Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 175 - 11. september 2007 ] Verjan er framvegis opni spurningurin á landsliðnum. Men tað bendir á, at tað eru Atli Danielsen, Jákup á Borg og Símun Samuelsen, sum mugu bíða eftir seinastu meldingu­ num um Jón Róa Jacobsen Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er planur B, sum er á skránni til venjingarnar hjá føroyska landsliðnum í Kau­ nas. Tað verður ikki fyrr enn í evstu løtu, at tað verð­ ur tikin endalig støða til, um Jón Rói Jacobsen fer at spæla, og hetta hevur eisini merkt venjingarnar hjá lið­ num. Og hesar benda á, at Før­ oyar fáa ein nýggjan A­ landsliðsspælara miku­ kvøldið. Johan Troest Davidsen hevði ikki verið í hópinum, fyrr enn hesaferð, og longu á tíðindafundinum gav Jógvan Martin Olsen til kennar, at tað var væl hugs­ andi, at nýggi maðurin fekk spælitíð. Og hendan verður eftir øllum at døma á vinstra bakki. Soleiðis, sum verjan varð sett saman til venjing­ arnar, verða tað Atli Daniel­ sen og Fróði Benjaminsen, sum røkja miðverjusessir­ nar, meðan Jákup á Borg spælir høgri bakkur. Verður Jón Rói Jacobsen tøkur, er lættasta loysnin helst at flyta Atla í høgra borð og Jákup niðan á vanda mið­ vallarplássið. Verður tað gjørt, so merkir hetta eisini, at Símun Samuelsen má út á beinkin at sita. ­ Sum er, so fær Jón Rói ikki tikið lut í venjingunum, og tí mugu vit fyrireika okk­ um upp á tann møguleikan, at hann heldur ikki spælir mikukvøldið. Men vit vóna, at hann er tøkur. Hann vandi nakrar stabilitetsvenj­ ingar í morgun (mánamorg­ unin, blðm.), og nú seinna­ partin er hann á súkklu, meðan hinir venja. So vit mugu bara síggja tíðina an, sigur Jógvan Martin Olsen. ­ Og tað ávirkar so sjálv­ andi eisini samansetingina longur frammi á vøllinum. Tí í løtuni er spurningurin har so, hvørt Jákup skal spæla á bakkinum ella long­ ur uppi á vøllinum. Júst tann spurningurin man tó vera einasta iva­ málið, tá liðið skal setast saman frameftir. Á sentrala miðvøllinum verða tað uttan iva Mikkjal Thomas­ sen og Súni Olsen, ið fara at spæla, meðan Christian Høgni Jacobsen verður ytstur í vinstru. Og so verða tað Rógvi Jacobsen og Christian Lamhauge Holst, ið fara at manna álopspláss­ ini. Mugu tora Tá tosað verður um avbjóð­ ingina mikudagin hevur landsliðsvenjarin fyrst og fremst hug at seta fokus á føroyska spælið. Sjálvandi eru sjónbandaupptøkur og tilhoyrandi analysur gjørdar av mótstøðuliðinum, men meira enn hetta er fokus vent móti føroyska spæli­ num. ­ Tað er jú sagt ofta, men tað, sum er so øgiliga um­ ráðandi hjá okkum, er, at vit tora at spæla. At vit fáa mótstøðumenninar at hugsa í verjustøðu. Gera vit ikki tað, so fáa kantarnir hjá hin­ um aloftast somikið gott pláss niðaneftir, at teir í veruleikanum virka sum eyka áleyparar. ­ Megna vit hinvegin at spæla forbíð fremstu ketuna hjá teimum. Soleiðis at teir eisini noyðast at venda heimeftir. Og soleiðis at teir eisini mugu hugsa í verjustøðu, verður spælið hjá okkum nógv lættari. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Venjingar­ støðan passar væl Soleiðis sum føroyska fótbóltskappingin er skip­ að, so hava trupulleikar ofta verið, tá dystir skulu spælast heilt tíðliga á árinum. Hinvegin er ein lands­ dystur í september mán­ aði væl nakað nær tí opti­ mala hjá einum landsliðs­ venjara. Men júst hesa sannroynd vil Jógvan Martin Olsen ikki treyta­ leyst skriva undir uppá. Heldur ikki, hóast júst arbeiðið við venjingar­ støðuni hjá spælarunum hevur staðið ovarlaga á skránni seinnu árini. Ikki minst ígjøgnum sam­ starvið við Magna Mohr, sum er fysiskur venjari. ­ Tú skuldi jú hildið, at hetta var optimalt hjá okkum, men tað hevur tað so ikki altíð verið. Ofta hevur tað heldur verið hinvegin, at før­ oyskir spælarar hava havt eina niðurgongd í formi­ num í august mánaði. Men tosar tú um liðið í dag, so haldi eg kortini, at menn tykjast at vera væl fyri. Nú kenni eg so ikki úrslitið av teimum royndum, sum Magni gjørdi við spælarunum í dag, men teimum hyggja vit so sjálvandi eisini eft­ ir. Og vónandi vísa tær so, at venjingarstøðan hjá flestu spælarunum er nøktandi, sigur Jógvan Martin Olsen. -mørk Líkist einum plássi til Troest Venjingarvøllurin hjá føroyska landsliðnum í Kaunas er ikki av bestu grasvøllum, sum spælararnir hava roynt seg á