Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 176 - 12. september 2007 ] Taptu í Tallinn Tað hilnaðist ikki betri enn passaligt, tá ið føroysku U-17 genturnar í fótbólti í gjár settu sjøtil á EM undankappingarbólkaspæl í Tallinn í Estlandi. Føroyar spældu ímóti Belgia, sum vann 5-1. Belgia legði seg á odda við tveimum málum, áðrenn Steintóra Joensen úr VB/Royn minkaði um munin til 2-1. Tíðliga í 2. hálvleiki økti Belgia eina ferð um munin, og síðstu løtuna fingu tær tvey mál afturat. Belgia verður mett sum sterkasta liðið í bólkinum, sum eisini telur Estland og Finnland. -mørk U-19 kvinnur til Litava Í dag fer a-landsliðið hjá monnum at royna seg í Litava. Og um mánaðarskiftið fer U-19 kvinnulands- liðið til Litava, har tær skulu taka lut í EM undan- kappingarbólki. Mótstøðuliðini verða umframt vertstjóðin stóru europeisku fótbóltstjóðirnar Ongland og Spania. Ferðalagið fer úr Føroyum 25. september, og tað verður aftur í Vágum 3. oktober. Fyrsti dysturin verður ímóti Onglandi í Kanaus 27. september, 29. september verður Spania á skránni í Kaunas, og 2. oktober verður spælt í Marijampolé ímóti Litava. Venjararin hjá U-19 kvinnulandsliðnum hava givið hesum spælarunum boð um at vera við á ferðini: Olga F. Olsen, Sigrid Jacobsen og Olga Kristina Hansen, KÍ, Sára Samuelsen, Monika Samuelsen og Svava Vestergaard, VB/Sumba, Hallgerð Hansen, SKÁLA, Simona Heinesen, AB, Unnur Danielsen og Rúna Højgaard, B36, Sigrun K. Kristiansen, Rudi Zachariassen og Annika Vang, EB/Streymur, Gunvá J. Pállson, Rósa Magnussen, Ragnfríð K. Jacobsen og Jeanett Holm, GÍ og Heidi Sevdal, NSÍ. -mørk Italia og Kroatia vunnu Tíðliga seinnapartin í dag fer føroyska U-21 landsliðið í fótbólti at spæla EM undankappingardyst á Svangaskarði ímóti Grikkalandi. Í gjár spældu hini fýra londini í okkara bólki, og har gjørdist talan um ætlaðu favoritt-sigrarnar. Albania hevði vitjan av Italia, og Kroatia hevðí vitjan av Aserbadjan. Í Albania vann Italia 1-0. Einsamalla málið skoraði Robert Axquafresca í 69. minutti. Í Kroatia vann heimaliðið 3-2 á Aserbadjan, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-1. Josip Tadic og Ivo Ilicevic løgdu í 13. og 20. minutti heimaliðið á odda 2-0. Í 34. minutti minkaði Nodar Mammadov um munin til 2-1. Tomislav Busic skoraði til 3-1 í 45. minutti, og í 63. minutti minkaði Nodar Mammadov aftur um munin til eitt mál. Í 69. minutti sá ein av spælarunum hjá Aserbadjan reyða kortið, men hóast heimaliðið síðstu tjúgu minuttirnar hevði ein mann fleiri á vøllinum enn mótstøðuliðið, so eydnaðist tað ikki at vinna við meiri enn tepran 3-2 sigur. -mørk Jankauskas aftur á liðnum Umframt Stankevicius, so er Edgaras Jankauskas helst tann spælarin, sum hevur skapt størstu virðingina fyri litaviskum fótbólti. Fyrrverandi Porto-áleyparin hevur tó havt trupult við at finna sær nýtt felag, og tí var hann ikki í hópinum, sum fyri stuttum vann 2-1 á Turkmenistan í vinardysti. Síðani hevur hann gjørt sáttmála við cypriotiska AEK Larnaca, og tí var hann aftur partur av liðnum, sum tapti 3-1 móti Skotlandi. Og hann verður uttan iva á vøllinum, tá Føroyar vitja í kvøld. Lítil fótbóltsáhugi Tað er ikki landsdysturin í kvøld, sum rúgvar mest í býarmyndini í Kaunas í hesum døgum. Stóra ítróttagreinin í Litava er kurvabóltur, og har er manslandsliðið hjá landinum í løtuni partur av EM- endaspælinum. Í kvøld er eisini dystur móti Slovenia á skránni, og tí verður ikki roknað við, at áhugin fyri fótbóltslandsdystinum verður tann heilt stóri. S.Daiaus og S.Gireno Stadion, har dysturin verður spældur, boðar heldur ikki frá tí heilt stóra áhuganum. Hóast grasið á vøllinum er framúr, eru rammurnar avgjørt ikki nakað at reypa av. Niðurslitnu beton-tribunurnar taka á leið 8.000 áskoðarar, men tað verður tað neyvan talan um hesaferð. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava pinkurnar hjá felagsliðnum vunnið FM heitið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðsta leygardag tryggjaði EB/Streymur sær fyri fyrstu ferð nakrantíð eitt FM heiti í gentudeildunum. Tað vóru pinkurnar hjá felagnum, sum í kapping við HB, GÍ og KÍ vunnu gullkrónurnar og FM steypið. Seinna finaluumfarið varð spælt í Gøtu. Eftir fyrra finaluumfarið var alt púra opið, tí trý lið vóru jøvn við fimm stigum. Leygardagin eydnaðist tað EB/Streymi at vinna allar sínar dystir 1-0 og tískil samanlagt 14 stig, og harvið var greitt, at FM heitið fór norður í Sundalagið. Óføru 8-10 ára gomlu genturnar hjá EB/Streymi skoraðu tilsaman átta mál, og einki mál fór ígjøgnum hjá teimum. Hini liðini í endaumfari- num vóru GÍ, sum vann silvurmerkini, HB sum vann bronsumerkini og KÍ. Hetta var annað settið av gullkrónum, sum higartil í ár, eru vunnar av EB/ Streymi. Formulaliðið hjá felagnum vann fyrr í summar kappingina um Løgmanssteypið. Áður hevur EB/Streymur vunnið trý FM heiti. Fleiri teirra, sum nú mynda besta liðið í felagnum, vóru í 2000 og 2001 við til at vinna FM heitið fyri piltar á hálvum vølli, og í 2004 átti EB/Streymur besta unglingaliðið í landinum. Nú fer at fáast at síggja, um óføru pinkurnar, sum leygardagin tryggjaðu EB/ Streymi FM heitið, komandi árini fara at vera við til at vinna FM í øðrum gentudeildum. Venjari hjá EB/Streyma pinkunum hevur verið Sorin Anghel, sum hevur fingið dyggan stuðul frá Alfred Hummeland. Meiri gull til EB/Streym EB/Streymur. FM vinnari í pinkudeildini 2007: Durita, Rannvá, Olivia, Kára, Signhild, Beinta, Rebekka, Tóra og Elisa Maria saman við Alfredi Hummeland, sum saman við Sorin Anghel hevur havt ábyrgdina av liðnum Úrslitini HB-EB/Streymur 0-0 KÍ-GÍ 0-2 HB-KÍ 3-0 EB/Streymur-GÍ 0-0 KÍ-EB/Streymur 0-5 GÍ-HB 1-1 GÍ-KÍ 0-0 EB/Streymur-HB 1-0 KÍ-HB 2-1 GÍ-EB/Streymur 0-1 HB-GÍ 0-2 EB/Streymur-KÍ 1-0 Endaliga støðan EB/Streymur 6 4 2 0 8-0 14 GÍ 6 2 3 1 5-2 9 HB 6 1 2 3 5-6 5 KÍ 6 1 1 4 2-12 4