týsdagur 11. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 175 - 11. september 2007 ]
Holst hvíldi seg
Christian Lamhauge Holst tók ikki lut í føroysku
venjingini seinnapartin týsdagin. – Beini hava
bara brúk fyri eitt sindur av hvíld, segði spælarin
sjálvur, og staðfesti, at talan á ongan hátt er um
nakran álvarsligan skaða. Soleiðis er líkt til, at
framherjin, sum so ruddiliga hevur spælt seg á
landsliðið seinastu dystirnar, aftur fær pláss sum
fremsti maður, tá Jógvan Martin Olsen í
annaðkvøld sendir sínar mans á vøllin.
Nakrir áskoðarar ávegis
Hóast ferðalagið við føroyskum áskoðarum onkra tíð hevur
verið størri, so verða føroysku spælararnir ikki heilt uttan
stuðul á vøllinum í Kaunas. Eingin beinleiðis áskoðaraferð
verður skipað, men sum skilst, so er ein partur av 12. manni
á veg til dystin. Onnur, sum hava verið uttanlands í
arbeiðsørindum, hava eisini sett seg í samband við FSF við
umbøn um atgongumerki, og so verður leiðin hjá hesum
løgd framvið Litava, nú tey kortini eru uttanlands.
Serliga eyðkendi
stílurin hjá londu
num á Balkan at
spæla fótbólt uppá, er
ikki serliga hugaligur
fyri føroyingar,
sum hesa ferð hava
nýggjan miðverja
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir tríggjar stórar avbjóð
ingar á útivølli suðuri í heit
aru londunum, fer U21
landsliðið í morgin fyri
fyrstu ferð nakrantíð at
spæla undankappingardyst
á heimavølli. Fyrsta bríkslið
á
Svangaskarði
verður
longu klokkan 14, men
hóast talan verður um fót
bólt so stutt eftir døgurða
vanligan yrkadag, so vóna
teir í føroysku leguni at fáa
góðan stuðul. Hetta er
fyrsta ferðin yvirhøvur, at
summir
av
spælarunum
spæla landsdyst á heima
vølli.
Úrslitini í heitaru londu
num kundu lagt upp til, at
úrslitini á heimavølli fara at
verða áhugaverd. Eftir 01 í
Albania. 02 í Kroatia og 1
2 í Italia er Grikkaland á
skránni í morgin. Men
annar av føroysku venjaru
num, Bill Jacobsen, heldur
ikki, at tað á nakran hátt
kann roknast við, at før
oyska liðið verður favoritt
ur:
Vit mugu staðfesta, at
besti møguleikin fyri stigi
og kanska sigri á heimavølli
verður, tá ið vit seinni í
heyst fara at fáa vitjan av
Aserbadjan. Saman við okk
um eru teir styrkismettir
lægst í bólkinum. Avrikið í
Tirana í juni vísti, at vit
kundu spæla javnt ímóti
Albania, sum vann við
óhepnum brotssparksmálið.
Hvat vita tit um grikska
mótstøðuliðið í morgin?
Teir eru júst komnir av
ferð í Aserbadjan, har teir
vunnu 20. Fyrr hava teir
vunnið 41 á Aserbadjan á
heimavølli. At hava verið
eysturi í Aserbadjan og síð
ani at ferðast heilt norður
til okkara er neyvan besta
fyritreytin hjá Grikkalandi,
men eg ivst onga løtu í, at
tað verður ivaleyst hjá okk
um at tríva í.
Hvussu spæla teir?
Í eyðkenda stílinum,
sum
fótbóltstjóðirnar
á
Balkan eru kendar fyri.
Bóltførleikin er fínur, og
sammett við eitt nú Italia,
sum vit spældu ímóti fríggja
kvøldið, so gongur tað oft
ast nógv skjótari fyri seg
hjá Grikkalandi.
Bill Jacobsen vísir á, at
tað skal nógv til at lyfta seg
upp eftir arbeiðsavrik av tí
slagnum, sum føroyska lið
ið framdi í Italia fríggja
kvøldið:
Hjá okkum er tað einki
sum eitur. Allir mugu ar
beiða við fullari megi alla
tíðina. Um liðavrikið ikki
riggar alla tíðina, so verða
vit eirindarleyst sektaðir.
Konseptið verður einki øðr
vísi, enn tað hevur verið á
útivølli. Vit verða tættir í
verjuni, royna at vinna retur
bóltar, og møguleikin fram
eftir liggur í, at vit fanga
teir, tá ið teir ikki eru í verju
javnvág, og tá er tað, at vit
mugu royna at spæla
skjótt.
Sam í miðverjuni
Tað er greitt, at í hvussu so
er ein broyting skal gerast á
føroyska liðnum sammett
við liðið, sum stóð seg væl
í Italia. Jóhan Troest David
sen, sum hevur verið stýri
maður í verjuni, er við a
landsliðnum í Litavia.
Nýggjur miðverji verður
Sam Jacobsen úr GÍ, sum
sat á beinkinum fríggja
kvøldið. Sam hevur nógvar
royndir á Formulaliðnum
hjá gøtumonnum, men har
er hann miðvallari og ikki
miðverji.
Nýggjur maður í hópinum
er Rógvi Holm úr AB, sum
er fyrsti úr 1990 árganginum
á U21 landsliðnum.
Tað er greitt, at Christian
R. Mouritsen úr Manchester
City ikki verður millum teir
fyrstu ellivu. Hann spældi
smáar tjúgu minuttir fríggja
kvøldið, og tað verður vón
að, at hann verður førur fyri
at spæla eina eitt sindur
longri løtu í morgin.
Christian og Arnbjørn
Hansen hava báðir verið
skaðaplágaðir.
Arnbjørn
spælir í Formuladeildini, so
tað er kanska møguleiki
fyri, at hann fer at spæla
eina góða løtu. Christian er
í uppvenjing, og vit vóna,
at hann verður førur fyri at
spæla, tá ið vit fara at eiga
heimadystir í oktober, sigur
Bill Jacobsen, sum saman
við Heðini Askham hevur
ábyrgdina av U21 landslið
num.
Tað kann gott vera, at lið
ið í morgin ímóti Grikka
landi fer at síggja soleiðis
út: Gunnar Nielsen – Jónas
þór Næs, Sam Jacobsen,
Poul Thomas Dam, Einar
Hansen – Levi Hanssen –
Magnus Olsen, Bogi Løkin,
Emil
Nolsøe
Leifsson,
Jóhan V. Gunnarsson – Páll
M. Joensen.
Torført at endurtaka avrikið
Grikkar hava eitt rættiliga sterkt U21-lið, og tí verður helst neyðugt hjá føroysku fótbóltsalvunum at lyfta avrikið eins høgt, sum teir gjørdu tað í Italia