mikudagur 12. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
20
nr. 176 • 12. september 2007
Tórhallur og hansara brøður
hava fyrst og fremst verið
húkamenn. Teir hava siglt
nógv við línuskipum. Vit fara
tí í hesi røð at hava nakað
av línubátasøgu. Hesa ferð
verður tað um Poul Hansen,
sum var reiðari hjá fleiri av
brøðrunum.
Vit endurgeva her part av
tí, sum hevur staðið í FF-
blaðnum um virksemið hjá
Poul Hansen
Í 1938 stovnaði Poul Hansen
p/f Kimbil, sum keypti trolaran
"Stella Argus".
Aftaná kríggið vant reiðaravirk
semið hjá Poul Hansen rættu
liga upp á seg. Teir keyptu tá
"Kallsevni", sum var ein fyrr
verandi enskur trolari.
Slóðbrótaravirksemið hjá Poul
Hansen byrjaði í 50unum, tá ið
synirnir eisini vóru komnir upp í
leikin. Her skulu vera nevnd nøkur
av teirra avrikum.
Bacalao
Eitt virki á landi, sum er knýtt
at teimum, er Bacalao. Tað er
framvegis er ein partur av býar
myndini í Havn.
Poul Hansen hevði fleiri skip,
men umstøðurnar at turka fiskin
vóru vánaligar, og siglast mátti
til fleiri pláss við og eftir fiski og
hetta var ov kostnaðarmikið.
Poul Hansen tók tískil stig til at
byggja Bacalao, sum skuldi vera
eitt turkihús til klippfisk. Í 1953
var farið í holt við byggingina.
Aðrir góðir menn vóru eisini við
so sum Esmar Fuglø og Hans
Jakku í Smæruni.
Longu í 1956 var Bacalao
nógv tann størsti privati
arbeiðsgevarin í Havn. Teir
rindaðu kr. 600.000 av samlaðu
lønarútgjaldingununum uppá
2,4 mio. kr. Telja vit Poul
Hansen sjálvan og Kimbil við,
so kemur upphæddin upp á
705 tús. kr. ella 29% av øllum
lønarútgjaldingunum. Hetta var
meira enn dupult so nógv sum
tann næsti arbeiðsgevarin í stødd.
Seinni datt virking av klippfiski
burtur, og Bacalao var eitt av
teimum fyrstu virkjunum, sum
fór undir flakaskering. Í nógv ár
vóru teir eitt av størstu flaka
virkjunum í landinum, sum tóku
ímóti einum fjórðingi av tí fiski,
sum varð landaður í Føroyum.
Tað skal eisini verða nevnt her,
at Bacalao var eitt av teimum
fyrstu virkjunum, sum byrjaði
prískappingina um fiskin við
ársskiftið 1989/90, sum gav
okkum marknaðarbúskap á hesum
økinum.
Seinni endaði Bacalao í Føroya
Fiskavirking, men tað er ein onnur
søga.
"Funnu" Flemish Cap
Ikki minni slóðbrótandi er teirra
virksemi innan fiskiskap. Her
skal fyrst nevnast fiskiskapurin
á Flemish Cap. Í 1956 leigaði
Poul Hansen Atlantsfarið, sum
við Júst í Túni sum skipara fór
á royndarveiðu á Flemish Cap.
Hetta eydnaðist sera væl, og
tey fylgjandi 40 árini var hetta
ein av okkara týdningarmestu
fiskileiðum.
Samstundis byrjaði línubáta
tíðin, har teir hjá Poul Hansen
eisini gingu á odda. Saman við
Højgaardsmonnunum á Toft
um vóru teir fyrstir at byggja
stállínuskip í Noregi, og "Brestir"
og "Beinir" komu í 1957. Júst í
Túni førdi Brest og Eiler Jacobsen
førdi Bein. Hetta ár lótu teir eisini
"Búgvan" byggja á Tórshavnar
Skipasmiðju. Í 1959 kom "Grímur
Kamban", sum Poul Hansen sjálv
ur átti. Men teir høvdu so tríggjar
av hesum nýggju línubátunum,
og vóru hesi skip eitt frambrot,
tá talan var um umstøðurnar hjá
manningini.
Tað vóru hesi nýggju línuskipini,
sum fyri ein stóran part áttu heið
urin av, at Føroyar komu seg so
væl eftir kreppuna í 50unum, og
at vit tá fingu skip til okkara egnu
fiskimenn.
Her skal eisini verða nevnt,
at teir hjá Poul Hansen eisini
vóru virknir innan endurnýgging
av trolaraflotanum. Kimbil
bygdi Brand Sigmundarson, og
Tórshavnar Trolarafelag, sum teir
eisini áttu sín stóra part, Magnus
Heinason umleið 1960. Hesir
trolarar vóru í mong ár millum teir
fremstu í landinum.
Fyrstir við kraftblokki
Tá ið vit koma fyrst út í 60ini er
tað, at kraftblokkurin kemur fram.
Her eru tað aftur teir hjá Poul
Hansen, sum leggja fyri og gera
Brest út við kraftblokki. Hetta var
ein heilt onnur vinna enn í dag.
Brestir tók kanska 160 t. av sild til
ídnað. Men fyrstu árini varð sildin
saltað upp í tunnur og manningin
taldi einar 25 mans. Seinni fingu
hini skipini hjá reiðarínum eisini
kraftblokk. Teir fóru seinni burtur
úr hesi vinnu, men av teirra
framskygni gongur sjón fyri søgn,
tá vit síggja, hvussu nógv henda
vinnan framvegis gevur av sær til
samfelagið.
Veiðan undir
Føroyum
Slóðbrótaravirkið helt nú fram
við veiðuni undir Føroyum. Tað
var allarfyrst í 70unum, at menn
fóru at ásanna, at tað fór at vera
á okkara heimligu leiðum, at
framtíðarfiskiskapurin fór at vera.
Tá bygdu vestmenningar Norðfinn
og Vestfinn, og nakað samstundis
keypti p/f Kimbil Mýling, sum
í meira enn 30 ár hevur fiskað
stórar nøgdir av fiski, sum hava
givið bæði fiskimonnum og
arbeiðsfólki á flakavirkjunum nógv
arbeiði og góðar inntøkur. Síðani
eru nógv skip komin afturat, og
fleiri eru eisini farin burturav, men
í dag varðar Aksel Hansen, sonur
Poul, av einum lutfalsliga stórum
parti av okkara feskfiskaflota.
Tað skal eisini sigast, at teir hjá
Poul Hansen altíð hava avroknað
væl og skjótt, og reiðaríið hevur
eisini havt sera støðuga manning.
Blakaði drotningini
riddarakrossin aftur
Sum ungur fór Aksel at arbeiða
í Sjóvinnubankanum. Aftan á
kríggið fór hann fyrst til Íslands
og síðan til Bretlands at fáa sær
arbeiðsroyndir. Her arbeiddi hann
m.a. hjá kenda fiskakeyparanum
Alec White Men umleið 1950
kom hann heimaftur at virka í
fyritøkuni hjá pápanum.
Aksel var eisini virkin í Norda
far, og summarið 1959 var hann
í Føroyingahavnini at fáa sett
flakavirki í gongd har.
Aksel hevur eisini verið
við í øðrum virksemi, sum
hevur við fiskivinnu at gera.
Eitt skifti var hann formaður í
Føroya Reiðarafelag, og hann
var í mong ár í fremstu røð í
Føroya Fiskasølu. Hann hevur
eisini verið formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Vanliga er Aksel sáttligur men
tað var hann ikki, tá hann undir
kreppuni blakaði drotningini aftur
tann riddarakrossin, sum hann
hevði fingið frá henni. So illa
helt hann seg og føroyingar vera
hagreiddar av dønum tá.
Poul Hansen var óførur
Poul Hansen var reiðarin
Sonurin Aksel tók við
Búgvin var ein nýskapan, tá ið hann kom í 1957
Næstu ferð
Í komandi parti fer Tór
hallur at greiða nærri frá
sínum systkjum. Serligur
dentur verður lagdur á
sjólívið hjá beiggjunum.
Tá koma vit eisini at
hava meira av søguni hjá
línuskipunum, sum byrjaði
fyri 50 árum síðani.