Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 175 - 11. september 2007 ] Fýra dagar til VB/Sumba- venjaran Aganevndin hevur gjørt av, at VB/ Sumba venjarin skal halda seg burtur fýra tær næstu ferðirnar, tá ið liðið fer at spæla í Formuladeildini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Venjarin hjá VB/Sumba hevur ikki loyvi at vera í nánd av illa stadda liði sínum, tá ið VB/Sumba fýra tær næstu ferðirnar fer at spæla í Formula­ deildini. Tað er úrskurð­ urin, sum Aganevndin hjá FSF er komin til, eftir at Starvnevndin bað um, at málið varð tikið upp. Tað snýr seg um, at VB/Sumba venjarin, eft­ ir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda 2­1 á Vágseiði, fór inn á vøllin og langaði við knýttum neva til ein av spælaru­ num hjá EB/Streymi, sum var staddur á vølli­ num skamt frá útskifting­ arøkinum hjá VB/ Sumba. Úrskurðurin sigur, at venjarin hevur ikki loyvi at vera saman við spælar­ unum í umklæðingarrúm­ inum, og hann hevur heldur ikki loyvi at sita á útskiftingarbeinkinum. Tað ber ikki til at kæra avgerðina hjá aganevnd­ ini til yvirkærunevndina. VB/Sumba fer sunnu­ dagin at spæla á útivølli ímóti HB, so á heimavølli ímóti B71, á heimavølli ímóti Skála og á útivølli ímóti EB/Streymi. Rógvi Holm fyri Troest Verjuspælarin Johan Troest Davidsen hevur fingið boð til a­landsliðið í fótbólti, og tí kann hann ikki spæla við U21 landsliðnum mikudagin. Johan spældi annars við, tá ið føroyska U21 landsliðið tapti 2­1 fyri Italia um vikuskiftið. Nú er Johan farin við a­landsliðnum til Litava. U21­venjararnir hava tí tikið nýggjan spælara út fyri Johan, og valið fall á AB­verjuspælaran Rógva Holm, sum eitt skifti fyrr í ár royndi seg í Brøndby. Klæðini endaðu í Estlandi Tá viðførið skuldi takast við av flogvøllinum í Vilnius, stóð greitt, at Fróði Benjaminsen ikki hevði fingið síni klæði við. Hampuliga skjótt fekst greiða á, at hetta var enda í Estlandi, har føroyska U17­ kvinnulandsliðið ferðaðist sama dag, men akkurát tað hjálpti ikki so nógv upp á støðuna hjá Fróða. Tí mátti FSF­leiðslan ístaðin fara í býin, soleiðis at venjingarklæði og –skógvar kundu fáast til spælaran. Í fjør hevði hann ilt við at fáa spælitíð í Formula-deildini, men nógv bendir á, at Johan Troest Davidsen í morgin sleppur at spæla sín fyrsta A-landsdyst Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nógv væntaðu uttan iva, at talan var um ordans styrk, sum NSÍ fekk sær í fjør, tá Johan Troest Davidsen kom aftur til felagið, eftir at hann hevði roynt tilveruna sum fótbóltslærlingur í enska Everton. Eitt uppihald og ein sáttmáli, sum í sjálv­ um sær skuldi borgað fyri høgari góðsku. Kappingarárið í fjør gjørd­ ist tó ikki serliga minnisríkt fyri unga spælaran. Hann hevði ilt við at vinna sær pláss á liðnum hjá NSÍ, og ístaðin skifti hann til Skála í seinnu hálvu. Eitt skifti, sum í dag tykist vera ein sera skilagóð avgerð. ­ Tað vóru ymsir lutir, sum gjørdu, at uppihaldið í Everton ikki endaði serliga væl hjá mær. Og veruleikin var helst, at sjálvsálitið var í botni, tá eg kom heim. Við at skifta til Skála byrjaði eg tó aftur at fáa spælitíð, og síðani haldi eg, at tað gekk stútt framá. Sjálvandi ikki eftir fyrsta dystin, men tað at fáa fasta spælitíð á einum føstum plássi var avgjørt nakað, sum lyfti meg upp­ aftur. Og í ár hevur tað so gingið heilt hampuliga væl, heldur spælarin sjálvur. Eingi boð fingið enn Og tað eru tað so eisini onn­ ur, sum halda. Johan gjørd­ ist alt fyri eitt fastur maður í U21­hópinum, tá hesin varð úttikin, og fyri tveim­ um vikum síðani vóru so boð eftir honum frá Jógvani Martin Olse og A­lands­ liðnum. Ein møguleiki, sum Johan als ikki hevði hugsað serliga nógv um sjálvur. ­ Sjálvandi er landsliðið eitt mál, men eftir at U21 kom, havi eg sum so ikki hugsað stórvegis um hetta. Men tað var sjálvandi gleði­ ligt, tá Jógvan Martin so ringdi við boðunum um, at eg var tikin við í hópin. Nógv verður gitt um, at tú eisini verður við frá fyrsta bríksli í morgin. Veitst tú nakað um hetta sjálvur? ­ Nei. Als ikki. Eg veit sjálvandi, at vit eru fáir verjuspælarar, og at møgu­ leikin tí er til staðar. Men meira enn tað veit eg ikki. Og samansetingin av verj­ uni verður helst ikki greið, fyrr enn endaligu boðini um skaðan hjá Jón Róa koma. Royndirnar hjálpa Johan, sum í dag er 19 ár, hevur øll árini verið fastur partur av ymsu U­landslið­ unum hjá Føroyum. Og hann ivast ikki í, at roynd­ irnar frá hesum hava nógv at siga, nú hann er í A­hópi­ num. ­ Tað er jú á ein hátt tað sama. Sjálvandi er tað øðr­ vísi, nú eg eri á A­landslið­ num, men skráin við venj­ ingum, hvíld, eting og so framvegis er á leið tann sama. So har eru nakrar rutinur, sum tú venur teg við. Men eitt er uttan fyri vøll­ in. Um tú skalt inn á vøllin í morgin. Er so nakað, sum tú longu nú kanst gera fyri at venja teg við ta støðuna? ­ Tað veit eg ikki heilt. Skuldi tað hent seg, at eg fái mín fyrsta dyst hesaferð, so ræður helst um at taka tað eitt sindur róligt. Helst á tann hátt, at eg ikki verði yvirtendraður. Men fyrst og fremst, so taki eg sjálvandi ferðina og tað at vera partur av hópinum sum eina upp­ living, sigur Johan. Stjørnu­ skotið, sum longu nú hevur verið í einum aldudali – men eisini vunnið á hon­ um. Sjálvsálitið alt at siga Tað var ein spælari uttan sjálvsálit, sum í fjør vendi aftur til Føroya. Men við spælitíð á Skála vendist hetta. Og bara gott ár seinni bíðar A-landsliðið nú eftir fyrstu spørkunum frá verjuspælaranum