Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 176 • 12. september 2007 Gott ummæli frá Jógvani Sofus Jógvan Sofus Ferjá við Gjógv hevði eina frásøgn um Tórhall í greinarøðini, sum vit høvdu við hann og konu hansara Dinnufíu í vár. Hann segði: “Eg var saman við Tórhalli Andreassen í 1956 á sildaveiða við gørnum við Vestfart. Tað var so seint upp á árið, og tað var einki veður, og afturat tí var so lítið at fáa. Ein dagin spurdi hann meg, um eg átti nakra saltsild heima. Eg sigi nei. »Far og salta tær nakrar sildir,« sigur hann. Eg sigi, at eg kann ikki, tí eg eigi onga tunnu og einki salt. »Fá tær bara salt og tunnu og salta tær upp í tunnuna«. Eg skal rósa Tórhalli í allar mátar. Seinni kom hann sum stýri­ maður umborð í Smyril (Dúgvan). Eg var avloysari har. Tað hevur eingin stýrimaður fyrr sagt við meg, at nú skal tú koma at læra meg, hvat eg skal gera! Vit vóru óalmindiliga væl. Eg havi alt gott at bera honum”. Yvonna So fór eg við Yvonnu til Ný Foundlands við línu. Hon var ein stór skonnart, sum tók 1.200 skippund ella meira enn teir fyrstu stállínubátarnir, sum komu nakað seinni. Vit hildu nokk so nógv til í Bona Vista í New Foundlandi. Júst í Túni hevur verið nógv har, og hann hevur verið ein góður umboðsmaður fyri føroyingar á hesum leiðum. Hann var væl kendur har yviri. Tað var jú Júst, sum byrjaði fiskiskapin á hesum leiðum í nýggjari tíð við Atlantsfarinum í 1956, og árini aftaná við Brestir. Tað er so gott, tá ið teir fáa álit á føroyingar. Har var ikki lætt at royna. Tað var eingin radari, og tað var altíð ein so forferdilig toka. Vit vóru eisini á sild við Yvonnu. Sildatíðin plagdi at vera frá sumrinum og fram til oktober. Tá øtlaði veðrið vanliga, og tá ið hetta hendi, góvust skipini eisini. Men so var tað, at vit vóru komnir fitt út í oktober, og vit høvdu bert hálva last. Tá helt eg tað vera vert at fara at royna eitt sindur norðari. Hetta dámdi als ikki manningini, sum hevði hug til at sýta fyri at seta gørnini aftur. Men at seta kravdi tó ikki so nógva manning. Eg orðnaði at byrja at seta á ymiskum dýpum 27 og 17 favnar. Tá var størri møguleiki at fáa í. Dýpið var regulerað við stroppum. Tá varð so smekkfult av sild í gørnunum. Tað tók tveir dagar at draga, og vit reinsaðu framvegis, tá ið vit komu inn ímóti landi. Hervið var túrurin eisini bjargaður. Soleiðis kundi tað vera á sildaveiðu. Ofta kundi vera lítið í gørnunum, men so kundi eisini gerast so nógv, at stórur partur av tunnunum kundu fyllast eftir eini setu. Aftaná var eg eitt ár á sild við St. Jaques. Eg havi alt gott at bera suðringum. Teir vóru góðir menn at vera saman við. Thorstein Vilhelm var reiðari á Yvonnu. Hann varð seinni kendur sum formaður í Arbeiðs­ gevarafelagnum og næstformaðir í Reiðarafelagnum í mong ár. Beiggi hansara Victor var reiðari á St Jaques. Búgvin So førdi eg Búgvan í nøkur ár. Hann var nýggur bátur, bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1957. Hann var 68 føtur langur, 19 føtur breiður og 8,5 føtur djúpur. Støddin var 68 tons brutto og motorurin var ein Alpha diesel 174 hk. Tað var p/f Kimbil í Havn, sum fekk skipið bygt, og felagið yvirtók skipið 12. apríl 1957. Búgvin var fimta skipið, sum Tórshavnar Skipasmiðja bygdi, og var hann eisini seinasta træskipið, sum varð bygt har. Seinni bygdu teir fleiri stálskip. Búgvin var betur útgjørdur enn hini skipini, teir høvdu bygt. Hann var tiltikin vakur og snotiligur. Búgvin var ætlaður at vera boðið uppá framtíðina hjá útróðri. Tað varð tó bert ein bátur bygdur av hesum slagnum. Fyrstu árini førdi Wolfang bróð­ ur Búgvan, men tá ið hann fór við Grím Kamban, gjørdist eg skipari. Hann var ein deiligur bátur og vit fiskaðu nógv við honum eisini. Hann var sera væl bygdur. Hann hevði tvey lugar og messu har afturi, og hann var sera væl innrættaður. Vit vóru 12 mans við. Eg minnist eina ferð vit lógu á Mykinesgrunninum og fingu grúiliga nógvan fisk. Vindurin var av landnyrðingi. Eg visti, at fóru vit at sigla eftir Mykinesi fingu vit ikki sett dagin eftir. Í staðin fóru vit út á Føroya Banka, og har var smekkfult av fiski. Tá ið vit vóru komnir á Føroya Banka var liðugt at egna. Vit settu og fingu 420 kurvar av berum toski á eini setu. Vit shelfaðu um alla lastina. Hetta merkir, at tað er bert eitt lag av fiski á hvørji hyll, og fiskurin verður lagdur oman á ísin. Tað var flottur fiskur at síggja. Vit gjørdu ein roktúr. So spyrji eg manningina, teir vóru troyttir, um vit ikki skuldu taka agn og seta á Munkagrunninum. Tað var sera góður streymur. Jú, tað hildu teir eisini. Vit vóru tríggjar dagar á Munkagrunninum, og tá lógu vit aftur á Havnini við smekkfullum báti. Meginparturin var toskur. Tað var ein grúilig drift, sum var tá. Vit fingu ofta eini 500 pund uppá stampin. Til sammetingar kann nevnast, at vanliga verður 100 pund roknað fyri at vera gott. Man skuldi duga væl at royna á Munkagrunninum. Poul Hansen hugsaði um manningina Vit vóru ikki í saltfiski, men vit plagdu at fara til Íslands at fiska kalva. Vit vóru har vesturi móti Reykjanesrygginum. Vit fingu eisini nógvan kalva. Eina ferð settu vit fimm setur, og tað vóru 40.000 pund. Eg var til eina jarðarferð nú um dagarnar. Tá møtti eg einum manni, sum klappaði mær niður á herðarnar, hann segði: ”Minn­ ist tú, tá ið 76 kalvar lógu á dekkinum hjá okkum. Eingin var niðanfyri 2­300 pund”. Tað hevur verið ein flott sjón. Poul Hansen var reiðari, og hann keypti kalvan og sendi hann niður. Poul var ein sera góður reiðari. Hann spurdi altíð, hvat var best at gera. Sigast kann eisini at Aksel hjá Poul hevur verið óførur. Teir vóru allir sera fittir menn. Hetta var ikki minst galdandi fyri hin gamla. Eg minnist, at vit eina­ ferð komu inn við Búgvanum seint um kvøldið, illveður var Her er Tórhallur í Aberdeen og landar við Búgvanum Europa var ikki hissini “fongur" Tað verður farið umborð á Europa Umborð á Stakksafossi, sum Geyti átti. Umleið 1936. Aftast f.v.: Símun Jacobsen, Jógvan Rasmussen, Kaysten Andreassen. Frammanfyri: Jóan Petur Andreassen, Jonhard Poulsen, Jógvan Dam, beiggi Rigmor Fremst: Wolfang Andreasen