mikudagur 12. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 176 - 12. september 2007
tíðindi
Vit liva ikki upp
til endamálið í
fólkaskúlalógini um,
at øll børn skulu
hava møguleika at
læra, tá ein stórur
partur av børnunum
dagliga verða
happað. Føroyski
trivnaðarráðgevin,
Anna Dalsgaard,
rópar varskó og sigur,
at skúlin manglar
tíð, pengar og krøv
til trivnaðin hjá
børnunum
HAPPING
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Í Svøríki kann ein skúla
stjóri saksøkjast, um skúli
hansara ikki stegðar happ
ing av einum barni. Um
framt floksins tíma hava
svensku skúlarnir eisini ein
undirvísingartíma
hvørja
viku í kensluligum skyn
semi, og allir svenskir skúl
ar hava væl skipað stuðuls
toymi, sum tryggja trivnaðin
í gerandisdegnum.
Í Føroyum verða skúla
leiðslur eggjaðar til at við
gera happing, men tað er
onki krav. Kanningar eru
gjørdar, sum vísa happing
millum børn og tunglyndi
millum
ungdómar,
men
landsstýrismaðurin í menta
málum hevur sagt, at tað er
ov dýrt at innføra floksins
tíma aftur í skemaðið.
Onkrir lærarar brenna fyri
at fáa børnini at trívast,
men ongin yvirskipað trivn
aðarætlan er fyri føroyska
skúlaverkið, og í Føroyum
siga tríggjar ferðir so nógv
børn seg verða happaðan
sum í Svøríki.
Føroyska Anna Dalsgaard
hevur fyri stuttum verið í
Svøríki og fingið sær prakt
iskan íblástur til sítt arbeiðið
sum trivnaðarráðgevi. Og
eftir at hava verið nakrar
mánaðar á svenskum skúla,
er tað næstan skelkandi at
koma aftur til føroyska
veruleikan.
Føroyska tosið um at
uppraðfesta tað fakliga í
mun til trivnaðin, heldur
hon vera púra burturvið, tí
tingini kunnu ikki skiljast
sundur. PISA kanningin
kann ikki standa einsamøll,
men má viðgerast saman
við nýggju kanningunum
um happing og tunglyndi,
og hon er eisini samd við
Stig I. Sørensen, sum Sosi
alurin hevði samrøðu við í
gjár, um at arbeiðið ímóti
happing má rótfestast í før
oysku skúlaskipanini.
Føroyska fólkaskúlalógin
sigur, at øll skulu hava
møguleika at læra. Men vit
liva ikki upp til hesa lógina,
heldur Anna Dalsgaard, tá
meira enn sjeyndi hvør
næmingur líður undir happ
ing. Tí hesi børn hava ikki
møguleika at læra.
Tá landsstýrismaðurin
legði úrslitini frá happing
arkanningini fram, virkaði
hann næstan uppgevandi, tá
hann segði, at arbeiðið móti
happing hevði stóran týdn
ing, men vit hava ikki ráð
til at innføra floksins tíma.
Hann kom ikki við nakrari
konkretari ætlan fyri, hvat
kann og skal gerast, sigur
Anna Dalsgaard, sum just
heldur tað verða altavger
andi, at konkret tiltøk verða
sett í verk.
Ólógligt at happa
Anna Dalsgaard varð útlærd
sum lærari í 1993 og hevur
arbeitt sum lærari í Havn
og Keypmannahavn. Í 2001
tók hon diplomútbúgving í
sálarfrøði frá Dansk Pæda
gogisk Universitet, og hetta
seinasta árið hevur hon mill
um annað verið á einum
fólkaskúla í Malmø fyri at
kanna, hvussu tey arbeiða
við trivnaðinum har.
Svøríki er eitt undan
gonguland, tá tað kemur til
trivnað og stríðið móti happ
ing, greiðir Anna Dalsgaard
frá.
Í Svøríki eru tann sosiali
hugburðurin so inngrógvin
í skúlaskipanina, at tað
ongantíð er ein spurningur,
hvørt tað fakliga skal viga
meira enn trivnaðurin ella
øvugt. Har tykast øll sann
førd um, at um tú ikki hevur
tað gott, so lærir tú ikki,
sigur hon. Svenska fólka
skúlalógin tilskilar greitt, at
happing ikki er loyvd í skúl
anum. Soleiðis er hvørki í
Danmark ella Føroyum. Og
svenskir skúlastjórar hava
ábyrgd fyri, at henda lóg
verður hildin á teirra skúla.
Um okkurt mál um happing
tekur seg upp, skulu teir
prógva, at okkurt verður
gjørt við málið, annars
kunnu teir saksøkjast. Hetta
er eisini hent nakrar ferðir,
og skúlastjórar eru dømdir.
Hetta skapar ábyrgdar
kenslu báðar vegir, greiðir
Anna Dalsgaard frá. Politik
ararnir hava ábyrgd fyri at
taka hetta øki í álvara og
játta pengar til arbeiðið
móti happing, og lærarar og
skúlamyndugleikar
hava
greiða ábyrgd at tryggja
trivnaðin hjá børnunum.
Men í Føroyum lata vit til
vildina ráða, heldur føroyski
trivnaðarráðgevin. Lands
stýrismaðurin sigur, at skúl
arnir hava pengar at brúka
til tað sum teir meta hevur
týdning, og so roknar hann
við at teir taka happing í
álvara. Men hetta, staðfestir
Anna Dalsgaard, er ikki
Ráðgevi rópar v
Fyrilestur um hvussu børn lesa
Nú heystið er komið fer Klaksvíkar Bókasavn aftur undir at skipa
fyri ymsum tiltøkum, tað fyrsta verður týskvøldið 18. September,
klokkan 19.30. Tá fer Solveig Debess at greiða frá lesivanunum hjá
føroyskum børnum. Í samband við útbúgving sína sum master í
barnabókmentum hevur Solveig Debess gjørt eina umfatandi
kanning av lesivanunum hjá føroyskum skúlabørnum. Millum annað
samanber kanningin úrslitið við støðuna í okkara grannalondum, og
tað vísir seg, at føroysk børn lesa minni enn børnini í londunum
rundan um okkum.
14. September í Vestmanna
Fríggjakvøldið skipa tjóðveldisfeløgini báðu megin Sundalagið fyri
14. September haldið í Fjørukrónni í Vestmanna. Bergtóra
Høgnadóttir Joensen og Tórbjørn Jacobsen fara at røða um politisku
framtíðina, og Heidi Petersen fer at leggja fram nýggju
vangamyndina hjá Tjóðveldinum. Gøtumaðurin í Sandavági, Petur
Pólson, fer at lesa yrkingar upp, sum hann sjálvur hevur yrkt.
Reimund Nielsen skipar fyri felagssanginum og Jonhard Mikkelsen
verður fundarstjóri. Øvugta sjónarmiðið fer sambandstingmaðurin í
Norðstreymoy, Olav Enomoto, at standa fyri.