Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 176 - 12. september 2007 Høgni Hoydal heldur, at góða úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum er tekin um, at valið nú stendur millum gamla heimastýrið og eina endurnýggjan av føroyskum poli­ tikki. ­ Vit mugu ikki hvíla á góðum kanningarúrslitum, men síggja tey sum eina áminning um at koma víðari, sigur hann Veljarakanning Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tjóðveldisflokkurin hevði stóra framgongd í veljara­ kanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin. Flokk­ urin fór úr 21,7 prosentum upp í 25,1 prosent. Hetta er ein framgongd uppá heili 3,4 prosent – ella eins nógv, sum Javnaðarflokkurin gekk aftur. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisflok­ sins, er sjálvsagt fegin um góða úrslitið, sum flokkur hansara fær í veljarakann­ ingini. ­ Vit fegnast sjálvsagt um góða úrslitið, og eg eri sann­ førdur um, at orsøkin mill­ um annað er, at vit hava ført ein øðrvísi andstøðupoli­ tikk. Vit hava lagt fram fleiri enn hundrað sjálvstøðu uppskot, og hava eisini valt at ganga ímóti nógvum av teimum vanligu populistisku uppskotunum um skatta­ lætta og so víðari, sigur Høgni Hoydal. Ein modernaður flokkur Formaðurin heldur, at velj­ arakanningarnar, sum verið hava, vísa, at brúk er fyri einum vaktarskifti. ­ Fólk eru troytt av hesum gamla føroyska politikki­ num, har man situr og bítur á skinnunum. So valið stendur í stóran mun mill­ um, um man vil hava gamla heimastýrið ella eina endur­ nýggjan av føroyskum poli­ tikki. Her er Tjóðveldis­ flokkurin lykilin, og haldi eg at tíðin nú er búgvin til at bróta hesa abc alliansuna, sigur Høgni Hoydal, sum vónar, at flokkur hansara framhaldandi fer at halda hesa gongdina. Spurdur, hvat næsta stig hjá teimum verður, sigur Høgni Hoydal, at tey eru í einari týðandi endurnýgg­ ingartilgongd, har tey í fara at leggja seg meira eftir at greiða frá um fyrimunirnar við einum sjálvstøðugum Føroyar. ­ Vit skulu vísa veljaru­ num, at vit eru ein modern­ aður flokkur, og mugu tí ikki hvíla á góðum kann­ ingum, men síggja tær sum eina áminning um at koma víðari. Allir hinir eru líka Spurdur, hvønn flokk Høgni Hoydal kundi ímynda sær at samstarva við eftir valg­ ið, sigur hann, at ongin teirra er verri enn annar í mun til teir stóru spurning­ arnar um framtíð Føroya. ­ Tú kanst ikki skyna hin­ ar flokkarnar hvør á øðrum. Tí ber heldur ikki til at siga hvør hevði verið frægast at samstarva við. Til dømis er Sambandsflokkurin eins sjálvstýrissinnaður sum hin­ ir, sigur Høgni Hoydal við Sosialin. Tjóðveldið størsti flokkur Jenis av Rana heldur ikki at etisku málini eru orsøkin til stóru framgongdina í Miðflokkinum. ­ Hóast samgongan hevur ein sosialan flokk, so stendur kaldi og kyniski fólkaflokspolitikkurin eftir, sigur hann Veljarakanning Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosial­ in sæst, at Miðflokkurin hevur størstu framgongdina í mun til valið í 2004. Flokkurin fer úr 5,2 pro­ sentum upp í 10,3 prosent av atkvøðunum. Hetta er sostatt ein framgongd á heili 5,1 prosent. Jenis av Rana, formaður Miðflok­ sins, fegnast um góða úrslitið, og sigur, at fyri eini fýra árum síðani, lá flokk­ urin altíð millum 3 ­ 5 pro­ sent. ­ Men seinasta árið hava vit ligið um seks og úti ímóti tíggju. Hetta sigur mær somikið sum, at fram­ gongdin er støðug, sigur Jenis av Rana. Leggur seg á vinstra borð Hann roknar eisini við, at umframt etisku virðini, so hava fólk fingið eyguni upp fyri sosialu virðunum, sum flokkurin leggur fyri dagin. ­ Vit hava ofta verið skuldsett fyri ongan politikk at hava. Men nú er tað við at ganga upp fyri fólki, at vit hava eina meining um øll onnur mál á tingið, og so hava vit eisini fingið Karsten Hansen við, sigur Jenis av Rana, sum heldur hetta sigur somikið sum, at brúk er fyri Miðflokkinum, eisini undir hesum valskeiði­ num. ­ Hóast samgongan hevur ein sosialan flokk, so er tað tann kaldi og kyniski fólkaflokspolitikkurin, sum stendur eftir. Vit eru komin við fleiri sosialum­ og heilsumálum, og tað ger mun. Harumframt hava eg gjørt vart við meg í Føroya Banka málinum, har eg havi staðið rættiliga einsa­ mallur. Nógv fólk taka undir við mær í hesum, og tað átti at verið fleiri í Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum høvdu somu áskoðan, sigur Jenis av Rana, sum heldur, at fyri fáum árum síðani hevði øll hendan privati­ seringin verið óhoyrd, sum hann tekur til. Jenis av Rana heldur sum so ikki at 266b hevur givið flokkinum so nógv meira, tí tann spurningurin hevur altíð verið eitt stríðsmál. ­ Tað hevur ikki givið útslagið, hóast tað eisini hevur havt sína ávirkan, sigur Jenis av Rana. Miðflokkurin tvífaldaður Úrslitið av veljara- kanningini 621 veljarar svaraðu kanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin hóskvøldið 6. og fríggjakvøldið 7. september Tjóðveldisflokkurin hevði stóra framgongd í veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin. Flokkurin hevði eina framgongd uppá heili 3,4 prosent, og hevði valg verið nú, fekk flokkurin 25,1 prosent av atkvøðunum Miðflokkurin hevur størstu framgongdina í mun til valið í 2004. Flokkurin fer úr 5,2 prosentum upp í 10,3 prosent av atkvøðunum.