mikudagur 12. september 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 12. september 2007
bilar
Harley Davidson
umboðið í Føroyum
HD.fo v/Ove Ritter
hevur fingið nakrar
av teimum nýggjastu
súkklunum av 2008
árganginum heim
umframt eina Ultra
Classic við allari
hugsandi útgerð
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hjá Harley Davidson í Før
oyum eru nú 2008 modellini
á skránni. HD.fo v/Ove Ritt
er hevur fingið nakrar av
teimum nýggjastu súkklun
um umframt eina Ultra
Classic við allari hugsandi
útgerð.
Hesar »Harley Davidson
FLHTCUSE
Screamin
Eagle Ultra Classic Electra
Glide« sum rætta navnið á
súkkluni er,verða einans
gjørd í heilt fáum eindum,
men HD.fo hava tó fingið
eina slíka heim. Súkklan er
framleidd á eini heilt ser
ligari framleiðslulinju, ið
nevnist CVO (Custom Veh
icle Operations), har hendan
súkklan er nummar 193.
Umframt at Ultra classic
er tann flottasta og best
útgjørda Harley yvirhøvur,
hevur hendan hópin av aðr
ari luksusútgerð afturat. Tal
an er um eina súkklu, sum
kostar um hálva millión her
hjá okkum og um 800.000
kr. at keypa í Danmark.
Motorurin er ein 2 syl. 4
takt Vmotorur við ESPFI
(Electronic Sequential Fuel
Injection) innspræning og
einum
snúningsmomenti
upp á 196 Nm við 3.000
snún/min og 135 hk. Hóast
súkklan vigar um 400 kg,
er hon sera kvik og koyrir
frá 0100 km/t upp á umleið
7 sek.
Komfortur á
høgum støði
Komforturin er á høgum
støði og í røttum amerik
anskum stíli, hon er t.d.
gjørd til at koyra langt við,
uttan at tey sum sita í leður
setrunum á súkkluni møð
ast. Súkklan hevur allar
framkomnar trygdarskipan
ir sum t.d. GPSnavigatións
skipan, XM Satellite radio,
fløguspælara,
MP3spæl
ara, CB radio, internt komm
unikatiónsanlæg,
cruise
control,
fjarstýring
til
garasjuhurðina,
perlemor
custom lakkering, hita í setr
um og handtøkum, og ikki
at gloyma hevur hon tað
heilt rætta og væl kenda
Harley ljóðið.
HD.fo hava sum nakrir
av teimum fyrstu Harley
forhandlarunum í Evropa
fingið nakrar av 2008
modellunum heim. Ein av
hesum er ein sera væl
útgjørd Harley Davidson
FXSTBI Dyna Street Bob
við 1584 ccm innsprænings
motori og 6 trins girkassa.
Seturhæddin er einans 65
cm. Súkklan er løtt at koyra
og at umgangast í allar
mátar.
Meira fæst at vita á heima
síðuni www.HD.fo ella við
at ringja á tel. 210405.
Harley tá hon er best
Tíðindaskriv
Enn einaferð hevur Sel.fo
eitt met av bilum inni á
síðini. Tað var tann 11.
september 2007 líka eftir
miðnátt, tá ið 500 bilar
vóru at síggja í senn inni
Sel.fo. Hóast tað tilsam
ans hava verið fleiri bilar
gjøgnum tíðina, so er tað
fyrstu ferð teljarin á síðini
vísti 500 bilar.
Sel.fo er í dag tann
størsta heimasíðan í Før
oyum fyri privatar seljar á
netinum við 3.598 limum,
har umleið seks nýggir
limir verða skrásettir um
dagin.
www.sel.fo
500 bilar
á Sel.fo
Ein av 2008 modellunum er hendan
væl útgjørda Harley Davidson FXSTBI
Dyna Street Bob
Myndir: Jens Kristian Vang
35
Harley Davidson Ultra Classic Electra Glide er tann flottasta og best útgjørda Harley yvirhøvur
Motorurin er ein 2 syl. 4-takt V-motorur við ESPFI-
innspræning og 135 hk
Súkklan hevur allar framkomnar trygdarskipanir sum t.d.
GPS-navigatiónsskipan, XM Satellite radio, fløguspælara, og
MP3-spælara