Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 175 - 11. september 2007 Stutt Sagt Vorðið sum endurgjald Hægstirættur í Indonesia hevur gjørt av, at amerik­ anska tíðarritið Time skal rinda fyrrverandi indones­ iska forsetanum Suharto 572 mió. krónur í endur­ gjaldi, tí tíðarritið prentaði eina ærumeiðandi grein um fyrrverandi forsetan í 1999. Í greinini stóð mill­ um annað, at Suharto­ættin hevði lagt næstan 400 mia. krónur undir seg tey 32 árini, Suharto var forseti. Indonesiska dómsvaldið hevur eisini gjørt av, at Time skal biðja Suharto um umbering, og at umber­ ingin skal prentast í tíðarrit­ inum fleiri ferðir. Stórsmugl­ ari tikin Í Kolombia hevur løgregl­ an handtikið ein tann best kenda rúsevnasmuglaran í landinum. Sambært al­ menna útvarpinum varð Diego Leon Montoya San­ chez tikin í fjøllunum í landspartinum Valle del Cauca har suðuri í landin­ um. Kolombiski innanríkis­ ráðharrin, Carlos Holguin, sigur við útvarpið, at Mon­ toya var leiðari í einum av teimum størstu rúsevnafel­ agsskapunum, og at bæði kolombiska ákæruvaldið og amerikanska løgmála­ ráðið vilja hava fatur á hon­ um. Tað er ikki greitt, hvussu Montoya bleiv av­ dúkaður, men myndugleik­ arnir høvdu lovað 25 mió. krónur í finningarløn, um onkur vildi avdúka hann. Hugdi at ísinum í Grønlandi Franski umhvørvismálaráð­ harrin, Jean­Louis Borloo, var í gjár á stuttari vitjan í Grønlandi, har hann kunn­ aði seg um avleiðingarnar, sum veðurlagsbroytingar­ nar hava á ísin. Saman við grønlendska landsstýris­ manninum í umhvørvis­ málum, Arkalo Abelsen, vitjaði hann Ilulissat­fjørð­ in, og aftaná høvdu teir báðir ein fund um ymisk viðurskifti millum Grøn­ land og ES. Franski ráðharr­ in fór aftur til Fraklands longu í gjárkvøldið. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Amerikanska avgerðin at senda fleiri hermenn til Irak fyrr í ár hevur forðað politiskari semju (Meiningakanning í Irak) útlond Júst sum norska ferjan Pride of Telemark kom inn í havnina í Hirtshals, fór streymurin umborð, so ferjan sigldi á ein mola og fekk hol á botnin Óhappið hendi um eitt­ tíðina síðstu nátt. Tað eydn­ aðist at toga ferjuna at bryggju, men skjótt var so nógvur sjógvur í tí, at tað stóð á botni við bryggjuna. Alla nátt og allan dag hava pumpur hjá donsku tilbúgv­ ingini hildið skipinum lens, men myndugleikarnir tordu ikki at senda kavarar niður­ undir at vita, hvussu stóran skaða skipið hevur fingið. 150 ferðafólk og mann­ ingin, sum telur 64, vóru umborð, tá Pride of Tele­ mark fór á molan, men eingin fekk skaða. Øll fóru av skipinum, tá tað var kom­ ið til bryggju, men umleið 55 lastbilar og fleiri persón­ bilar eru framvegis umborð á ferjuni. Pride of Telemark er bygt í 1983 og hevur siglt fyri norska reiðaríið KystLink síðani 2005. Skipið er 155 metrar langt og tekur 1.500 ferðafólk og 500 bilar. Helmingurin av teimum íslendsku veljarunum vilja hava stjórnina at taka upp samráðingar við ES um limaskap Altsamt fleiri íslendingar halda, at landið eigur at fara upp í ES, og sambært einari nýggjari kanning er undir­ tøkan fyri limaskapi vaksin fimm prosentstig síðani fyrst í hesum árinum. Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri íslendska ídnaðarfelagið, vísir, at 60 prosent av veljarunum hjá fýra teimum størstu flokk­ unum vilja hava stjórnina at senda Bruxelles fyrispurn­ ing um samráðingar. Av teimum stóru flokkunum er tað bara Salfylkingin, sum hevur sett í stevnuskránna, at Ísland eigur at søkja um limaskap í ES. Kanningin hjá Gallup vísir, at tað halda 70 prosent av veljarum floksins eisini. Samanumtikið eru umleið helmingurin av teimum íslendsku veljarunum fyri limaskapi í ES, og tað eru umleið fimm prosentstig meiri enn í februar, skrivar Morgunblaðið. Ein fjórð­ ingur siga nei. 56 prosent halda, at ES­limaskapur hevði givið íslendingum betri umstøður í gerandis­ degnum. 25 prosent siga tað øvugta. Fyrrverandi pakistanski forsætisráðharrin Nawar Sharif slapp bara heim at venda Eftir at hava verið í útlegd í átta ár, ætlaði Nawar Sharif sær aftur til Pakistan at bjóða Pervez Musharaf, for­ seta av. Men tað varð av ongum, tí longu í floghavn­ ini fekk hann tvinnar kostir í at velja. Annaðhvørt kundi hann fara av landinum aftur alt fyri eitt, ella fór hann í fongsul. Løtu seinni fór hann aftur á flog. ­ Hetta var hansara egna val. Hann hevur lovað at vera í útlegd í tíggju ár. Tað hevur hann avtalað við stjórnina í Saudiarabia, og vit vænta, at hann heldur avtaluna. Hin møguleikin var, at hann fór beinleiðis í fongsul, segði pakistanski kunningarmálaráðharrin, Tariq Azim, við BBC. Tað var Pervez Musharaf, forseti, sum koyrdi stjórnina hjá Nawar Sharif frá í 1999. Nú ætlaði Sharif sær heim­ aftur at stilla upp ímóti Mus­ haraf á forsetavalinum næsta ár. Men tað slapp hann ikki. Fleiri túsund viðhaldsfólk hjá Sharif mótmæltu í gjár viðferðini, sum hann hevði fingið, og í fleiri støðum vóru samanbrestir ímillum viðhaldsfólkini og løgregl­ una. Rendur avstaðaftur Íslendingar vilja upp í ES Stóð við bryggjuna í Hirtshals Pride of Telemark hevði slagsíðu, tá hendan myndin varð tikin fyrrapartin í dag Nawar Sharif