mikudagur 12. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 176 - 12. september 2007
arskó
Fjórði hvør drongur
í fimta flokki
verður happaður,
men mannligu
lærararnir halda seg
vekk frá skeiðum
um trivnað og
happing. Hetta
er sera óheppi,
heldur trivnaðar
serfrøðingurin,
Anna Dalsgaard
HAPPING
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Í seinastu viku høvdu
Náttarravnarnir
bjóðað
danska happiserfrøðing
inum, Stig I. Sørensen,
at halda fyrilestrar um
happing. Tiltakið á Hotel
Tórshavn var væl eydnað,
og nógv fólk komu. Men
einans tveir menn vóru
til staðar, danski fyrilestr
arhaldarin og ein føroysk
ur politistur, sum eisini
skuldi hava eitt upplegg
á fundinum.
Tíverri er tað alt ov
vanligt, at menn ikki fara
til slík tiltøk. Eisini innan
skúlagátt, halda mannligu
lærararnir seg burtur, tá
skeið eru um trivnað og
happing.
Samstundis vísa allar
kanningar – ikki bara í
Føroyum at drongir
eru yvirumboðaðir bæði
sum happarar og sum
happioffur.
Anna
Dalsgaard dugir ikki at
siga, hví hesin munur er,
men hon heldur tað vera
týdningarmikið, at vit
taka mistrivnaðin hjá
drongjum í álvara, og her
hava menn eina serliga
ábyrgd
Um drongir høvdu
menn at koma til, kundi
tað verið, at trupulleik
arnir vóru loftaðir fyrr.
Vit kvinnur hava ofta
lyndi til at snakka drong
irnir í hel, hetta tíma teir
ikki og ganga tí við trup
ulleikunum fyri seg sjálv
ar.
Um menn halda seg
vekk, tí teir halda hetta
øki vera ov bleytt, er
hetta
púra
misskilt,
heldur Anna Dalsgaard.
Happing er alt annað
enn bleytt, tað er hart og
kyniskt, og drongirnir
hava brúk fyri nøkrum
voksnum monnum, sum
tora at leggja uppí og
vísa, at menn eisini
kunnu takla happing og
skapa trivnað fyri hvønn
annan, sigur føroyski
trivnaðarráðgevin.
Menn flýggja
undan ábyrgd
nokk. Hon greiðir frá, at
hon stutt síðani vitjaði í
tveimum føroyskum skúla
flokkum, har annar floks
lærarin legði stóran dent á
sosiala trivnaðin, meðan
hin ikki legði so nógv í tað.
Og munurin var øðiligur.
Annar flokkurin virkaði
sum ein eind og øll sóu út
at trívast, meðan børnini í
hinum flokkinum so at siga
stóðu við rygginum upp í
móti vegginum, tí onki
samanhald og álit var.
Men tað kann ikki vera
rætt, at barnið trívist í skúl
anum, tí tað er so heppi at
hava ein góðan lærara, sigur
Anna Dalsgaard.
Teir ídnu og góðu lærar
arnir eru alla æru verdir,
men vit mugu hava eitt lág
mark, sum allir skúlar og
allir lærarar mugu upp
fylla.
Okkurt má gerast
Anna Dalsgaard heldur, at
eitt konkret tiltak, sum
kundi verið sett í verk, var
at koyra eitt royndarprojekt
á nøkrum skúlum í trý ár.
Nú er ætlanin at gera
kanningina um happing
aftur um trý ár. Tí er tað
upplagt at seta eina royndar
ætlan í verk, har nakrir skúl
ar fáa játtan til at seta trivn
aðin í hásæti.
Og ein slík ætlan kundi
passandi brúkt nakrar av
royndunum frá skúlaverk
inum í Svøríki, heldur Anna
Dalsgaard.
Umframt krøvini til skúla
leiðsluna og trivnaðartímar
á skemanum, so hava allir
svenskir skúlar eisini fleiri
onnur tiltøk sum styrkja
trivnaðin.
Hvør skúli hevur eina
skúlavertinnu. Hendan er
ikki lærari, men er væl lærd
í trivnaði. Hon hevur til upp
gávu at taka móti fráboð
anum um fráveru, gera
kaffi til lærararnar, og hon
hevur eisini fasta garðvakt í
tí
langa
fríkorterinum.
Hetta kann ljóða sum eitt
strævið starv, men starvið
er høgt í metum, tí hon
hevur so stóran týdning fyri
tryggleikan bæði millum
børn og vaksin.
Allir svenskir skúlar hava
eisini tveir serlærarar, sum
bara hava til uppgávu at
fara runt í klassunum og
kannað trivnaðin og lofta
trupuleikunum, áðrenn teir
vaksa seg ov stórar. Og so
hava allir svenskir skúlar
bæði eitt næmingatoymi og
eitt
vaksnamannatoymi,
sum skulu arbeiða fyri at
teirra skúli er ein happing
arfríur skúli.
Hví ikki lata okkum
hugvekja av einum slíkum
undangongulandi, og hví
ikki gera nakað við tað, so
føroysk børn veruliga fáa
umstøður at læra nakað í
skúlunum, spyr Anna Dals
gaard at enda.
- Teir ídnu og góðu lærararnir
eru alla æru verdir, men vit
mugu hava eitt lágmark, sum
allir skúlar og allir lærarar
skulu uppfylla. Tað kann
ikki vera rætt, at barnið
trívist í skúlanum, tí tað er
so heppi at hava ein góðan
lærara, sigur Anna Dalsgaard,
trivnaðarráðgevi
Mynd: Álvur Haraldsen
Ráðstevna um burturkast
Í november verður norðurlendsk ráðstevna í Føroyum
um burturkast frá skipum og móttøkuskipanir í
havnum. Ráðstevnan, ið er stuðlað av Norðurlendska
ráðharraráðnum, verður hildin á Hotel Føroyum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan samskipar tiltakið, og
roknað verður við luttakarum úr øllum Norðurlondum.
Ráðstevnan er opin fyri øllum, men vendir sær serliga til
manningar, reiðarar, havnarfútar, skipaeftirlit og onnur, ið
vara av hesum.
Fyrispurningur um happing
Heidi Petersen, løgtingskvinna, hevur sett Jógvani á Lakjuni, landsstýris
manni í mentamálum ein skrivligan fyrispurning viðvíkjandi tiltøkum móti
happing í fólkaskúlanum. Hon spyr landstýrismannin, hvat hann ítøkiligt
ætlar at gera við, at á leið 1000 næmingar í Føroyum, sambært nýggjari
kanning, verða happaðir, um landsstýrismaðurin hevur nøkur langtíðarmál
fyri at basa happingini og hvussu hesi skulu gjøgnumførast. Eisini spyr
løgtingskvinnan um landsstýrimaðurin hevur nakra ætlan fyri, hvussu skúla
verkið kann hjálpa happaðum næmingum og foreldrum teirra, og hvussu
nógvan pening hann ætlar at seta av til hetta økið á komandi fíggjarlóg.
Føroysku dreingirnir hava brúk fyri monnum, sum eru
áhugaðir í at teir hava tað gott, sigur Anna Dalsgaard