sosialurin farin undir eina nýggja greinarøð um politisku flokkarnar, skrivað av einum av okkara fremstu sam­ felagsfrøðingum og politisku viðmerkjarum. Higartil hava vit havt greinar um Miðflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Sambands­ flokkin. Hesaferð er túrurin komin til Fólkaflokkin Flokkurin Fólkaflokkurin er høgravendur flokkur, ið meira enn nakar annar hevur staðið fyri skattalættum. Vit hava skift orð við nýkosna formannin í flokkinum, Jørgen Niclasen, hvussu hann fær skattalættar at ganga upp við blokkniðurskurð og vælferð