mikudagur 12. september 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 176 - 12. september 2007
Føðingardagur
Myndir: Jens Kristian Vang
Tórshavnar kommuna bjóð
aði mikumorgunin 12. sep
tember til samkomu í kant
inuni Svimjihøllini í Gunda
dali í sambandi við at ein
av morgunfrúunum, Sigga
Olsen, fylti 90 ár leygar
dagin 8. september.
Hóast høga aldurin er
Sigga sera væl fyri og altíð í
góðum lag. Nakrar ferðir um
vikuna svimur hon í Svimji
høllini saman við hinum
morgunfrúunum, har hon
ofta er síggja á ovastu vippu.
Umframt
morgunfrúur
nar vóru familja og vinir
komin til hugnaløtuna í
Svimjihøllini, har borgar
stjórin Heðin Mortensen
heiðraði hana, og gav henni
onkra gávu.
Sigga er ættað úr Sørvági,
men hevur búð í Havnini
meginpartin av lívinum. Hon
hevur svomið síðan hon var
heilt ung.
mg
Svimur og kavar 90 ára gomul
Sigga Olsen, morgunfrúa,
varð heiðrað í kantinuni í
Svimjihøllini í morgun
Hóast Sigga hevur fylt 90 ár, er hon framvegis
at síggja á hægstu vippu í Svimjihøllini
Umframt morgunfrúurnar vóru familja og vinir komin til hugnaløtuna í Svimjihøllini
»Med lov skal
land bygges«
Hetta stendur skrivað á einum gomlum bygningi niðri
í Keypmannahavn. Tað skuldi so tryggjað okkum, at
lógir, ið verða gjørdar her, eiga at byggja samfelagið
upp og ikki bróta tað niður. Vit vilja jú eisini byggja
land við lóg, ella hvussu?
Tá partur av kommunustýrinum í Leirvík kærdi
borgarstjóran til Innlendismálaráðið fyri at brúka
borgarans pengar í heimildarloysi, vóru vit fyrst
noydd at bíða í fimm mánaðir, og síðan fingu vit ein
slutur fyri ein slatur. Ikki einans reingir
Innlendismálaráðið sannleikan, men fer eisini so
langt sum at síggja burtur frá
kommunustýrissamtyktini frá 29. mai 2006, har
einmælt varð samtykt at fylgja samtyktini frá
fíggjarnevndini:
Fíggjarnevndin mælir til at seta 150.000 kr. av til
planlegging av havnarøkinum í sambandi við
vegagerðina (sum varð samtykt av Føroya Løgtingi
tann 16. mai 2006).
Kommunustýrið í Lerivík hevur ongantíð samtykt
at gera ein bátahyl inni á Toftanesi.
Eingin lóg verður brotin sambært
Innlendismálaráðnum, alt er í skjønnasta ordan, hóast
teir eru væl vitandi um, at arbeitt verður av øllum
alvi við at bróta løgtingslógina um vegaføring um
Leirvík. Hvar er Landsverk í øllum hesum? Hví fara
teir ikki í gongd? Hvønn er tað, sum teir ræðast so
illa?
So stutt sagt til tykkum í Innlendismálaraðnum: Eg
gevi einki fyri tað svarið, vit, ið kærdu, fingu. Tit
góvu málinum eina politiska viðgerð, blástu lógini
ein langan marsj og geva grønt ljós fyri at halda fram
við at bróta lógina í Leirvík.
»Uhyggen breder sig«. Er nøkur skomm eftir í
kroppinum á tykkum, eiga tit at taka tykkum saman
og geva kæruni eina objektiva viðgerð. Um ikki tit
virða lógir landsins, verður vindandi galið her á
landi.
Við vón um, at rættvísi er galdandi fyri øll.
Randi í
Jógvansstovu
Olshana kontra korallir
Síðan russkiski trolarin Olshana rendi á Flesjanar, og
síðan sakk, hevur verið tosað um at fáa oljuna úr
skipinum, at byrgja fyri eini møguligari
umhvørvisvanlukku. Kostnaðurin fyri at fáa oljuna úr
skipinum er mettur til um 1. mió kr um dagin, og at
tað fer at taka upp í tvær vikur. Hetta gevur ein
samlaðan kostnað upp á 14 mió. kr, umframt tað sum
tað almenna annars kostar (samb. B. Kalsø um 4 mió.
higartil).
Tosað verður um eina møguliga
umhvørvisvannlukku.
Á náttúrusíðuni hava vit eitt annað nógv størri mál,
sum ikki verður tosað so nógv um. Tað er føroysku
koralleiðirnar. Fiskiskapur (trolarar serliga) hevur tey
seinastu 100 árini oytt koralløki, sum vóru fleiri
ferðir so stór sum alt føroyska landaøki. Hetta er ein
føroysk náttúruvannlukka, sum minnir um
frumskógartýningarnar í tropisku londunum, og sum
eingin gevur sær fær um.
Peningur til náttúru og umhvørvisvernd er
avmarkaður, og tí er neyðugt at raðfesta hvussu vit á
besta hátt nýta hendan pening. Fyri 14 mio. kr høvdu
vit kunna gjørt eitt munagott arbeiði at kortleggja
allar koralleiðirnar, staðfest støðu teirra og harvið
lagt eitt gott støði til hvussu vit í framtíðini á besta
hátt umsita okkara mest fjølbroyttu búlendi.
Endaviðmerking: enn eru stór øki við korallum,
men við núverandi gongd, verður ikki leingi til alt er
horvið.
leiðari, Havlívfrøðiliga royndarstøðin
(BIOFAR)
Jan søRensen
FYriLESTur
Tíðindaskriv
Jens Kramer Mikkelsen,
fyrrverandi yvirborgarstjóri
í Kepmannahavn, kemur
ikki til Føroya sum ætlað
hesaferð.
Hann
skuldi
annars saman við Flemming
Østergaard,
formanni
í
Ítróttarparkini
í
Keyp
mannahavn halda fyrilestur
á Hotel Føroyum í annað
kvøld, sum FCAmager
skipar fyri.
Men í staðin fyri hevur
tað eydnaðst FCAmager at
fáa navnframa rithøvundan,
coach og vinnuspykologiska
ráðgevan, Frank Johansen
at koma.
Tað er vegna sjúku í fam
iljuni, at Jens Kramer
Mikkelsen gav avboð.
Vit eru heppin, at Frank
Johansen og Kenneth Munk
Petersen kundu koma í stað
in og halda ein fyrilestur,
sum er eitt sindur meira enn
tað
vanliga,
sigur
FC
Amager í tíðindaskrivi.
Frank Johansen er ein
guru í coachbransjuni í Dan
mark og hevur meira enn
25 ára royndir sum coach.
Kenneth Munk Petersen
hevur
somuleiðis
stórar
royndir, hann hevur verið
stjóri bæði á danska og á
altjóða marknaðinum.
Báiðr hava stórar royndir
við vinnulívsleiðarum og
fremstu ítróttarfólkum, m. a.
hevur Frank Johansen verið
ráðgevi hjá Toda Jónsson.
Vit harmast sjálvandi, at
Jens Kramer Mikkelsen gav
avboð, men sjúku kunnu vit
ikki broyt, men hinvegin
eru vit stolt yvir, at vit upp
á so stutta tíð kunnu fáa so
kompetentar avloysarar til
fyrilesturin, sum verður
sera spennandi, sigur FC
Amager.
Fyrilesturin,
sum
FC
Amager og Team Føroyar
Business Club skipa fyri,
verður á Hotel Føroyum í
annaðkvøld kl 17.
Coachguru til Føroya
Flemming Østergaard