Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 176 - 12. september 2007 Síðan mánakvøldið hevur Samvit verið vertur fyri stóru og afturvendandi ferðavinnustevnuni, Vestnorden Travel Mart, sum hevur verið hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi við umleið 350 seljarum og keyparum ferðavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Londini, sum hava víst fram síni ferðavinnutilboð á hesi útnorðurstevnu, eru Føroy­ ar, Ísland og Grønland. Stevnan byrjaði alment mánakvøldið, tá seljarar úr hesum trimum londunum og keyparar úr fleiri ymisk­ um londum hittust til “get­ together” og lættari ábit. Ikki alment Vestnorden Travel Mart er ikki ein framsýning, sum er opin fyri almenninginum, men tað eru keyparar úti í heimi, sum eru bodnir at síggja og meta um tey til­ boð, sum Føroyar, Ísland og Grønland hava at bjóða á ferðavinnuøkinum í kom­ andi ári. Týskvøldið varð skipað fyri “norðuratlantiskum” døgurða við undirhaldi. Í dag, sum er seinasti dagurin, hevur stevnan verið opin frá klokkan 9­ 12.30. Tá dyrnar lótu aftur, riggaðu flestu til at fara heimaftur, haðani tey eru komin – og tað er úr til­ samans 19 londum. Veðrið í morgun hevur verið so ómetaliga gott, og tí skuldi tað ikki verið veðurlagið, sum er til bága fyri at “selja” Føroyar sum ferðavinnuland. Workshop Vestnorden Travel Mart er í stóran mun skipað sum “workshop”, har avtalurnar um, hvør hittir hvønn til prát eru gjørdar framman­ undan. Tað eru altíð ferðaráðini í londunum í útnorði, sum eru vertir á stevnuni, og í Ítróttarhøllini á Hálsi høvdu tey sínar básar úti í stóru gongini í høllini. Í sjálvari høllini hava til­ samans 113 útbjóðarar sýnt fram síni tilboð. Av hesum eru 19 úr Føroyum, 19 úr Grønlandi og síðan eru allir hinir útbjóðararnir úr Ís­ landi. Eini 350 fólk – seljarar og keyparar – hava hesar dagarnar verið á Vestnorden Travel Mart. Green Gate Samvit, sum Ferðaráð Før­ oya í dag eitur í samanløgd­ um stovni, er vertur fyri stevnuni. Vanligt er, at ferðaráðini biðja onkran útbjóðara í heimlandinum taka sær av sjálvari fyriskipingini. Í ár hevur Samvit so fingið Green Gate Incoming at skipa fyri praktisku viður­ skiftunum í sambandi við stóra tiltakið. Felagið hevur soleiðis bæði tikið sær av básaskipanini, sum er kom­ in úr Íslandi, flutningi, bú­ staði og “workshop” avtalu­ num. Green Gate Incoming hevur havt Barbaru Rasmus­ sen sum verkætlanarleið­ ara. Fiskarí í Kyrrahavi Føroyar luttaka í hesum døgum á fundi í Noumea, Ný Kaledonia um at stovna felagsskap fyri fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum. Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri Fiskimálaráðið og vinnuna. Á seinasta fundi var semja millum luttakandi londini um fyribils tiltøk at avmarka uppsjóvar­ og botnfiskiskap í økinum, m.a. fiskiskapin eftir rossamakreli í altjóða sjógvi útfyri Kili, har føroysk skip eisini royna. Endamálið er at semjast um ein nýggjan sáttmála fyri samstarv um fiskiveiði í økinum, undantikið veiði eftir víttferðandi fiskastovnum so sum tunfiskur. Flúgva til Stockholm Næsta summar fer Atlantsflog at flúgva til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm tvær ferðir um vikuna á hásumri. Flogið verður umvegis Stavanger hósdag og sunnudag frá endanum av juni til miðjan august. Hetta er fyrsta beinleiðis ferðasambandið millum Føroyar og Svøríki. Summarferðaætlanin fyri komandi ár byggir í stórum á somu feraðætlan sum í summar. Nakrar fráferðir eru lagdar afturat til Keypmannahavn, Billund og Aalborg, so veljast kann millum 45 fráferðir um vikuna á farleiðunum millum Føroyar og Danmark, umframt at London flúgvingin verður longd. 350 fólk á Travel Mart Hvør framsýnari á Vestnorden Travel Mart kann í mesta lagi hava 32 avtalur við útlendskar keyparar, men til ber at hava tveir básar, sum eitt nú Atlantic Airways hevði, og tá kunnu uppaftur fleiri avtalur gerast ferðavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin í Green Gate Incom­ ing, Marni Hjallnafoss, heldur, at tað hevur gingið væl hjá teimum at leggja til rættis og fyriskipa Vestnord­ en Travel Mart, sum hevur verið í Føroyum síðan mána­ kvøldið. ­ Jú, eg haldi, at fyrireik­ ingarnar sum heild hava hepnast væl, og nú stevnan er í gongd, er líkt til, at fólk sum heild eru nøgd. Marni sigur, at øll bása­ skipanin kemur úr Íslandi, og hetta eru somu básar, sum brúktir hava verið á ferðavinnustevnuni seinastu 4­5 árini. ­ Hóast sjálv básaskipanin kemur úr Íslandi, er einki til hindurs fyri, at fyritøkur fáa sær fakfólk til hjálpar at pynta básarnar við ymiskum uppsløgum, sum kunnu leiða keyparar á tey tilboð, tey bjóða fram. Marni sigur, at útbjóðarar, sum eru við á ferðavinnu­ stevnuni, hava síni tilboð fyri komandi ár klár longu nú, og tí hava keyparar úr – Okkara tørn hes Marni Hjallnafoss á egnum bási saman við starvsfeløgum og potentiellum keyparum Mynd: Jens Kr. Vang