Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 • 12. september 2007 MIÐvIkaN 19 av landssynningi. Tá stóð gamli undir havnarskrivstovuni. Tá mátti vit koyra stamparnar upp har yviri, tí tað var ikki liggjandi hinumegin. Tá sigur hann: ”Tú fert ikki avstað í kvøld! Bíða til tað er ljóst í morgin”. So nógva umhugsan hevði hann fyri fólkinum. Tað helt eg eisini í fyrsta umfari. Í hesum veðrinum var ikki hugaligt at fara í myrkri, man sær so illa fyri sær. Skipið var fult av fiski. So sigur hann: ”Góðan túr niður”. Vit gjørdu okkum lidnar, og so tonkti eg við mær sjálvum: ”Eg fari at andøva eitt sindur úteftir”. So vit gjørdu kubbið at fara avstað beinanvegin. Vit seldu øgiliga gott hendan túrin. Búgvin tók um 400 kassar. Vit fingu eisini nógva sild við gørnum um sumrini. Hann tók tó ikki so nógv. Vit kundu hava 400 tunnur, og tá var nógv av tunnum á dekkinum. Hann tók nakað yvir 200 tunnur í lastina. P/f Kimbil seldi búgvan til Mar­ tin Clementsen seinast í 1973. Martin førdi hann, til hann sakk vestan fyri Koltur í 1975. Hann fekk ein so stóran leka, at har var einki at gera. Teir kundu ikki siga, hvørjum lekin var komin av. Fór við Venus og keypti Poll Eg fór av Búgvanum í 1962. Tá fór eg at føra Venus, sum var ein av teimum nýggju línubátunum, sum var bygdur í Noreg. Reiðari var Eivind Rasmussen í Sandavági. Eg mundi vera úti við einum ári við honum. Tá keypti eg Poll frá Kjølbro. Hetta skip var í góðum standi, tí Kjølbro hevði fá ár framman­ undan riggað Poll til strandfara­ skip fyri gamla Britons Pride. Tað kom tó ikki so langt, og teir bygdu í staðin ein nýggjan Pride. Við Polli drivu vit bert veiðu við línu. Vit ísaðu fiskin umborð og landaðu í Klaksvík. Aftaná nøkur ár seldi eg Poll til Demmus Hentze á Sandi. Hann sakk nøkur ár seinni, og Demmus fekk sær Hoyvíking. Forlistur triðju ferð Nógvir koma gjøgnum sjólívið uttan nakað óhapp. Eg havi upp­ livað meira enn tey flestu í so máta. Eg havi heilar tríggjar ferðir verið við at ganga burtur. Eg havi greitt frá hendingunum við Havfrúnni og Jón Benadiktsson. Men hetta hendi so eina ferð afturat. Eg hevði ein 28 fót glasfiburbát og royndi við hemaralínu. Eina­ ferð hevði eg júst sett hemara­ línuna, og motorin steðgaði. Tá sá eg, at sjógvurin fossaði inn í bátin. Vit vóru tveir mans við, hin var Finnur Bærentsen, ættaður av Sundi. Bjargingarbáturin var uppi á stýrihústakinum. Vit sóu skjótt, at her var lítið at gera. Vit blástu bátin upp og fara í hann. Tá vísti tað seg, at báturin lak um ein ventil. Hetta var ein ring støða, so vit royndu at koma okkum uppí aftur tann søkkandi bátin. Men tá sakk hann, og hjá okkum var einki at gera. Vit fingu tó sent rakett upp, og tað var so heppið, at Smyril sá okkum og tók okkum umborð. Tá var lítið av luft eftir í gummibátinum, og vit stóðu uppundir hendur í sjógv. Hepni var eisini við okkum á annan hátt. Vit høvdu beint verið til eftirlit. Tá vísti tað seg, at tað var ikki øll bjargingarútgerð um­ borð, sum fyriskrivað er. Tað var nevniliga eingin rakett. Rakkettir fingu vit so umborð, og hetta bjargaði okkum. Tað vísti seg, at tað var ein fab­ riksfeilur við gummibátinum. Tað hevði eisini verið galið við bátum í Danmark og var hetta nógv umrøtt í donsku fjølmiðlunum. Annars hevur Torleif Johanne­ sen boðað frá, at hann er við at skriva eina meira útgreinaða grein um hesa hending, sum væntandi kemur í Trúboðan seinni. Bjargaðu stórum ferðamannaskipi Eg sigldi eisini fleiri ár við danska frystiskipinum Copenhagen Reef­ er, sum var í rutu millum Europa og Amerika við frystum fiski. Eg var 2. stýrimaður við hóast eg ikki hevði fullgyldig papír. Men mínar royndir í Grønlandi vórðu mettar at uppviga hetta. Hetta kom eisini at standa sína roynd. Tað var ein sunnudag, eg stóð á brúnni á Iceflower. Vit lógu við kaj í Holsteinsborg. Nú kemur eitt stórt ferðamannaskip ”Europa” inn eftir. So sigi eg við meistaran, sum er á brúnni: ”Eg vænti, at tað verður ikki gott hjá honum at koma inn í hesum veðrinum”. Fyri tað fyrsta var plássið at ankra í so lítið, og tað er eisini ringur haldibotnur. Tað kundi vera ringt at fáa akkerið fast í botn. Hann kom so inn í øllum góðum og koyrdi bæði akkerini út. Hann steðgaði ikki á, og skipið fór beint á land. Har lá hann so, og tá ið ein løta er gingin, kemur ein bátur umborð til okkara við skiparanum á Europa at spyrja eftir okkara skipara. Eg vakti so skiparan, so tosaðu teir saman. Síðan spurdi hann skiparan hjá okkum, um vit kundu royna at sleipa hann út frá aftur. Tað var fjarandi sjógvur tá. Skiparin hjá okkum gav so boð um at gera klárt. Tá var batnandi veður. So orðnaði okkara skipari, at vit skuldi sigla hinumegin eitt sker og so lora ankarið. Síðan loraðu vit okkum móti ferðamannaskipinum, og vit settu fast á skipið. Tað gingu einir seks tímar at rigga hetta til. Um kvøldið var blivið stilli og fínasta veður. Tá tað var hægsta flóð varð koyrt full ferð á skipið, samstundis sum tað varð hivað við ankarspølunum. Tað gekk ein hálvur tími, so loysnaði. Um hetta ikki riggaði, hevði verið neyðugt at fingið ein sleipi­ bát frá Hollandi, og tá høvdu gingið einir sjey dagar, áðrenn nakað kundi gerast. Martin Nielsen av Tvøroyri var skipari. Barometurstandurin gjørdust so høgur hetta summarið. Hetta merkir fjøra, og tá kundi gingist long tíð, áðrenn teir sluppu út aftur. Europa hevði fimm skrúvur. Tríggjar av teimum fóru beinan­ vegin. Nógv ferðafólk vórðu send heim við flogfari og Europa fór heim á beding. Tað er óneyðugt at siga, at ein slík bjarging gav eina góða bjargingarløn, tí her vóru jú stór virði, sum vóru bjargað. Seinni árini var sjólivið meira friðarligt. Eina tíð var eg við Thorshavn hjá Ríkisumboðnum, sum mest liggur við bryggju. Onkran túr havi eg verið á Íslandsrygginum við Ågot, sum synirnir hjá beiggja mínum Hjalgrim, reka. Giftist við skúlafelaga Í 1951 giftist eg við Rigmor Dam, sum eisini er frá Norðskála. Vit eru nakað javngomul og hava gingið í skúla saman. Hennara ætt er henda: Albert Dam, 1894­1964, giftist við Elin Kathrinu Rasmussen, 1896­ 1992, og tey fingu 9 børn, sum komu til (1­9): 1 Johanna Kathrina Elisabeth Dam, 21.01.1919­25.03.1993, g.v. Hjalmari Davidsen úr Æðu­ vík, 1918­1965. Tey búðu við Saltangará. 2 Jógvan Dam, 03.02.1921­ 02­01.1999, 1. g.v. Halldóru Johannesen úr Funningsfirði, 1929­1957. 2. g.v. Herminu Hermansen úr Hósvík, 1928­2000. 3 Simona Dam, f. 01.10.1922, g.v. Peturi Midjord á Argjum. 4 Jacoba Dam, 27.07.1925­ 13.02.2004, g.v. Hjalmari Johannesen við Norðskála, 1918­2004. 5 Rigmor Dam, f. 26.08.1927, g.v. Tórhalli Andreasen, f. 1928 við Norðskála, búgva á Argjum. 6 Alberta Dam, f. 06.09.1929, g.v. Hans Karl Hansen í Havn, 1910­1968. 7 Sigmunda Dam, 02.06.1931, g.v. Johannes Knudsen í Keypmannahavn, 1924­1978. 8 Wernar Dam, f. 11.07.1932, g.v. g.v. Onnu Jacobsen, f. 1932 á Oyrarbakka. 9 Andrea Dam, f. 13.04.1934, g.v. Hjørleif Álaberg, f. 1932 í Sørvági, búgva á Argjum. Av hesum eru Johanna, Jacoba og Jógvan deyð. At vera gift við einum fiski­ manni setir altíð krøv til konuna heima. Hetta er ikki minst gald­ andi í okkara føri. Fyrsta árið vit vóru gift var eg 19 dagar heima, og árið eftir 17 dagar. Mær dámdi bara so stak væl at sigla. Mamma plagdi at siga, at eg mátti hava tvey sett av klæðum, tí hon fekk sjáldan tíð at vaska klæðini, eg kom heim aftur við, áðrenn eg skuldi avstað aftur. Vit flutti til Havnar í 1961. Børnini eru: Tóta, Elmar, Hallur og Morid. Abbabørnini eru 12. Rigmor var heima, tá ið børnini vóru smá. Men seinni fór hon at arbeiða sum heimahjálp, og tað hevur hon verið í 27 ár. Foreldur og systkin hjá Rigmor: F.v. Rigmor, Albert, Mona, Jógvan og Elin, sum situr undir Bertu, Hanna og Jakoba Ein rættiligur kalvafongur