mikudagur 12. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 12. september 2007
13
viðmerkingar
sjónarmið
A. Guttormur Djurhuus
Herfyri lá eg á Landssjúkra
húsinum í nakrar dagar. Tú
fær skjótt viðring fyri teim
um fryntligu, dugnaligu og
arbeiðssomu starvsfólkum
sum har arbeiða, og er tað við
takksemi at tú staðfestir at slík
fólk eru til. Verri er við teimum
ytri kørmum, sum tey arbeiða
innanfyri, og skal eg siga nakað
um tað. Og eisini nakað um
karmin hjá sjúklinginum.
Snotiligur sær hann út uttaní
frá, nýggi bygningurin á Lands
sjúkrahúsinum. Í útsjónd helst
eitt av teimum frægu arkitekta
avrikunum her á landi. Og
kemur tú inn í forhøllina, er har
ikki minni snotiligt og hugna
ligt. So fasaduni móti umheimi
num bagir einki.
Tungt at halda reint
Tíverri kann ikki sigast tað
sama um stovurnar, sum sjúk
lingarnir liggja á. Ráðgevara
rokningarnar hava verið stórar,
men neyvan hevur nøkur vaski
kona, portørur, virkandi sjúkra
røktarfrøðingur ella virkandi
lækni verið millum ráðgevarnar.
Tíverri er helst so at ein aka
demikari ikki spyr eina
vaskikonu um nakað. Hvat
skuldi hon vitað, sum ikki
akademikarin veit? Jú, kanska
kundi hon havt okkurt at sagt
honum. Kanska okkurt um at
krókar og skot eru ring at halda
rein. At hill skal vera á baðrúmi
num at seta frá sær toilettgreið
irnar á. At tað er óheppið at
brúka vindeygakarm til hill. At
reingerð av lutum tú ikki røkkur
er tvørlig og ikki uttan vanda.
Sjónvørp eru hongd upp á
veggin beint undir loftinum.
Ikki er bert vónleyst at halda
sjónvarpstólini rein, sum hanga
uppi undir loftinum. Heldur ikki
ber til at sjúklingur 1, og sjúk
lingur 2 hyggja eftir hvør síni
rás. Mynd og ljóð fløkjast. So
hví hava tvey sjónvørp? Eitt
ófatuliga tápuligt hugskot! Og
helst kundi tað verið so mangt
annað, sum vaskikonan eisini
kundi sagt arkitektinum.
Síðani Semmelweiss vísti á
týdningin av reinføri á sjúkra
húsum, hevur stórur dentur
verið lagdur á at halda reint, og
sostatt halda nøgdina av
mikrobum á einum so lágum
støði sum gjørligt. Serliga
týdningarmikið er tað blivið at
halda reint, nú vit hava fingið
multiresistentar bakteriur at
stríðast við, og sum kunnu elva
til sjúkrahússjúku. Tað er her
vaskikonan kemur inn í mynd
ina, sum hin helst týdningar
mesti persónurin, men kanska
hin minst virdi. Innrættingin
sum heild ger arbeiðið hjá
vaskikonunum tungt og trupult.
Eittans baðrúm til fýra
sjúklingar
Í bygninginum eru m. a. stovur
við tveim seingjaplássum. Í mill
um stovurnar er baðrúm við
vesi. Tað merkir, at fýra sjúk
lingar eru um eittans baðrúm.
Tað er ikki nøktandi. Sjúklingur
kann av fleiri orsøkum hava
brúk fyri at fara ofta í baðrúmið,
og at kunna geva sær góðar
stundir. Tað kann vera ringt um
fýra sjúklingar skulu nýta sama
rúm.
Portørarnir søgdu mær at tað
var ikki lætt at koyra sjúkling
arnar millum tær ymisku stov
urnar og deildirnar til kanningar
og annað. Fyri tað mesta restaði
einir tveir tummar í til at kunna
gera tað uttan ampa fyri sjúk
lingin og lættliga og skjótt fyri
teir sjálvar.
Flakavirkisreglugerð hevði
kunna bøtt um innrættingina
Tað kundi bøtt munandi um
úrslitið um arkitektarnir høvdu
hugt í eina fyriskipan um,
hvussu eitt flakavirkið skal inn
rættast. Har hava vit neyva reglu
gerð. Hon kundi givi ábendigar
um, hvussu tú innrættar fyri at
tað skal vera lætt at halda reint
og harvið minka um nøgdina av
mikrobum. Eg ivist ikki í at teir
kundu havt ognað sær reglugerð
ina fyri einki frá Heilsufrøðiligu
starvsstovuni.
Spell at so einføld brek skulu
skemma ein so stásiligan og
dýran bygning.
Landsstýrismaðurin hjá
Fólkaflokkinum seinastu 78
árini, Bjarni Djurholm, hev
ur seinastu tíðina prógvað til
fulnar, at hann dugur og
kann meira enn fólk flest.
Seinastu vikurnar hevur
hann almannakunngjørt ætl
anir, sum gera okkum van
ligu púra bilsin. Hann sigur,
at hann ætlar at seta segl
soleiðis, at føroyski arbeiðs
marknaðurin skal tillagast
tørvinum hjá tí einstaka og
ikki minst familjuni. Hetta
er sami Bjarni Djurholm,
sum ongantíð hevur hugsað
tvey samanhangandi sekund
um at sosialisera nakað sum
helst. Og hetta er sami
Bjarni, sum setti landsstýris
mannin í innlendismálum í
svára knípu, tí hann lat hon
um eina Matrikulstovu við
mest asosiala og harðrenda
starvsfólkapolitikki, sum
sæddur er á hesum leiðum.
Hvør minnist ikki, hvussu
trý starvsfólk á Matrikul
stovuni fingu durafjórðingin,
tí tey ikki vóru 100%. Hetta
hóast tey høvdu millum lang
an og heilt langan starvs
aldur. Men Bjarni slapp
undan at standa til svars, tí
løgmaður lovaði nakað, sum
hann ongan tíð ætlaði at
halda. Og so kundi Bjarni
yppa øksl, hann visti at vin
urin Jóannes altíð var til
reiðar at verja hann. Og nú
ætlar sami landsstýrismaður
at humanisera og sosialisera
arbeiðsmarknaðin. Hann fer
at seta ein arbeiðsmarknaðar
kommissión, sum bæði skal
uppfinna djúpa tallerkin og
síggja ljósið. Sjálvandi ein
ballón undan løgtingsvali
num, sum Bjarni tá nokk
roknaði við fór at verða
skrivað út hvørja løtu. Men
tak kollfirðingin, hann fekk
útvarpið at hava samrøður
og annars fleiri umrøður av
ballónini (kommissiónini).
Bjarni royndi eisini at
senda aðrar ballónir upp um
sama mundi. Um yvirtøku
av luftrúminum, og við at
blæsa luft aftur í gransking
arparkina. Útvarpið beit
eisini á, tí tað gera teir
hvørja ferð, Bjarni Djurholm
lættir sær á hina liðina. Utt
an ein kritiska spurning,
uttan ein einasta kritiskan
spurning, nei mikrofonin
verður tendrað, og tosa so...
Hetta kann undra, tá aðrir
politikarar verða tráspurdir,
saman og sundurkliptir og
avvístir við orðum sum:
”Anstøðan kemur við so
nógvum...”.
Flogvallarmálið
Nú hevur mangur undan
mær skrivað og sagt júst
somu orð um Bjarna Djur
holm og Útvarpið. Og júst
somu orð um Hans Paula
Strøm og Útvarpið. Tí
nógv eru veruliga frustrer
að og kedd um og av, at
alment fíggjaður miðil
kann loyva sær at vera so
einvísur og út um alt mark
tendensiøsur. Men tað
nyttar helst einki at siga
ella skriva so nógv um hesi
viðurskifti, tí tað verður
bert ein sjálvur, sum rindar
prísin. Tí skal eg heldur
ikki dvølja meira við slíkt,
sum bert ger ein til eitt
grenj í fólkaeygum. Orsøk
in til at hetta bræv yvirhøv
ur varð byrjað, er tað sum
Bjarni Djurholm í hesum
døgum sigur um flogvallar
málið. Jóannes Eidesgaard
hevur sum løgmaður ging
ið dønum til handa, bæði
beinleiðis og óbeinleiðis.
Eitt dømi um hetta er, at
hann hevur góðtikið, at
danir gera sína skyldu í
flogvallarmálinum fyri
pening, sum skal nýtast til
onnur endamál í Føroy
um. Flogvøllurin í Vágum
skal útbyggjast fyri millum
4 og 500 milliónir, hesa
útbygging eiga danir at
gjalda, tí teir hava og hava
havt flogvøllin sum sítt
málsøki.
Danir hava síðan eina ferð
í 70’árunum (og tað er próv
fast) sýtt fyri at dagføra
sínar ognir og skyldur í Før
oyum. Teir vildu tí heldur
ikki dagføra flogvøllin,
áðrenn hann bleiv yvirtikin.
Tí segði løgmaður ja til, at
flogvallardagføringin verður
rindað úr 60 millióna grunni
num, sum varð stovnaður
1963 við tí endamáli at
menna tann partin av sam
ferðslunetinum, sum tá var
føroyskt málsøki. Hetta
vístu andstøðutingmenn á, tá
dagføringin av flogvøllinum
í Vágum var fyri á tingi,
men samgongan samtykti
málið 100% samd. Bjarni
Djurholm hevði fleiri ferðir
orðið undir viðgerðini, og
hálovaði hann loysnini, sum
løgmaður hevði latið seg
lokkað til av donskum
embætismonnum.
Ein frágera góð, ein skila
góð, ja, optimala loysnin
segði Bjarni Djurholm,
samstundis sum hann háðaði
Tjóðveldisflokkin, sum
sambært honum einki hevði
megnað at yvirtaka (tað er
annars próvfast, at nógv tær
kostnaðarmestu yvirtøkurnar
eru framdar, meðan Tjóð
veldisflokkurin hevur verið
landsstýrisflokkur). Men nú
kemur røringur í, tí onkur
fólkaflokstingmaður heldur
ikki loysnina við dagføring
ini av flogvøllinum í Vágum
vera só góða allíkavæl.
Hesin sigur við Vinnuvitan,
at vit heldur skulu gera ein
altjóða flogvøll upp á minst
2200 metrar, og eri eg als
ikki ósamdur við sama fólka
floksmanni í hesum, hetta av
fleiri orsøkum, ikki minst
við vinnu og útflutnings
menning fyri eyga. Og tá tað
ikki er pláss fyri so langum
vølli í Vágum, er úrslitið, at
hann skal leggjast aðra
staðni.
Sjálvandi fær fólkafloks
tingmaðurin reaktiónir, fyri
men kanska mest ímóti, tí
tað gevur helst meira.
Politiski veðurhanin hjá
Djurholm er ikki so óeffin,
tí hann er skjótur úti og
sigur, at vit skulu dagføra
flogvøllin í Vágum, og vit
skulu eisini gera ein altjóða
flogvøll. Eg endurtaki orðini
hjá Djurholm: Vit skulu
dagføra flogvøllin í Vágum,
og vit skulu gera ein altjóða
flogvøll (onkur iðrar seg
kanska um, at hann ikki
kom við einum triðja upp
skoti).
Tá føroyska alandsliðið
skoraði góð ella avgerandi
mál, plagdi Jógvan Arge at
siga ”fantasktiskt” upp á ein
sovorðnan máta, at ein kendi
tað, sum kom orðið innan úr
innastu krókunum. Havi hug
at royna at siga orðið fantast
iskt á sama hátt sum Jógvan,
men tað klári eg sjálvandi
ikki. Men orðið fantastiskt
er orðið, og bert tað. Bjarni
Djurholm er fantastiskur. Tí
hann megnar, sum eingin
annar, at velja ikki bara báð
ar, men allar tær loysnir,
sum hann heldur ella veit
fólk vilja hava. Vit plaga at
siga, tá so er, at hasin mað
urin hevur fleiri tungur í
sama heysi. Men vit eru
helst noydd at siga okkurt
annað um Bjarna Djurholm.
Tí væl útbúgvin og annars
skilagóð fólk í Útvarpinum
siga, at Bjarni er fantast
iskur, og tí er hann
fantastiskur.
Haldi eg tori at siga, at
Bjarni Djurholm og Hans
Pauli Strøm er komnir væl
áleiðis at umkalfatra
Útvarpið soleiðis, at tað
mest av øllum minnir um
eina veðurstøð.
tingmaður
Finnur
Helmsdal
Bjarni Djurholm er fantastiskur
Landssjúkrahúsið – nýggi bygningurin