Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 11. september 2007 19 tíðindi hjá fiskivinnuni blokkinum, yvirtaka tað, vit kunnu, og venda so aftur til spurningin um at skipa Føroyar og Danmark í ein frælsan felagsskap. Tá kunnu føroyingar taka støðu til tann spurningin á fólkaatkvøðu, uttan at alt møguligt annað hongur uppií og órógvar. Tú hevur í hesum sambandi samanborið Føroyar við tannáringin, sum er mitt í eini búningarprosess. – Ja, vit mugu royna at gerast vaksin. Tað vilja øll. Men tað krevur, at tú verður førur fyri at gerast leysur av foreldrunum. Og at tú lærir at húsast við pengu­ num. Okkara uppskot um eina búskaparsemju hevur bæði hesi við. Enn eru vit tó ein tann­ áringur. Tað mugu vit ásanna. Men ein tannáringur, sum stendur fyri at gerast vaksin. Tit vilja, at Føroyar gerast vaksnar. Ella við øðrum orðum: Fáa fullveldi. Hví hevur tað so stóran týdning? – Tað er fyrst og fremst í altjóða viðurskiftum, at hetta hevur týdning. Vit síggja tað ferð eftir ferð, at danir hava onnur áhugamál enn vit, og at teir ikki eru førir fyri at umboða okkum, soleiðis sum vit kundu hugsað okkum tað. Vit síggja tað millum annað í ES, har tað bara versnar, tí danir hava valt at lata alt meira av politikkinum verða sam­ skipaðan við hini ES­londini, m. a. á uttanríkisøkinum. Fyri Føroyar hevur tað alstóran týdning, millum annað á fiskivinnuøkinum, at vit kunnu umboða okkum sjálvi. Hvat gera vit so, meðan vit bíða? Tað eru nøkur ár til 2015. – Vit skulu ikki sita hendur í favn til 2015. Tað finnast fleiri felagsskapir fyri m.a. vinnulív og mentan, sum vit kunnu koma okkum uppí. Tá ið tú vitjar ST­ høvuðsborgina í New York finnur tú útav, at tað eru fleiri felags­ skapir til, ið skipa seg nærmast leysar av stjórnunum hjá sær. Vinnulívið í teimum ymsu londunum hevur felags áhugamál á nógvum økjum og ganga tí saman í samstarv. Vit kunnu væl vera við í sovorðnum samstarvi, hóast vit ikki hava fingið fullveldi. Tá ið so er, er tað so neyðugt við fullveldi? – Ja, tað er lættari at vera við, tá ið landið hevur støðu sum fullveldi. Okkara støða sum partur av Danmark gevur okkum javnan óneyðugar trupulleikar. Og vit mugu hava okkara egnu ambassadur runt um í heiminum. Er tað realistiskt hjá lítlum landi sum Føroyar? – Vit kunnu sjálvsagt ikki hava ambassadur allastaðni. Men vit kunnu gera sum t.d. Ísland: Biðja onnur Norðurlond umboða seg, eventuelt hava fólk á teirra sendistovu. Sjálvt tey stóru Norðurlondini lata seg javnan vera umboðað av hvørjum øðrum. Nú vart tú inni á, at Danmark ikki altíð umboðaði Føroyar í ES, soleiðis sum vit vildu gjørt tað sjálvi. Samstundis er tað so, at Fólkaflokkurin ikki ynskir at gerast limur í ES. Hví hava tit sovorðnan skepsiss fyri ES? Hjá einum borgarligum flokki sum Fólkaflokkinum átti ein felagsskapur, sum leggur dent á tey 4 frælsini fyri kapitali, arbeiðsmegi, vørum og tænastum, ein sovorðin felagsskapur átti at verið tann rætti fyri tykkum. – Vit hava ikki trupulleikar mótvegis ES, tá ið tað ræður um tey fýra frælsini. Har síggja vit ongan vanda uttan í spurningi­ num um tilfeingið, fiskurin og oljan. Vit høvdu fegin viljað havt avtalur við ES, har arbeiðsmegi, vørur og tænastur høvdu frítt at fara millum okkum og tey. Men tá ið tað kemur til íløgur eru tit trek. Tit hava ikki hug at lova útlendingum at eiga meira enn ein triðing í fiskiflotanum. – Vit duga væl at síggja tað Framhald á næstu síðu ørgen Niclasen, sum hevur verið formaður í Fólkaflokkinum í ein góða mánaða, heldur tað er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um, hvørt formannskiftið hevur havt nakra ávirkan á veljaraskaran hjá flokkinum Mynd: Jens Kristian Vang