Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 176 - 12. september 2007 Spyr um sjálvmorð Heidi Petersen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin spyr í skrivligum fyrispurningi Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann við mentamálum, um landsstýrismaðurin hevur tikið ítøkilig stig til tess at veita næmingum, sum eru í kreppu vegna sjálvmorðshugsanir og –royndir og foreldrum teirra, hjálp og ráðgeving. Fyrispurningurin kemur eftir, at ein kanning, sum er almannakunngjørd í summar, vísir, at av øllum 8.- floks næmingum í fólkaskúlanum hevur tíggjundi hvør roynt sjálvmorð av sálarligu sjúkuni eftirvirkandi strongd. Vestnorden Travel Mart er eitt stórt og afturvendandi ferðavinnutiltak. Hetta skundar eisini undir tey, sum bjóða seg fram á ferðavinnuøkinum, at hava øll síni tilboð fyri komandi ár klár í góðari tíð, so keyparar úti í heimi neyvt síggja, hvørji tilboðini eru Mynd: Jens Kr. Vang Mbf.fo nýtt andlit MBF hevur fingið nýggja heimasíðu. Tíðin var nú komin til at gera ein nýggja og meiri nýmótans heimsíðu, ið kann virka sum ein kunningardepil fyri øll, ið hava áhuga og brúk fyri at vita , hvat hendir á økinum hjá MBF. MBF strembar eftir, at mbf.fo skal verða eitt tíðandi talirør út í samfelagið. Á síðuna koma viðmerkingar til politikk á brekaðøkinum, nýtt frá grannunum í Norðanlondum, og annars greinar og viðmerkingar, sum hava við brek at gera. Limafeløgini í MBF eru øll at finna á heimasíðuni. - Okkara uppgáva er at finna nýggjar keyparar og “pleyga” teir gomlu. Vit hava eisini til uppgávu at umboða tann partin av okkara ferðavinnu, sum ikki er við á Vestnorden Travel Mart, sigur Unn á Lað, ið starvast hjá Samvit ferðavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Unn á Lað umboðaði Sam- vit, tá vit vitjaðu á Vestnord- en Travel Mart týsdagin. Stjórin á Samvit, Elin Heinesen, hevði aðrar upp- gávur úti á gólvinum hesa løtu, har hon fylgdist við útlendskum gestum, sum komnir vóru til landið. Nógv úr Íslandi Unn á Lað sigur, at av teim- um tilsamans 113 útbjóðar- unum ella seljarunum á bás- unum, er størri helmingurin úr Íslandi. - Ísland hevur nógv at bjóða, og tey leggja stóran dent á at kunna um síni ferðavinnutilboð. Soleiðis eru eisini ymisk hotellir úr Íslandi og ymiskir útferðar- møguleikar við á teirra bás- um. Unn heldur, at bæði Før- oyar og Grønland eisini eru væl umboðað, hóast básar- nir ikki eru líka nógvir í tali sum teir íslendsku. Hon sigur, at áhugin fyri Grønlandi sum ferðamanna- landi er vorðin stórur, tí landið selir seg sjálvt, sum hon tekur til. - Sum ferðaskrivstova hava vit eisini til uppgávu at umboða teir møguleikar, vit hava í Føroyum, sum ikki eru við á stevnuni. Hon sigur, at sum heild er uppgávan hjá Samvit á ferðavinnustevnuni at leita eftir nýggjum keyparum, men ikki minst at pleyga teir gomlu. Betur skipað Unn á Lað fegnast eisini um, at ferðavinnan í Føroy- um er vorðin betri og betri skipað, sum árini eru liðin, og hon fegnast eisini um tann áhuga, sum er millum útlendsku keyparar fyri Føroyum. - Fleiri av seljarunum og keyparunum, sum við eru, hava verið við áður, men tað eru eisini tey, sum eru við á stevnuni fyrstu ferð. Soleiðis er eisini onkur før- oyskur útbjóðari við fyrstu ferð, og tað er eisini okkara uppgáva at hjálpa og veg- leiða okkara ferðavinnu, tá hon hevur tørv á hesum. Unn á Lað sigur, at tað er ein samstarvsnevnd millum Føroyar, Ísland og Grønland, NATA, sum stendur aftan fyri Vestnorden Travel Mart, og vanligt er, at sjálv fyriskipingin verður latin onkrum útbjóðara í verts- landinum. - Hesaferð er tað so Green Gate Incoming, sum tekur sær av øllum tí praktiska, sigur hon. PRE og POST Longu í februar mánaða, sum stevnan er tíðliga um heystið, verður hugt eftir, hvørjir framsýnarar skulu verða á stevnuni, og hvørjir keyparar úti í heimi skulu bjóðast við. - Meðan Green Gate Incoming skipar fyri tí praktiska í sambandi við sjálva stevnuna, taka vit okkum av tí, sum rópt verð- ur PRE-túrum og POST-túr- um, sum eru túrar, ið ávika- vist standa keyparum í boði fyri og eftir Vestnorden Travel Mart. Hon vísir á, at hesaferð vóru 5 keyparar við á PRE- túrinum, 3 úr Niðurlondum, ein úr Ruslandi og ein danskur journalistur. - Túrurin vardi frá leygar- degi til mánadag, sum stevn- an byrjaði alment mána- kvøldið. Vitjað varð í Suður- oy, á Viðareiði, fram við Gjógv og uppi á Sornfelli, sigur Unn á Lað. Ísland væl umboðað aferð útlandinum eitt gott høvi at taka hesi heim við sær. - Tað er ikki vanligt at hoyra, at so nógv verður selt á sjálvari stevnuni, men hetta er eitt gott grundarlag hjá teimum, sum bjóða seg fram, at samskifta um møgu- leikar. Stjórin í Green Gate Incoming vísir á, at felagið saman við Atlantic Airways hevur gjørt snotuliga fald- aran FlyFaroe 2008, sum liggur frammi á stevnuni. - Soleiðis hava útbjóðarar síni ferðavinnutilboð klár til seljararnar at skoða og meta um, leggur hann aftrat. Marni Hjallnafoss sigur, at skipanin við ”workshop” er hon, at tú sum útbjóðari kanst fáa avtalu í lag við til- samans 32 keyparar á stevn- uni. - Tá er fullteknað og pláss er ikki fyri fleiri avtalum. Hinvegin kunnu útbjóðarar hava tveir básar, sum eitt nú Atlantic Airways hevur, og tá kunnu uppaftur fleiri avtalur gerast, sigur hann. Stjórin fegnast um, at tað hesaferð var túrurin hjá Green Gate Incoming at skipa fyri Vestnorden Travel Mart. Vit hava meira um Vestnorden Travel Mart í blaðnum í morgin - Tað er eisini okkara uppgáva at hjálpa og vegleiða okkara ferðavinnu, tá hon hevur tørv á hesum, bæði teimum, sum við eru á Vestnorden Travel Mart og teimum, sum ikki eru við, sigur Unn á Lað Mynd: Vilmund Jacobsen