mikudagur 12. september 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 176 - 12. september 2007 ]
Skulu
ansa eftir
álopinum
Litaviska liðið
hevur eitt javnt
sterkt lið, har
ikki minst
framrættaðu
spælararnir
tykjast sterkir,
sigur Jógvan
Martin Olsen
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru fyrst og fremst
sjónbandaupptøkur,
sum eru grundarlagið
undir
kunnleikanum
hjá
Jógvani
Martin
Olsentil mótstøðuna í
kvøld.
Leygardagin
spældi
Litava
móti
Skotlandi,
og
tann
dystin hevur føroyski
venjarin hugt eftir.
- Har tykist ikki verið
nakar einstakur spælari,
sum er snúningspunktið
fyri øllum spælinum,
men talan er tó um eitt
sterkt lið. Ikki minst
tóktust teir trígir áleyp-
ararnir hjá liðnum at
hava góðan bóltfør-
leika, so teimum skulu
vit
heilt
víst
ansa
okkum
fyri,
sigur
hann.
- Í aðrar mátar, so
verður talan um vanligu
uppskriftina hjá okkara
liði. Vit skulu standa
væl á vøllinum, og so
skulu vit tora at spæla,
tá
møguleiki
býðst.
Megna
vit
tað,
so
sleppa vit eisini undan
ringasta litaviska trýsti-
num, og tað gevur so
aftur betri møguleikar
hjá okkum at spæla.
Um vikuskiftið vóru
níggju føroyskir
súkklarar í Íslandi
og kappaðust. Her
mátti Haffsetin Ægir
Geirsson lúta fyri
einum vælkoyrandi
Boga Kristiansen
Súkkling
Tíðindaskriv
Talan var um árligu aftur-
vendandi súkklukappingina
Tour de Iceland, og er kapp-
ingin vanliga í september
mánaði.
Tríggjar kappingar vóru
á skránni, og føroyskir
súkklarar
sluppu
uppá
sigurspallin í øllum kapp-
ingumum. Eisini ovast á
sigurspallin.
Illa viðraði leygardagin,
og tað merkti, at landavegs-
koyring og einkultstartur
bæði
máttu
avgreiðast
sunnudagin. Umframt hesar
báðar
kappingarnar
var
talan eisini um býarkoyring,
og varð hendan kappingin
avgreidd fríggjdagin.
Bogi gav Haffstein
harða kapping
Fríggjakvøldið bleiv kapp-
ast í býarkoyring, sunnu-
morgun í landavegkoyring
og sunnudag seinnapart í
einkultstarti.
Fríggjakvøldið var tað
Bogi, ið gav Haffstein
harða kapping. Hesir báðir
kappaðust um gullið og
bleiv tað til ein sigur til
Haffstein Ægir Geirsson.
Sunnumorgunin
løgdu
súkklararnir til brots aftur.
Koyrt bleiv í Hvalfirði og
bleiv hetta ein drúgv og
spennandi kapping.
Tíðliga
slapp
Kjartan
Egholm og íslendingurin
Kári Brynjólfsson avstað.
Hesa føring hildu teir leingi.
Men tá kappingin var á leið
hálvrunnin, vórðu teir kort-
ini heintaðir av Boga Kristi-
ansen, Haffstein, Eli Christi-
ansen, Árni M. Jónsson og
Gunnar Dahl-Olsen.
Gunnar hevði ikki sín
besta dag, og megnaði tí
ikki at halda tørn, men tað
gjørdu Bogi og Eli hinvegin,
og teir hildu tørn móti
einum væl koyrandi Haff-
stein. Tá seinasta brekkan
skuldi koyrast bleiv hetta
eisini ov mikið fyri Eli, og
eisini hann misti takið.
Bogi kempaði og kemp-
aði, og tá bert 200 metur
vóru eftir á mál opnaði
hann spurtin. Endaspurturin
er ein av styrkjunum hjá
Boga, og endin varð, at
Bogi vann við einari sponn
á Haffstein. Eitt úrslit sum
ikki bara Bogi og hinir
føroyingarnir vóru glaðir
um. Eisini nakrir íslendingar
fegnaðust um, at ikki ein og
sami vinnari varð í øllum
kappingunum.
Eli í essinum
Er Haffstein sterkur til
býarkoyring og landaveg-
koyring, so er hann enn
sterkari í einkultstarti. Hann
vann eisini tann 20 km
langa
einkultstartin
so
ruddiliga og umleið tveir
minuttir var hann framman
fyri nummar tvey, sum hesa
ferð var ein sera væl
upplagdur Eli Christiansen.
Vinnara
tíðin
var
28
minuttir og 22 sekund.
Tíðin hjá Eli var 30,19
minuttir, og við at halda
eina meðalferð oman fyri
40
km/t
hóast
keðilig
veðurlíkindini
er
talan
kanska um flottasta einkult-
startin, sum hann koyrt.
Súsanna vann eisini
Kappast varð eisini millum
kvinnur, og á føroyska lið-
num súkklaði triathleturin
og rógvarin Súsanna Skylv
Sørensen.
Vegna vánalig floglíkindi
luttóku Súsanna, Eli, Torkil
Veyhe, Sverri og Gunnar
ikki
fríggjakvøldið,
og
Súsanna luttók tí í tveimum
av teimum trimum kapping-
unum. Landavegkoyringina
vann hon sunnumorgunum
og seinnapartin vann hon
eisini 20 km einkultstartin.
Hon koyrdi teinin uppá 36
minuttir og vann vann hon
við umleið einum hálvum
minutti á nummar tvey, ið
gjørdist
Lára
Bryndís
Eggertsdóttir.
Bogi basti Hafsteinni
Jákup Mikkelsen ivast
ikki í, at talan verður
um trupla uppgávu
í kvøld. Men heilt
vónleysa heldur hann
hana ikki vera
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tvær ferðir áður hevur
Jákup, sum í kvøld spælir
sín landsdyst nummar 52,
vart føroyska málið í Lit-
ava. Báðu ferðirnar hevur
hann verið so langt ífrá
arbeiðsleysur.
Men
við
framúr
spæli
í
báðum
dystunum gjørdi málverjin
sítt til, at talan gjørdist um
málleysan javnleiki í Vil-
nius í 1998 og avmarkað 2-
0 tap í Kaunas í 2002.
Trýstið á føroyska málið
var stórt fyrstu løturnar í
báðum
dystunum.
Men
Jákup Mikkelsen vónar ikki
í, at trýstið verður heilt so
stórt hesaferð.
- Tað vænti eg sum so
heldur ikki. Tað kann gott
vera, at teir vilja koma út
við fullari ferð. Men hava
verið væl skipaðir í seinast-
uni, og vit hava megnað at
hildið bóltinum longri í
egnari røð. Og gera vit tað,
so verður trýstið á okkara
mál av sær sjálvum væl
minni.
- Og tí er tað eisini upp-
skriftin upp á eitt gott avrik,
at vit skulu tora at spæla
fótbólt.
Litaviska liðið, sum vit
sóu á Tórsvølli í fjør, tóktist
ikki megna at leggja eins
stórt trýst á, sum teir áður
hava gjørt. Er talan kanska
ikki um eitt lið, sum er
somikið nógv sterkari enn
eitt nú føroyska landsliðið?
- Tað veit eg ikki. Men
aftur í dystinum á Tórsvølli
duga vit eisini væl at koma
undan trýstinum. Og móti
liðunum her á leið haldi eg,
at vit altíð standa eftir við
kensluni av, at teir vóru nú
ikki so nógv betri. Eisini
hóast vit aloftast ikki hava
fingið nakað stig burturúr.
Tá tosað verður um stig,
so er enn einki komið á
føroysku kontina í hesari
undankappingini. Umframt
Litava, so eru dystirnir í
heyst móti nummar eitt og
tvey í heiminum og so
einum liði, sum í fjør var
millum átta tey bestu í
heiminum. Tað er kanska
fyrst og fremst í dag, at vit
skulu droyma um nakað
stig?
- Tað er helst einki at
ivast í. Skulu vit hava eitt
ella nøkur stig, so má tað
vera nú. Og eg havi eisini
góðar vónir um, at vit
kunnu stjala okkum okkurt
við av vøllinum, sigur
Jákup Mikkelsen.
Neyðugt at vit tora
At føroyska liðið torir at spæla er fortreytin fyri, at litaviska trýstið ikki verður ov stórt, sigur
Jákup Mikkelsen
Stóra stjørnan úti
Marius Stankevicius er stóra stjørnan í litaviskum
fótbólti. 26 ára gamli miðvallarin spælir í Brescia í
Italia, men hann verður ikki við í dystinum móti
Føroyum. Móti Skotlandi var hann óheppin í einum
falli, og seinni er staðfest, at talan er um beinbrot.
Hartil noyðist liðið at vera verjuspælaran Tomas
Žvirgždauskas fyriuttan í kvøld. Hann er
leikbannaður.
Heitari hesaferð
Talan var um eina heldur kaldliga uppliving, sum tíðindafólkini høvdu
í Kaunas fyri fimm árum síðani. Talan var um dyst í oktober mánaði,
og tað var ikki frítt, at Jógvan Arge og Súni Merkistein, sum søgdu frá
dystinum, bóru ótta fyri røddini, sum eisini skuldi halda til stórdystin í
Hannover bara fýra dagar seinni. Væl ballaðir eydnaðist teimum tó at
koma ígjøgnum samfullar 90 minuttir, men klæðini nýtast neyvan at
vera heilt so heit hesaferð. Hóast tað er kølið um kvøldið, hevur veðrið
í Kaunas verið so heilt hampuligt á ferðini. Og so er bara at vóna, at
útvarpsmanningin fær orsøk at skrúva upp fyri volumuni.