Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 176 - 12. september 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit báðir vóru sjálvsagt í ekstasu oman á sigurin, men tað sama kann so ikki sigast um eysturríksku spælararnir Jens Martin Knudsen Østergaard hjálpir Toda Formaðurin í FCK og Parken Sport & Entertainment, Flemming Østergaard, sigur við BT, at hann er til reiðar at hjálpa Toda Jónsson við at byggja gott grundarlag undir Fremad Amager Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Verkætlanin hjá Toda Jónsson og øðrum við Fremad Amager fekk ikki bestu byrjanina, tá ið felagið í fjør flutti niður í triðbestu donsku deildina. Men farna tíðin hjá Toda í donsk­ um toppfótbólti hevur vunnið honum góð tilknýti, og nú bjóðar eingin mætari enn Flemming Østergaard seg til at hjálpa ­ á øðrum sinni. ­ Hetta er rætt og slætt ein vinarhjálp. Endamálið er at hjálpa Toda við at leggja eitt gott fíggjarligt gundar­ lag, soleiðis at hann kann reka eina gott fótbóltsfelag við góðum úrslitum. Eg fari at tosa um FCK frá tí tað byrjaði, heilt fram til í dag. Føroysku stuðlar­ nir skulu vita hvussu eitt sterkt fótbóltsfelag verður bygt upp, sum bæði fær úrslit sum felag og fyritøka, sigur høgt virðismetti Flemm­ ing Østergaard við BT. Todi frøðist sum vera man um støðuna. ­ Eg eri ógvuliga glaður fyri, at hann vil hjálpa mær. At hava hann við mær til Føroya ber boð um, at øll verkætlanin verður tik­ in í álvara og er lokk­ andi at gerast partur av, sigur Todi somuleiðis við BT. Fyrilesturin við Flemming Østergaard verður á Hotel Føroyum í annaðkvøld. 12. september fyri 17 árum stendur sjálvandi enn klárur í minninum hjá Jens Martini Knudsen. Eisini hóast hann ikki slapp at hátíðarhalda stóru løtuna á vøllinum við liðfeløgunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir 90 minuttir, sum enn standa sum størsti varðin í føroyskari fótbóltssøgu, var fagnaðurin sjálvandi ovur­ stórur á føroysku spælaru­ num. Bornir av rópunum frá mongu áskoðarunum, sum høvdu valfartað til Landskrona, skuldu fleiri sigursrundur takast, men hjá Jens Martini gjørdust hesar sjálvandi av ongum. ­ Saman við Julian Han­ sen varð eg tikin út til doping­kontrol, so alt fyri eitt kom ein UEFA­um­ boðsmaður eftir okkum. Tað var sjálvandi hugstoytt at noyðast av vøllinum somikið skjótt, og støðan í bíðirúminum til eftirlitið var mest sum láturlig. Vit báðir vóru sjálvsagt í ekstasu oman á sigurin, men tað sama kann so ikki sigast um eysturríksku spælararnir, sum eisini vóru úttiknir til doping­royndina. Teir báðir vóru Kurt Ross og Gerhard Rodax, sum jú var ein av stóru stjørnunum hjá teimum ta ferðina, og saman sótu teir bara og stardi niður í gólvið. ­ Eisini var skotski UEFA­maðurin í rúminum, og hann sat púrasta stívur. Ikki eitt orð ella nakað sum helst, so vit vistu ikki reiðiliga, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum. ­ Tað broyttist tó, tá eysturríkararnir vóru lidnir at avgreiða sítt. Ross var fyrstur at avgreiða sítt, og tá Rodax so var liðugur, kom lív í. Hurðin var ikki meira enn farin aftur, so leyp skotin upp. “Fuck this was good” rópti hann og leyp upp. Og alt fyri eitt kom ein six­pack av øli á borðið, tí nú skuldi hetta feirast. At alkhol soleiðis kom í doping­royndirnar skuldi hann nokk taka sær av. So tað vísti seg so hóast alt, at eisini hendan løtan á ferðini gjørdist minnilig fyri meg og Julian. ­ Tá vit komu heim á hotellið, vóru hinir lidnir at eta, men tá vit so seinni vóru á kømurunum, tóktist alt framvegis púrasta óveruligt. Sjálvir vistu vit ikki veruliga av, hvussu stórt hetta úrslitið var. At alt var á gosið heima, vistu vit sum so heldur ikki. Hetta var jú áðrenn fartele­ fonir og alnet, so tað var ikki, fyrr enn vit komu heim, at vit veruliga fataðu tað. Men ógloymandi var tað so heilt víst, sigur Jens Martin. Og ógloymandi hevur tað so eisini verið fyri fót­ bóltsheimin sum heild. Við einum braki vórðu Føroyar settar á fótbólts­ og heims­ kortið. Og tað er meira vanligt enn óvanligt, at fólk uttanlands minnast aftur á dystin, um komið verður eftir, at tað eru føroysk ferðafólk, sum tosað verður við. Sjálvt skotin gjørdist gávumildur Talan er framvegis um stuttlig minni fyri Jens Martin Knudsen og hinar á føroyska liðnum, sum fyri júst 17 árum síðani framdu eitt tað størsta bragdið í føroyskari ítróttasøgu