týsdagur 11. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 175 - 11. september 2007
tíðindi
positiva í at fáa útlendingar at
gera íløgur í vinnulívið her á
landi. Men akkurát fiskivinnan er
serlig. Tað er so skjótt, at
útlendingar fara avstað við
øllum. Vandin er, at tann
dynamikkurin, sum er, hvørvur.
Saman við tilfeinginum. Men
annars so vil eg siga, at júst á
fiskivinnuøkinum hava vit einki
at læra av ES. Teirra fiskivinna
liggur í skeljasori. Hatta hava vit
dugað nógv betur sjálvi.
Fiskivinnan tykist at hava eina
serliga støðu hjá Fólkaflokki
num. Og umvent. Vit síggja tað
ikki bara í ESspurninginum,
men eisini í spurningum sum
frádráttin hjá fiskimonnum og í
sambandi við keyp og sølu av
fiskirættindum. Hvussu ber tað
til, at tað er blivið so?
– Hjá einum flokki, sum er
vinnuflokkur, er tað at hava
umsorgan fyri høvuðsvinnuna
heilt náttúrligt. At vit so eisini
fáa viðurkenning og undirtøku
frá hesum partinum av
samfelagnum kunnu vit bara
gleðast um. Tað hevur ivaleyst
samband við, at vit eru tann
flokkurin, ið hevur umsitið
fiskivinnuna mest. Tað, at vit
uttan at himprast hava tikið
fiskidagaskipanina til okkum og
vart hana bæði her á landi og úti
í heimi, tað hevur verið við til at
givið okkum eina stjørnu í hesari
vinnuni. Fiskidagaskipanin, sum
í mun til so mangar aðrar
skipanir, er ein skipan, sum
vinnan sjálv er komin við, hevur
stóra undirtøku millum fólk í
vinnuna. Tað er tað, sum ger
hana so sterka samanborin við
aðrar. Ja, og lat meg leggja
afturat, at tað stríð, ið plagdi at
vera millum veiðihættir, tað
hoyrist lítið til tað, eftir at
fiskidagaskipanin kom at virka.
So eisini á hesum økinum hevur
hon víst sítt virði.
Tit eru eisini fremstu verjar av
sjómannafrádráttinum. Tað gevur
tykkum ivaleyst eisini undirtøku
millum fiskimenn. Men er tað
ikki í andsøgn við at vera ein
liberalur flokkur? – At ein
samfelagsbólkur fær serligar
sømdir?
– Eg haldi ikki, at tað er rætt at
siga, at fiskimenn ella sjómenn
fáa sersømdir. Aðrir sam
felagsbólkar, ið fara av landinum
í arbeiðsørindum, hava sínar
skipanir. Alment lønt fáa
dagpengar, tá ið tey eru burturi.
Skattafrítt. Handverkarar hava
sína skipan. Tað var tað, vit
løgdu okkum eftir, tá ið vit fingu
hesa skipanina fyri sjómenn. At
fáa javnvág. Anfinn Kallsberg
var landsstýrismaður tá og vildi
hava eina skipan, ið gjørdi, at t.d.
fiskimenn ikki vórðu harðari
skattaðir enn í londunum rundan
um okkum, har tað var heilt
vanligt at geva sjómonnum
skattafrádrátt. Tað hoyrir eisini
við til myndina, at teir borgarar,
ið eru nógv burturi, ikki kunnu
njóta tað sama burtur av tí, ið tað
almenna annars veitir sínum
borgarum.
Hesin spurningurin hevur
saman við spurninginum um
Sandoyartunnilin elvt til
trupulleikar í samgonguni. Tit
hava hildið uppá, at tað er
rættari at spara í almenna
rakstrinum enn í íløgunum. Tað
reisir spurningin, um tit ikki seta
vælferðina í váða?
– Vit siga, at vit skulu halda
aftur í økingini av útreiðslunum.
Minst til, at tá ið vit tosa um
landskassan, so eru 92 % rakstur
og bert 8 % íløgur. So vit halda
ikki, at tað er rætt at seta hesi
átta prosentini upp í móti
rakstrinum. Tað er talið nóg
avmarkað til frammanundan.
Men tey 92 prosentini, sum bara
økjast, har er uppgáva at ansa
eftir.
Nú tað stundar til val, vil eg
spyrja, hvørji mál, Fólkaflokk
urin vil leggja serligan dent á at
fáa framt?
– Tá vil eg siga tað sosial
liberala við øllum tí, tað inniber,
m.a. skattalættar. Og at vit koma
á mál við sjálvstýrismálinum.
Búskaparsemjan, er hon partur
av hesum?
– Tað er hon, tó at mær hevði
dámt best, at vit høvdu fingið
hesa semjuna millum allar
flokkar áðrenn valið. Helst við
lóg.
Hvørjar samgongumøguleikar
hevur tú fremst í huganum?
– Yvirhøvur haldi eg, at
samgongur við trimum stórum
flokkum roynast frægast.
Fólkaflokkurin hevur verið í
samgongu við hinar tríggjar av
teimum stóru, so har eru fleiri
møguleikar.
Um tit koma í samgongu aftur,
hvørji málsøki vilja tit so serliga
leggja tykkum eftir at fáa at
umsita?
– Eg síggja soleiðis uppá tað,
at hatta má valdast, hvat ið vit
fáa við í samgonguskjalið. Har,
sum vit fáa okkara politikk í
samgonguskjalið, hevur tað ikki
somu neyð at fáa málsøkið at
umsita. Tá er frægari at fáa eitt
málsøki, har politikkurin hjá
okkum ikki er komin so týðiliga
til sjóndar í samgonguavtaluni.
Fólkaflokkurin
á løgtingi
Vald umboð
Fólkaflokkurin varð stovnaður í 1939 sum ein
samanrenning av Vinnuflokkinum og fólk úr
Sjálvstýrisflokkinum, teirra millum Jóannes Patursson.
Fólkaflokkurin hevur síðani hann varð stovnaður verið
ein av størstu flokkunum á tingi. Á tveimum valum
undir krígnum vantaði bert ein mann í at eiga meiriluta.
Eftir seinna heimsbardaga, tá ið vit fingu eitt
flokkamynstur við fýra stórum flokkum og so úr einum
og upp í fleiri smærri flokkar, hevur Fólkaflokkurin
verið ein av teimum fýra stóru. Tað minsta hann hevur
fingið, var í 1994, tá ið hann fekk 16 %. Tað frægasta
úrslitið var í 1950, tá ið flokkurin fekk 32,3 % og varð
størsti flokkur – tað hevur flokkurin síðani bert roynt
eina ferð aftur: í 1988 við 23,2 %. Fólkaflokkurin fekk á
valinum í 2004 20,6% og hevur í dag 7 umboð á
løgtingi.
Mest niður í veljarakanningunum
Síðani seinasta løgtingsval januar 2004 hevur tað gingið
mest niður í veljarakanningum. Á seinasta løgtingsvali
fekk flokkurin 20,6 %. Í kanningunum síðani valið hava
allar uttan ein í juni 2006 spátt afturgongd fyri flokkin.
Úr 1 til 3 % afturgong. Tann seinasta hjá Fynd í hesum
mánaðinum gevur flokkinum 18,4 %.
Meðal hampa flokkur
Flokkurin er borgarligur flokkur. Liberalur og við
sjálvstýri frammalaga í stevnuskránni. Hyggja vit at,
hvussu veljaraskarin er samansettur sosialt, so síggja vit,
at løntakaraveljararnir býta seg, so hann líkist landinum
sum heild. Í so máta er býtið ímillum fólkafloksveljarar
næstan ein spegilsmynd av landinum í síni heild. Sum
ein flokkur, ið ger nógv burturúr at vísa fiskivinnuni og
fiskimonnum ans, kundi tú kanska vænta, at sjómenn
sóust betur aftur. Prosentvíst rúgva teir eitt sindur meira
enn í samlaða veljaraskaranum undir einum. Men bert
eitt vet. Sjálvandi: Hetta er heldur ikki júst tann
samfelagsbólkurin, ið tekur lut í veljarakanningum, so
tølini verða minni sum heild.
Við í nógvum samgongum
Fólkaflokkurin er í løtuni í einari ABCsamgongu. Tað
vil siga saman við Sambandsflokkinum og
Javnaðarflokkinum. Hann er ikki óvanur við at vera í
samgongu. Næstur eftir Sjálvstýrisfokkin, er hann tann
flokkurin ið hevur verið mestu tíðina í samgongu. Hann
hevur verið í 13 av teimum 22 samgongunum, ið hava
verið í eftirkrígstíð. Tað er ikki meira enn góð helvt,
men Fólkaflokkurin hevur verið við í fleiri av teimum
drúgvu samgongunum, so tá ið vit telja ár, so tosa vit um
knappliga 38 ár tilsamans av umleið 59 árum.
Samansetingin hevur verið so ymisk. Hann hevur
luttikið í høgrasamgongum, stundum við miðjuflokkum
afturat, sjálvstýrissamgongum umframt í trimum
”stórum” samgongum. ACE saman við
Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum 19751981.
ABE saman við Sambandsflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum 19891991. Og so í sitandi ABC
samgongu. Harumframt hevur hann roynt aðrar
samansetingar, eitt nú einsamallur saman við
Javnaðarflokkinum 19911993.
Tríggjar løgmenn
Fólkaflokkurin hevur átt løgmannin í 5 samgongum.
Hákun Djurhuus í sonevnda Sjálvstýrislandsstýrinum
aftur í 60árunum. Jógvan Sundstein í 2 samgongum
19891991. Og so Anfinn Kallsberg í sonevnda
Fullveldislandsstýrunum frá 19982004.
Tveir av tingmonnum
hjá Fólkaflokkinum. Óli
Breckmann, formaður í
tingbólkinum, og Heðin
Zachariasen, sum eisini
er borgarstjóri í Sunda
Kommunu
Mynd: jens Kristian Vang