týsdagur 11. september 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 175 - 11. september 2007
Leikurin Pretty Subfrau
var eitt sindur sum ein
bumba av festligheit,
blandað við nakað av
álvara til ein kynsliga
løddan vavgreyt, har tú
saman við leikarunum
villist í kynsligheitini
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Leikbólkurin Subfrau vitjaði
Tjóðpallin leygarkvøldið, og
hetta gjørdist so sera undirhald
andi. Leikurin Pretty Subfrau
kann ivaleyst lýsast, sum eitt slag
av Drag Show uttan Drag
Queens, ella ein yvirgearað og
kynsliga lødd revy, ella kanska
okkurt slag av modernaðari
kaberett.
Tær tríggjar sjónleikarkvinnur
nar; norska Ida Løken, svenska
Lotten Roos og finska Marika
MalomaaKivelä mannaðu
Subfrau í hesum leikinum, sum
gjørdist ein sansauppliving av
teimum betru.
Kynsligur vavgreytur
Leikurin snýr seg í stóran mun
um kynsligar leiklutir, sambandið
kynana millum, og innanhýsis
samband millum sama kyn og
enntá um kynsliga sjálvsnøktan.
Stutt sagt ein kynsliga løddur
vavgreytur, borin fram av sangi
og tónleiki. Tú viltist saman við
leikarunum á eini kynsligari
rundferð.
Við sær høvdu tær tríggjar
sjónleikararinnurnar gittarleik
ararn Peter Tegnér, og ljósmeist
aran Matti Raita. Hesin seinni
fekk eisini heiðurin av at syngja
framførsluna at enda. Tegnér,
spældi elektriskan og kassagittar
og gav tónleikaljóðmyndunum,
ið annars flest allar vóru á fløgu,
ein livandi dám.
Áskoðarin boðin við
Longu frá fyrstu løtu føldi tú,
sum áskoðari, at tú vart tikin við.
Lotten Roos og Ida Løken komu
út og tóku ímóti okkum í forhøll
ini, Ida spælandi á saksofon og
Lotten við leikskráum í hond.
Tær bjóðaðu okkum inn, har
Marika MalomaaKivelä stóð í
balletkjóla og hitaði upp, Matti
Raita stóð í einum trappustiga og
hongdi eina diskokúlu upp, með
an Peter Tegnér sat í einum
stórum túllskjúrti og í kovboy
hatti og spældi gittar. Tú fekst
kensluna av at hava fingið eitt
backstagepass. So knappiliga
kom gongd í, og leikurin byrjaði
við sangi. Talan var ikki um eina
vanliga søgugongd, men heldur
um tríggjar kvinnur, ið framførdu
ymiskt fyri og saman við áskoð
arunum. Eitt nú lósu tær úr
sínum lummabókum við notatum
um elskarar, tær løgdu ann uppá
áskoðarar, dansaðu, duttu,
onaneraðu, hildu monologar og
so sungu tær. Alla tíðina var
undirhaldsvirði høgt, og áskoð
ararnir skiftust at flenna hart og
at smílast.
Leiklist á høgum støði
Leikurin var sera væl spældur.
Tú kendi á ein sera sterkan hátt,
at leikararnir vóru til staðar, og
at teir meintu tað. Hetta tyktist
meira sum veruleiki, enn sjón
leikur, og eg trúði hvørjum orði.
Málið í leikinum var eitt slag av
norrønum blandi, og her var
serliga sjarmerandi at hoyra
svenska málið hjá Mariku við
sterkari finskari dialekt. Eisini
sangurin var sera góður. Her var
serliga røddin hjá Lotten Roos
heilt framúrskarandi. Hennara
tulkingar av ymiskum tónleika
greinum var ein stór frægd, og
førleikin at syngja kontri beint
undir reina tónan var imponer
andi. Tað krevur ein góðan
sangara at syngja falskt við vilja,
og hon megnaði hetta, alt meðan
hon nøktaði seg sjálva við einum
køksstóli.
Samanumtikið var tað frískligt,
at uppliva ein tílíkan leik á
føroyskum palli. Tað var bara
synd, at hesin leikurin bert hevði
eina sýning, tí tað hevði ikki
gjørt petti, um føroyingar sluppu
at uppliva leikin kring landið.
Festlig kynsvilling
á Tjóðpallinum
Svenska sjónleikarkvinnan
Lotten Roos var umframt
góður leikari, ein framúr
skarandi sangari