mikudagur 12. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 176 - 12. september 2007
Sandsprestur, Jákup Rein
ert Hansen hevur gjørt vart
við, at hann harmast um
mína samanbering millum
hann og fornu sandsprest
arnar Harra Klæmint og
Kálv Lítla. Sandsprestur
heldur, at samanberingin
kann skiljast sum hann
hevur somu eginleikar sum
hesir báðir prestar í teirra
dagliga levnaði.
Higani verður biðið um
treytaleysa umbering fyri
at eg hava orðað meg so
klossut, at lesarin kann
halda, at Jákup Reinet
Hansen er sami jassur sum
Harra Klæmint og Kálvur
lítli.
Samanberingin bygdi
einans á, at Jákup Reinert
Hansen hevur verið so
trúgvur í tænastu í Todnesi,
at hann minnir um sínar
undanmenn hesum viðvíkj
andi og bara hesum. Kálv
Lítli var seinasti katólski
presturin í Sandoynni og
var tiltikið illmenni. Hann
endaði sínar dagar undir
bøðilsins hond. Harra Klæ
mint var prestur mong ár
eftir. Hann kom til Føroyar
blóðfátækur, og tá hann
andaðist átti hann 60 merk
ur í ognarjørð. Hann er enn
ímyndin av kraddaralyndi
og óreiðiligheit. Hetta
stendur at lesa Færøske
Folkesagn og Eventyr, bind
1. eftir Jakob Jakobsen.
Sosialurin
Annað skinn
um bak
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Jústinus
Leivsson
eidesgaard
sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Javnaðarflokkurin hevur fingið eitt
álvarsamt skot fyri bógvin í veljarakanning,
sum Fynd hevur gjørt fyri blaðið. Hetta
er nakað, sum má fáa øll ávaringarljós at
blinka. Løgmaður hevur her í blaðnum gjørt
sínar viðmerkingar, og niðurstøður hansara
eru í høvðusheitununm, at Miðflokkurin
hevur so at siga sett seg á virðini, og at
hann rekur ein populistiskan politikk. Hartil
kemur, at flokkur løgmans ikki hevur verið
nóg sjónligur og ikki hevur megnað at
”selja” boðskapin.
Tað er vælskiljandi, at floksformaður málber
seg soleiðis, men ein óheftur eygleiðari
vildi skjótt komið til ta niðurstøðu, at hesar
metingar ikki røkka til at forklára alla
afturgongdina. Hetta má stinga djúpari.
At flokkur, sum hevur havt ein trúgva
veljaraskara kavar úr 21,8% niður á 18,4
má hava eina ella fleiri aðrar orsøkir, og
tað vildi ivaleyst verið skilagott av leiðslu
Javnaðarfloksins at roynt at funnið fram til
hesar orsøkir.
Hvørjar kunnu hesar so vera? Tað kann
hava nakað at gera við, at flokkurin hevur
verið støðugt undir álopi frá andstøðuni
og frá fakfeløgunum. Hartil kemur, at
hóast floksins landsstýrisumboð hava
sýnt framúr dugnaskap, so hevur floksins
javnaðarprofilur verið kámur og ógreiður.
Hetta at flokkurin mestsum ókritiskt hevur
ættleitt frælsu marknaðarkreftirnar, hetta
at flokkurin, sum tað tyksit, uttan víðari
hevur góðtikið einskiljingarnar, og so tað
teknokratiska dæmi, flokkurin hevur fingið,
ja, tað má kosta stuðul og atkvøður.
Javnaðarflokkurin kann enn náa at læra
av t. d. norska bróðurflokkinum. Hví
stóð hann seg so væl til stórtingsvalið
og kommunuvalið? Jú, tí flokkurin og
serstkliga formaðurin, Jens Stoltenberg,
hildu rimmarfast við Arbeiðaraflokkins
grundleggjandi virði. Hetta átti givið
Javnaðarfloksins leiðslu nakað at hugsa um.
Enn er tíð til at taka annað skinn um bak.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
sosialurin í norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
sosialurin í suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
útgevari:
Sp/f Sosialurin
avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
e-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Í eini tíð har talað verður
um at knýta alt landið sam
an í eitt valdømi, er hug
stoytt at síggja nógv fram
standandi fólk í høvuðs
staðnum skjóta hamin og
avdúka seg sum blindar
lokalpatriotar. Hettar er í
hvørtfall niðurstøðan eftir
at hava lisið greinarøðina í
Vinnuvitan 6. september.
Tað er lítið nýtt í, at
fleiri altíð hava vilja, at
stórtsæð alt, ið verður bygt
her á landi skal liggja í
Havnini. Poul Michelsen er
einki eindømi. Hann hevur
gjørt nógv gott vinnuligt
og politiskt, men projekt
sum Havnin á Sundi og
kanska Tórsvøllur vitna
um, at fagrir dreymar
eisini kunna enda sum ein
marra; serstakliga tá
grundarlagið í stóran mun
byggir á kenslur og ynski
um at sætta Havnini og
ongum øðrum.
Vinnumálaráðharri við
fjaldari dagskrá?
Bjarni Djurholm hevur
sitið sum avvarðandi at
flogvallarmálinum í meira
enn 7 ár, og hesa tíð er lítið
og einki hent føroyska
flogvøllinum at bata. At
hugsa sær at maðurin
hevur arbeitt alla hesa tíð
við málinum og einki hava
at vísa á!
Men nú kemur so sann
leikin enn einaferð á
borðið – tað skal einki
henda við verandi flog
vølli, tí Bjarni vil hava flog
vøllin til Havnar. Hann
sigur tó so mikið, at hann
má útseta hesa ætlan eina
tíð, til fakligar grundgev
ingar eru komnar undan
kavi.
Fyri hvønn dag, ið gong
ur hendur so í hvørtfall
tað, at verandi flogvøllur
verður meira og meira
afturútsigldur. Men nú
pengarnir eru klárir, er
vandi fyri at hesin taktikk
urin ikki riggar meira, og
helst er tað tí, at onkur
byrjar at ýla. Við eini
dagføring av flogvøllinum
í Vágum kann vantast, at
regulariteturin, ið undir
verandi umstøðum liggur
ovast í teimum 90 prosent
unum – fer at gerast enn
betur.
Havast skal tó í huga, at
líka mikið hvat vit gera
fyri at betra um flogvallar
viðurskiftini, so fer flog
vøllurin framvegis at liggja
í Føroyum, og hettar setur
sínar natúrligu avmark
ingar fyri regulariteti.
Vinnuvitan og trúðvirðið
“Eingin profetur er virdur í
síni egnu tíð” er orðatak
frá skriftini. Um odda
greinin í Vinnuvitan hevur
lítið virði grundað á hesa
útsøgn, skal vera upp til
hvønn einstakan at taka
støðu til, men at tað er í tí
profetisk at uppáhaldini
byggja, kann ikki komast
burtur frá.
Hóast ongar óheftar
kanningar, tíðans heldur
úrslit og niðurstøður, peika
á góðan flogvølli á Glyvurs
nesi, so “veit” Vinnu
“vitan” tað sum eingin
annar veit, nevnliga at
“peningur til útbygging í
Vágum er burtur spiltir
skattapengar”, “einasta
rætta staðið at byggja
nýggjan flogvøll er á
Glyvursnesi” og “Mjørki
verður eingin trupulleiki á
einum flogvølli á Glyvurs
nesi, tí innflúgvingtarviður
skiftini eru nógv betri enn í
Vágum.”
Heilt erligt hvat bíða vit
eftir? Hví tekur Vinnuvitan
ikki bara sjálvt og byggir
ein flogvøll á Glivursnesi.
Teir hava jú alla vitan???
Kanska fara rúmdarferjur
at lenda her, tá Glivursnes
er liðugt? Møguleikarnir
eru óavmarkaðir...
Er Havnin eitt argument
í sær sjálvum?
Vit mugu tó geva Vinnu
vitan rætt í tí, at líkamikið
hvat, so vilja nøkur hava
flogvøll bygdan á Glyvurs
nesi. Tað er ikki brúk fyri
sakligum og faktuellum
grundgevingum, nei –
Glivursnes liggur í Havnar
kommunu, og tað er grund
geving í sær sjálvum. At so
vandi er fyri at dreymurin
blívur ein marra og at
kanska tvær milliardir
blíva brúktar til ein verri
flogvøll enn tann vit hava
nú; tað ger minni.
Avleiðingar fyri valdømis
málið?
Havandi í huga grundaða
ivan nógv fólk hava,
serliga úti um landið, um
eitt vældømi verður endin
á framtíðini hjá øllum
uttan fyri miðstaðarøkið,
so kann ivin sigast at vera
nógv undurbygdur í og við
tí hugburði Pól, Bjarni og
leiðslan á Vinnuvitan hava
víst.
Eitt er víst við einum
valdømi verður tað bert í
Havnini, at tað framhald
andi verður møguleiki at
blíva valdur upp á lokal
politikk; og tað sær út til at
vera nokk av fólki, ið
bjóða seg fram at á tí
listanum.
Føroya flogvøllur – eitt lokalpolitiskt mál í Havn?
Treytaleys umbering til sandsprest
gunnar K
nattestad