Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 176 - 12. september 2007 Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at okkara elskaða mamma, vermamma og omma Elinborg Eriksen fødd Hansen Vanløse andaðist týsdag 11. september, 79 ára gomul. Kórseting verður leygardag 15. september kl. 13.00 í Søndre Kapel, Bispebjerg Kirkegård. Familjunnar vegna Johan, Jørgin og børnini Móttøka Myndir: Edvard Joensen Í sambandi við at 25 ár vóru liðin síðan Sigrid Arge, tannlæknastjóri, kom í starv sum tannlækni á tann­ læknastovuni hjá Tórshavnar komm­ unu tann 1. september 1982, varð mót­ tøka á ráðhúsinum fríggjadagin 7. september. Nakað av fólki var til móttøkuna. Umframt borgarstjóran vóru eisini fólk frá fyrisitingini eins og familja og fyrr­ verandi og núverandi starvsfelagar og heilsaðu Sigrid Arge á degnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri Sigrid. Hann tosaði um ta tíðina, sum farin er, síðan hon kom í starv hjá skúlatannlæknanum. Hon hevur mest starvast saman við kvinn­ um, og í dag eru tær ikki færri enn 20 kvinnur í starvi. Borgarstjórin handaði Sigrid gávur frá kommununi. Sigrid segði í takka­ røðu síni, at hóast gamla tannlækna­ stovan í Tórsgøtu enn kann vera nokk so hugnalig, er hon heldur tronglig, og ynskiligt kundi verið við betri hølis­ viðurskiftum. Sigrid er dóttir Lydiu og Eliesar Arge í Havn,hon er gift Ole Jensen, arkitekti, sum er dani. Tey eiga tríggjar døtur: Sára, Anna Katrina og Hanna Elisa. Sigrid Arge 25 ára starvsdag Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður og faðir okkara Niels Jacob Hovgaard Hoyvík ættaður úr Vági, andaðist í heiminum mánakvøldið 10. september, 81 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum fríggjadagin 14. september kl. 15.00 Sólrun, Poul Johannes og Elspa Sigrid Arge og Heðin Mortensen, borgarstjóri Dagurin 13. september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var sak­ førari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist hann kristin og varð tvey ár sinni valdur til biskup. Hann skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur, og handrit hans­ ara eru týdningarmiklar keldur til søguna hjá fornkirkj­ uni. Hann var tikin av døgum undir Valerianus keisara. Sunnudagin 20. august 2007 fylti Hanna Rasmus­ sen, Søldarfjørður, 75 ár, og hósdagin 13. september fyllir maðurin, Sámal Ras­ mussen, 75 ár. Opið hús verður í Elim í Søldarfirði leygardagin 15. september frá kl. 17.30, har øll eru væl­ komin. 75 ár Fyrrverandi skúlatannlæknar f.v.: Erling Simonsen og konan, Jórun, Erling Johannesen, Osla Poulsen og Sigrid Arge, skúlatannlækni 75 ár Hósdagin 13. september fyllir Petur Jacob Sigvardsen í Havn 75 ár. Hann verður burturstaddur føðingardagin. Andlát og jarðarferðir Kistan við Helgu Djurhuus, fer av Láargarði hóskvøldið klokkan seks í Kirkjugarðskapellið. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum fríggjadagin, klokkan 13. Mikkjal Michelsen í Vági andaðist týsdagin 88 ára gamal. Kistan fer út kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsið fríggjadagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Mikkjal kunnu lata Eldrasambýlinum í Vági eina gávu. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum somlum, ið á so ymsan hátt gleddu okkum á krúndiamantbrúdleypi okkara og eisini tykkum, ið gleddu Jógvan á 90 ára degnum. Blíðar heilsanir Edith og Jógvan Johannesen, Lamba Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá elskaða, lítla dóttir okkara Sóley Kastalag Saltangará ✷ 12. sep. 2006 • ✝ 21. mai 2007 andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til prest fyri troystarríka talu í kirkjuni og fyri prát í heiminum. Takk til kirkjutænararnar og gravara. Takk til tey, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum, við at baka o.a. Stóra tøkk fyri heilsanir, vitjanir, kransar, blómutyssir og peningagávu til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Eina stóra tøkk til Barnadeildina og Nærverkið, fyri stuðul og umsorgan. Eina stóra tøkk til øll, ið vóru um Sóley og hjálptu okkum, tá kreftirnar gjørdust minni. Takk fyri, at tit vóru so góð við hana. Takk fyri bønir og góðar tankar fyri Sóley og okkum. Takk fyri tit mongu, sum fylgdu Sóley til hennara seinasta hvíldarstað. Jesus pápi veri hjá tær góða Sóley. Mamma og babba Gunnvá og Høgni Kastalag nøvn www.sosialurin.fo