mikudagur 12. september 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 176 - 12. september 2007
bilar
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hyundai koma nú á
marknaðin við i30, ið
er ein heilt nýggjur
bilur, sum er teknaður
og konstrueraður í
Evropa. Hann verður
gjørdur í Suðurkorea,
men frá 2009 skulu
teir eisini framleiðast
í Kekkia
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast fleiri nýggir Hyundai
eru komnir á evropeiska
marknaðin seinastu árini og
fleiri eru á veg, roknar
Hyundai leiðslan i30 sum
tann mest týðandi bilin, teir
nakrantíð hava gjørt og
vænta sær nógv honum.
Hyundai i30 er og Kia
Cee’d, sum kom á marknaðin
fyrr í ár, eru tvær síður av
somu søk. Plattformar og
motorar eru so gott sum teir
somu, hóast teir eru ymsikir
á øðrum økjum. Stórur dent
ur er lagdur á komfort og
góðar koyrieginleikar.
Hyundai i30 fæst við trim
um bensin og tveimum
dieselmotorum.
Bensin
motorarnir eru 1.4 litra við
109 hk, 1.6 litra við 122 hk
og 2.0 litra við 143 hk.
Dieselmotorarnir eru báðir
1.6 CRDi við ávikavist 90
hk og 115 hk. Seinni kemur
eisini ein 2.0 diesel. 1.6 og
2.0 benzinútgávurnar fáast
við automatiskum girum.
Talan er um ein rúmligan
og væl innrættaðan 5per
sónabil. Viðførisrúmið er
340 litrar og kann víðkast
til 1250 litrar við at leggja
baksetrini niður.
Hyundai og dótturfelagið
Kia eru kend fyri at gera
álítandi bilar, sum fáa góð
an karakter fyri kvalitet.
Hyundai i30 er teknaður og
konstrueraður í Evropa, og
frá 2009 skulu teir eisini
framleiðast í Kekkia, á
sama hátt sum Kia Cee’d
verður
framleiddur
í
Slovakia.
Nýggjur i30
frá Hyundai
Nýggi minibilurin Fiat
500, sum varð presenter
aður í Torino 4. juli 2007,
júst 50 ár eftir at forgang
arin eisini varð presenter
aður á sama stað í 1957,
fekk fimm stjørnur, eftir
at bilurin hevði gjøgnum
ført EuroNCAP krasjtest
irnar. Sagt verður frá
EuroNCAP, at tað er flott
fyri ein bil í miniklassan
um at fáa fult stigatal fyri
at verja tey ferðandi í
bilinum.
Stóru týske bilaframleiðar
arnir BMW og Mercedes
Benz ákæra kinesiska bila
ídnaðin fyri at kopiera sínar
bilar, so teir líkast so nógv,
at fólk næstan ikki kenna
mun á teimum, sum teir t.d.
hava gjørt við BMW X5 og
tann lítla Smart.
Týski samveldiskanslarin
Angela Merkel hevur á
vitjan í Kina gjørt vart við
trupulleikan.
mg
Fimm stjørnur
til Fiat 500
Fiat 500 fekk fimm stjørnur frá EuroNCAP fyri at verja tey
ferðandi í bilinum
Týskarar ákæra kinesiska
bilaídnaðin
Kinesiski CEO SUV frá kinesisku verksmiðjuni Shuanghuan Automobile er eitt kopi av BMW X5
Hyundai i30 er tann mest týðandi Hyundai, sum nakrantíð er komin til Evropa
i30 er ein hatchaback við fimm hurðum og góðum plássi til
fimm ferðandi
Hyundai i30 innan. Flott design í góðum kvaliteti