týsdagur 11. september 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 11. september 2007
21
Fløgan Rensl hjá
Jakobinu er fyrst og
fremst fólkatónleikur
við eini av meira
markantu røddunum
frá áttatiárunum. Á
útlendskum hevði hetta
verið nevnt eitt “come
back”. Stuttligt a hoyra
fleiri góðar tónleikarar,
ið ikki eru frammi
vanliga í dag. Teir eru
“hondplukkaðir” til
uppgávurnar og klár
eisini sín leiklut sera væl.
Ein flott verkætlan og ein
góð fløga, har huglagið,
stemningurin, er avgjørda
styrkin
Ummrøða
Dagfinn Olsen
Dagfinn@sosialurin.fo
Jakobina er aftur at hoyra á
útgávu, eftir steðg í mong ár.
Síðani plátuna við beiggjanum
Palla við Glataðu Spælimonnu
num í 1981, hevur hon ikki verið
útgávuaktuell, men hevur tó
virkað við í tiltøkum og send
ingum av og á.
Men nú kemur hon aftur í
aftur, og tað við fullari megi.
Fyri nøkrum vikum síðani gav
Jakobina út fløguna Rensl.
Tað er enn vísuljómurin, tað
fólksliga, ið er reyði tráðurin og
styrkin. Jakobina Tórstún hevur
við fløguni Rensl veruliga fingið
roynt seg, og væl er komið
burturúr.
At standa fyri og ikki minst
at samskipa slíka verkætlan, er
ikki altíð gamansleikur. Men so
mikið stuttligari er tað aftaná, tá
úrslitið fyriliggur, og soleiðis
rokni eg við at Jakobina kennir
tað nú. Tí hon hevur orsøk at
fegnast, og vera stolt av fyrstu
solofløguni.
Sterkt
Hon hevur savnað eitt úrvalslið
av tónleikarum, ið hóska til
tónleikin, og sum eru gamlir í
garði, teir flestu. Og talan er
veruliga um úrvalslið á meira
enn ein hátt, tí við orðunum hjá
Jakubina sjálvari, so eru teir
“hondplukkaðir” til uppgávuna
og ávísu løgini. T.d hoyrdi hon
Ólav Olsen spæla horn og kendi
beinanveg, at hann skuldi tulka
og spæla inn instrumentala lagið,
sum er á fløguni og soleiðis er
gjøgnumgangandi bakgrunds
søgan. Flestu tónleikararnir eru
úr fólkatónleikaraumhvørvinum,
har Jakobina eisini byrjaði fyri
eini 25 árum síðani.
Eg fari ikki at taka eitt og eitt
lag til viðgerðar, tí tað møðsamt
og keðiligur lesnaður. Men eg
nevni óivað nøkur løg á vegnum.
Eisini meti eg, at fløgan skal
síggjast/hoyrast sum ein heild.
Hon er upptikin í Studio
Oyravox hjá Terja Rasmussen í
Nólsoy. Og hetta hevur merkt
fløguna, tí tað er í stóran mun
huglagið, stemningurin, ið er við
til at bera fløguna. At fólkini
savnast á staðnum og eru saman,
og ikki sleppa nakran veg
beinanvegin aftur, er við til at
skapa samanhald og atmosferu,
ið hoyrist aftur. Her er ikki talan
um tónleikarar, sum koma inn í
45 minuttir at spæla guitar, og so
eru nøgdir við avrikið, tí at
børnini júst tá skulu heintast í
skúla ella barnagarði, ella konan
er liðug í bindiklubbanum. Her
slepst ongan veg, fyrr enn Ritan
siglir, so ein kann tað sama gera
sær ómak og vera við í selskapi
num.
Hervið er ikki sagt, at nakað er
galið við løgum og orðum á
fløguni, tí tað er tað als ikki.
Fleiri teirra eru rættiliga sterk,
góð og ikki minst ærlig.
Lagið “Í mánalýsi” hava vit
hoyrt fyrr við Deiggj, men
Jakobina eigur tað, og tí er gott
at hoyra hetta lag við uppruna
persóninum, tí hetta er veruliga
eitt gott lag. Eitt lag, ið er nakað
fyri seg, sum sum festir seg.
Ikki minst lagið “Brotið” er
sterkt og inniligt. Tikið úr
veruleikanum, úr hjartanum, og
sungið verður um, tá kærleikin
brotnar og hjørtu og lív og lagnur
fara í knús. Men lagið er ein
troyst til hin partin, ið stóð
mótfallin eftir, og ikki átti sker at
klintra uppá, tá vandasjógvar
skolaðu, og ongin hond tóktist
rætta seg at taka hann uppá turt.
Sterk lýsing og ein djørv roynd
at lýsa egnar kenslur, sum hóast
gjørdar meira almennar, hómast
millum reglurnar.
kári
At hava fingið Kára Leivson,
kára p, við á fløguna, er í hesum
førinum eitt bragd. At geva fløgu
út er tungt í sjálvum sær, og tí er
kanska ivasamt, hvussu nógvar
koma frá kára p afturat, hóast
hann óivað eigur tilfar í “niðastu
skuffuni”, men at Jakobina her
tekur hann við í sína egnu
fløguætlan er flott. Jakobina
hevur sungið lagið hjá Kára
alment og saman við beiggjanum
Palla, og ætlandi skuldu tey
syngja røddir á lagnum aftur við
Kára. Men tá Kári hevði sungið
sangin, stóð hann so sterkur, at
tey valdu at lata hann standa, og
tað var eftir míni metan væl valt
og væl klárað. Kári p hevur her
gjørt eina av sínum perlum,
ongin ivi um tað. “Sátt” er heilt
víst kandidatur at koma millum
“15 tær bestu” eftir kára p.
Kenslur
Instrumentala lagið “Kærleiki”
er eisini vert at taka fram.
Kenslurnar, ið Jakobina her
roynir at lýsa í einum av sínum
allar fyrstu kompositiónum
yvirhøvur, er longsul. Kærleiki
og longsul, sum tá skip fara, og
onkur stendur eftir við vitan og
veitrar, men alt hvørvur í havs
brúnni. Einsemiskenslan, sum
kærleikin og longsulin eisini
eigur. Men við at lata lagið
standa uttan orð, velur Jakobina
at lata áhoyraran sjálvan tulka,
og tað er eisini væl valt, tí orð
eru upprunaliga til lagið.
Rensl er fyrst og fremst fólka
tónleikur við eini av meira
markantu røddunum frá
áttatiárunum. Á útlendskum
hevði hetta verið nevnt eitt
“come back”. Stuttligt a hoyra
fleiri góðar tónleikarar, ið ikki
eru frammi vanliga í dag. Teir
eru “hondplukkaðir” til upp
gávurnar og klár eisini sín leiklut
sera væl. Ein flott verkætlan og
ein góð fløga, har huglagið,
stemningurin, er avgjørda styrk
in, saman við fleiri góðum løg
um, sum fólk longu tykjast hava
tukið til sín. Heilt víst ein fløga,
ið ikki dettur burtur ímilum í
føroyska fløgusavninum.
Hugaligt og hugfarsligt
Jacobina Tórstún kom herfyri við nýggjari fløgu
Mynd: Jens Kristian Vang