mikudagur 12. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 12. september 2007
7
tíðindi
Nógv
spennandi
valevni
Sjálvstýrisflokkurin liggur framvegis
omanfyri sperrumarkið. - Man hevur ikki
meira enn fingið armarnar niður síðan
síðstu kanning, so kemur tann næsta, sigur
Kári P. Højgaard, formaður.
Veljarakanning
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, sigur
við Sosialin, at marginalarnir eru so smáir, at ilt er at
siga nakað um úrslit Sjálvstýrisfloksins av veljara
kanningini.
Flokkurin fer úr 4,6 prosentum niður í 4,1 prosent,
og sosttat 0,5 prosent aftur í mun til valgið í 2004.
Ein onnur kanning varð almannakunngjørd fyri
trimum vikum síðani. Har fingu vit 5,3 prosent og
tvey umboð. So man hevur ikki meira enn fingið arm
arnar niður, so kemur næsta kanning, sigur Kári P. Høj
gaard.
Men eg fegnist sjálvsagt um, at vit framvegis liggja
omanfyri sperrumarkið, og eg stúri sum so ikki fyri
valstríðnum. Vit eru farin undir at fyrireika uppstill
ingina, og hava nøkur nýggj og spennandi valevni,
sigur hann.
Meiri enn helvtin av teimum spurdu vísti ikki til nakran av verandi
floksfomonnum sum løgmansevni. Bert 7 av 621 spurdum ynskja
Jørgen Niclasen, 6 Jenis av Rana og 11 Kaj Leo Johannesen. Jóannes
Eidesgaard og Høgni Hoydal hava ligið fremst í slíkum kanningum í
nógv ár nú, men tað sær út til, at Høgni vinnur inn á løgmann nú. 119
ynsktu Jóannes Eidesgaard og 105 Høgna Hoydal.
rd
Nýggi formaðurin
í Fólkaflokkinum
heldur ikki, at úrslitið
av veljarakanning-
ini er vánaligt fyri
flokkin, sjálvt um
hann hevur aftur-
gongd. Hann vísir
á, at Fólkaflokkurin
altíð hevur havt aftur-
gongd eftir eitt for-
mannskifti
Veljarakanningin
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Veljarin hjá Fólkaflokkinum
er kritiskur og vil fyrst
síggja dugin í einum nýggj
um formanni, áðrenn hann
ger av, um flokkurin skal
hava atkvøðuna. Hetta er
svarið hjá nýggja formann
inum í Fólkaflokkinum,
Jørgen Niclasen, upp á
spurningin, um hann hevur
nakað boð uppá, hví Fólka
flokkurin fer aftur við 2,2
prosentum í mun til seinasta
løgtingsval.
Úrslit
vildi
merkt, at flokkurin misti
ein tingsess og fór niður í
seks tinglimir.
Tølini koma fram í eini
nýggjari
veljarakanning,
sum Fynd hevur gjørt fyri
Sosialin. Javnaðarflokkurin
hevur nógv ta størstu aftur
gongdina upp á 3,4 prosent,
og næststørsta afturgongd
ina hevur altso Fólkaflokk
urin.
Bert Sambandsflokkurin
av
samgonguflokkunum
verjir borg og fær júst somu
undirtøku sum til seinasta
val.
Jørgen Niclasen heldur
tað vera ov tíðliga at gera
niðurstøðu um ávirkanina
av formannsskiftinum, tí
tað er bert ein góður mán
aði, síðani hann avloysti
Anfinn Kalsberg sum floks
formann.
Sjálvt um vit hava aftur
gongd, so haldi eg pílarnir
venda rætta vegin. Vit eiga
at minnast til, at veljara
kanningar altíð vísa eitt
verri úrslit fyri bæði Fólka
flokkin og Javnaðarflokkin,
enn sjálvt valið vísir. Tí
óttist eg als ikki fyri, at
hetta verður úrslitið á val
degnum. Hinvegin eru velj
arakanningar altíð betri fyri
Sambandsflokkin og Tjóð
veldisflokkin, enn sjálvt val
úrslitið hjá teimum, sigur
Jørgen Niclsen.
Vágatingmaðurin er tann
sætti formaðurin hjá Fólka
flokkinum, og tað hevur ver
ið galdandi fyri allar fimm
undangongumennirnar, at
flokkurin hevur havt aftur
gongd á tí fyrsta løgtings
valinum aftaná.
Vit vita, at fólkafloks
veljarar eru kritiskir og
vilja viga floksformannin
ta fyrstu tíðina. Skuldi tað
hent, at vit fingu eitt betri
val enn seinast, so skrivi eg
søgu, sigur Jørgen Nicla
sen.
Hann vónar og væntar, at
Fólkaflokkurin, sum sam
bært veljarakanningina fær
18,4 prosent, fer at megna
at koma upp um 20 prosent
á sjálvum valdegnum.
Eg haldi, at sjálvt um
vit fara aftur í kanningini,
so týða tølini kortini upp á
eitt ávíst nøgdsemi við
linjuna hjá flokkinum, sigur
Jørgen Niclasen.
Vánaligt
samgongustev
Hóast stóru afturgongdina
hjá Javnaðarflokkinum og
nakað minni afturgongd hjá
Fólkaflokkinum, so heldur
formaðurin í Fólkaflokki
num ikki, at samgongan er
dumpað kortini. Hann ivast
tó stórliga í, at tað verða sit
andi samgonguflokkar, ið
koma at halda fram í eini
nýggjari samgongu.
Tey fyrstu trý og eitt
hálvt árini hevur stevið
verið sera gott í samgonguni,
men í seinastuni hevur ver
ið verri, tí arbeiðshátturin
hjá ávísum sambandsmonn
um ikki hevur verið serliga
loyalur mótivegis samgong
uni, sigur Jørgen Niclasen.
Var tað skeivt av Magna
Laksáfoss at vísa á, at hann
er ímóti Sandoyartunlinum,
og av Edmundi Joensen at
seta uppskot fram um eitt
valdømi?
Eg meini ikki, tað var
skeivt at taka málini upp,
men hetta átti at verðið
gjørt innanhýsis í samgong
uni, áðrenn mann fer út og
koyrir sjálvdrátt. Illoyali
tetur gevur kanska atkvøður,
men ikki úrslit í einum
politiskum arbeiði, sigur
Jørgen Niclasen.
Tú ert formaður fyri ein
um av teimum størru flokk
unum, sum oftani hevur sit
ið í samgongu tey seinastu
nógvu valskeiðini. Hevur tú
ambitiónir um at gerast løg
maður eftir komandi val?
Sum politikari havi eg
altíð tikið flokkin fram um
mín egna persón, og tað
ætli eg mær framvegis at
gera. Tað er týdningarmiklari
at hava politiska ávirkan,
enn júst hvat politiskt álitis
starv, ein fær, sigur Jørgen
Niclasen.
Floksformaðurin
hjá
Fólkaflokkinum ivast ikki
í, at flokkurin hevur góðar
møguleikar fyri aftur at
koma í samgongu eftir kom
andi val.
Ov stutt tíð fráliðin
Høgni vinnur inn á løgmann
Fólkaflokkurin, sum upprunaliga fekk navnið Vinnuflokkurin,
hevur hevur havt fimm formenn, áðrenn Jørgen Niclasen tók
við fyrst í august. Við øll formannskiftini hevur flokkurin havt
afturgongd til valið aftaná
Mynd: Jens Kristian Vang