mikudagur 12. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 12. september 2007
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fernisering
Myndir: Jan Müller
Rannvá Holm Mortensen,
listakvinna, hevur hesum
døgum
framsýningina
»Heystferð« í »Art Gallarí
Stephanssons
Hús«
á
Kongabrúnni í Havn. Í hes
um sambandi var ferniser
ing í gallarínum fríggjadag
in 31. august, har nógv fólk
nýttu høvið at støkka inn á
gólvið.
Rannvá kallar framsýn
ingina »Heystferð«, tí fram
sýningin er um tann partin
av lívinum, tá heystið nærk
ast. Teir 15 málningarnir á
framsýningini, sum allir
hava sína søgu, eru rættuliga
sermerktir,
kreativir
og
litríkir. Teir flestu eru málað
ar í ár. „Tað eru so nógvir
møgu leikar í myndum, og
tað er júst hetta, sum er so
dragandi“ sigur Rannvá,
sum annars er sjúkrahjálpari
og starvast á Landssjúkra
húsinum.
Í november fer Rannvá til
India at búgva í nakrar mán
aðir. Í fjør var hon eisini í
India.
Heystferð í
Stephanssons Húsi
Í dag 12. september hevði Atli P.
Dam, fyrrverandi løgmaður, fylt
75 ár. Atli Dam doyði 7. februar í
2005, 72 ára gamal.
Hann trein inn á politiska pallin
í 1970, tá boð vóru eftir honum úr
Kuwait, har hann arbeiddi sum
verkfrøðingur.
Javnaðarflokkurin hevði tá mist
tveir sterkar profilar. Pápi Alta,
Petur Mohr Dam, doyði í 1968.
Hann var tá løgmaður. Hini í
landsstýrinum vóru Kristian Djur
huus úr Sambandsflokkinum og
Sámal Petersen úr Sjálvstýris
flokkinum. Eftir deyða P. M. Dam
varð landsstýrið umskipað, so
Kristian Djurhuus tók við sum løg
maður, meðan Javnaðarflokkurin
fekk tveir landsstýrismenn, Villi
Sørensen úr Klaksvík og Jákup
Lindenskov úr Havn.
Men Villi Sørensen doyði
brádliga nýggjársnátt í 1970, og
tá var tað, at flokkurin sendi boð
eftir Alta Dam, sum 9. mars sama
ár tók við sum landsstýrismaður.
Væl lá fyri hjá hesum 37 ára
gamla politikara, sum eftir valið í
november
sama
ár
skipaði
landsstýrið – og var sitandi sum
løgmaður í góð tíggju ár út í eitt.
Aftur at hesum tíggju ára
skeiðnum tók Atli Dam aftur við
sum løgmaður í 1985 og sat til
1989. Hann tók við aftur, eftir at
Javnaðarflokkurin vann stórsigur
á løgtingsvalinum í 1990. Hann
legði frá sær í januar í 1993, tá
Marita Petersen tók við sum
lømgaður. Atli Dam sat sum
løgmaður í tilsamans 16 ár.
Atli Dam gavst í politikki í
1994, tá Javnaðarflokkurin leið
stóran ósigur og misti fimm av
tíggju tinglimum. Atli Dam var
ein teirra.
Hann varð føddur á Tvøroyri,
sonur Petur Mohr Dam, sum
stovnaði
Javnaðarflokkin,
og
Ragnhild, fødd Strøm úr Trongis
vági. Atli var útbúgvin maskin
verkfrøðingur í 1964.
Hann var varastjóri í Færøernes
Realkreditt Institutt 198185 og
frá 19932005.
Áðrenn Atli tók við sum løg
maður var hann landsstýrismaður
frá 9. mars í 1970 til 11. desember í
1970. Hann varð valdur á ting í
Suðuroyar valdømi í 1970, 1974,
1978, 1980, 1984 og 1988. Í 1990
varð hann valdur í Suðurstreym
oyar valdømi. Hann varð eisini vald
ur í fólkatingið í 1990.
Atli Dam hevði fylt 75 ár í dag
Turid Holm og Hildur Patursson
Rannvá saman við
verfamiljuni f.v.: Helga
Diklev, Marjun Nielsen,
Jógvan Tróndarson, Marita
Milo, Jóannes Nielsen og
Sigrid Tróndarson
Solveig Dam, Rannvá Mortensen og Birita Mohr
Systkini Niels Christian og Ingvør Nolsøe
Fríggjadagin 31. august var fernisering í »Art Gallarí Stephanssons Hús«, tá listakvinnan
Rannvá Holm Mortensen læt upp framsýningina »Heystferð«