Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 7. partur Í undanfarnum pørtum hevur verið greitt frá tveimum skipsbrotum undir Íslandi, har eg eins væl kundi fingið eina váta grøv. Hesar hendingar spældu væl av. Men tað eru mong onnur dømi um, at skip eru forlist undir í Íslandi, og allir menn eru farnir. Talan er um hundraðtals føroyskar fiskimenn, sum hava fingið eina váta grøv á hesum leiðum. Hetta hevur skapað ein serligan lagnufelagsskap millum føroyingar og íslendingar. Íslendingar og føroyingar meta ikki hvønn annan sum útlendingar. Fyrsta skipið var Vestfart Nú er tíðin komin, at eg gerist skipari. Fyrsta skip eg førdi var Vestfart hjá Debes Christiansen í 1955-56. Fyrst kann verða nevnt, at Debes var sonur Kristian í Hvanna- sundi, sum eisini var kendur sum skipari og reiðari. Hann var beiggi Sámal í Hvannasundi, hvørs ætt vit høvdu eina grein um í summar. Teir í Hvannasundi vóru kendir fyri at vera góðir reiðarar, og tað kann eisini sigast um Debes. Í saltfiski var skipanin tann, at tað vóru settir landingarprísir av eini saltfiskanevnd. Debes hevði turkihús og virkaði fiskin sjálvur. Við uppgangandi prís- um kundi vinningur gerast av hesi framleiðslu. Hendan vinning kundi Debes hildið fyri seg sjálvan. Tað gjørdi hann ikki. Hann býttu vinningin við manningina. Her skal eisini vera nevnt eitt annað dømi, sum eisini lýsir Debes. Manningin á teirra skipum treivst so væl, at hon ofta bleiv verandi alt sítt arbeiðslív. Ein av hesum var Eliesar í Múla, sum var ógiftur. Síni seinastu ár búði hann hjá Debesi, og hann doyði út frá honum. Vestfart var eitt skip, sum fyri kortum var keypt úr Danmark. Tað var skjótt, at eg sum skipari fekk trupulleikar. Tá ið vit komu yvir á Kappan, nú stýrir skipið ikki. Tá høvdu vit mist róðrið. Vit lógu har og manøvreraðu at gera eitt bráfengis róður til. Vit tóku bummin, negldu so flekiborðið á og settu so ketu í neðra. Tá kemur ein týskari og bjóðar seg til at sleipa okkum. Tað vildu vit ikki, tí hetta kom at kosta eina formúu. Teir fóru vist at taka eins nógv fyri tað, sum Vestfart var verdur. Eg helt, at hetta fóru vit at klára sjálvir. Eg riggaði so róðrið til. Tað vóru tveir lummar á mesaninum. So koyrdi vit talju gjøgnum lummarnar har, síðan um gelendarin og so stýrdu vit við rattinum. Hann gekk einar nýggju míl við hesum róðrinum. Nú síggja vit eitt skip. Vit høvdu onga positión tikið og tað var so tjúkt. Tá er tað ein norð- maður. Eg fekk ikki positiónina frá honum, men hann vildi sleipa okkum. Eg helt kortini, at vóru vit komnir so langt, so fóru vit at klára tað sjálvir. Men eg fekk tó tikið sólina og harvið positiónina seinni. Tað gekk annars gott, og vit komu í øllum góðum inn til Reykjavíkar. Her var tað føroyingin Petur Vigelund, sum var bedingsmeistari. Tað gekk nokk so skjótt fyri seg at fáa róðrið gjørt, einar 14 dagar. Tað bleiv ov seint at fara til Grønlands. So vit fóru á Eystur- landið og fiskaðu mest brosmu. Tað var ikki toskatíð tá, og vit saltaða veiðuna. Tað gekk nokk so gott. Vit fingu 500 skippund av brosmu. Vit skuldu á sild við gørnum, og so fóru vit heim. Vit fingu sera nógva sild hetta árið. Eg førdi Vestfart í eini trý ár. Hann tók einar 600 tunnur og var eitt av teimum stóru skipunum á sild. Vestfart var ein góður sjóbátur. Seinni førdi Ássvein Mikkelsen undan Gøtueiði Vestfart í fleiri ár. Hann fekk eisini ofta nógva sild. Tá var hann, sum skrivar hesa greinarøð, eisini við. Var millum annað við seinasta sildaárið í 1968. Tað gekk illa fyrst á túri- num. So var farið norður eftir. Tá fekst ein rimmarseta, og túrurin varð bjargaður. Árið eftir fekst at kalla ikki ein sild. Tað vóru fleiri sum ikki kundu trúgva, at sildin veruliga kundi vera horvin, so nógv sum hevði verið til av henni. Ein av hesum var Jákup Frederik Øregaard, sum var maktfullur løgtingsmaður í nærum 40 ár. Hann fekk eina ferð í 1970-unum skipað fyri, at tað almenna skuldu fíggja enn eina roynd við gørnum á vanligu sildaleiðunum. Tað var Brimnes við roynda skiparanum Hans á Norði á Toftum, sum fekk hesa uppgávu. Men sama gjørdi. Teir fingu ikki inn í eygað. Tórhallur Andreassen: Er triðju ferð við at ganga burtur Nú eru vit kom­ in so langt við frá­søgnini hjá­ Tórhalli, at hann verður skipari. Hann var kend­ ur sum ein pres­ sari og góður fiskimaður. Enn eina ferð er hann við at ganga burtur Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Yvonna var eitt prýðiligt skip. Her kemur hon á Vág fyrstu ferð Á dekkinum á Yvonnu