Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 26. apríl 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 79 - 26. apríl 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 Klaksvíkar býráð samtykti týskvøldið uppskot, sum ger mentanarhúsið Atlantis til sjálvs- ognarstovn við egn- um stýri MENTAN Eyðun Klakstein Klaksvík: Hóast tað var flaggdagur og og annars serligur dagur fyri mentan- arhúsið Atlantis í gjár, var einki flagg at hóma uttan fyri húsið. Týskvøldið gjørdi Klaks- víkar býráð fyribils enda á eini langari og óhugaligari søgu um mentanarhúsið Atlantis. Húsið skuldi virk- að sum mentanarhús, men hevur ikki hýst stórt øðrum enn sjónleiki seinastu tvey árini. Atlantis verður nú sjálvs- ognarstovnur, sum skal stýrast av einum serligum stýrið. Hetta stýrið er ikki endaligt enn, men Klaks- víkar kommuna og Klaks- víkar Sjónleikarfelag hava valt síni umboð. Tvey umboð vald Klaksvíkar kommuna eigur formannin í stýrinum, og á býráðsformaðurin hevur valt Nikolinu Olsen í nevndina. Hon verður sam- stundis formaður í nevnd- ini. Klaksvíkar Sjónleikarfel- ag hevur valt Jógvan Ravnsfjall, savnsvørð at umboða felagið í stýrið, meðan Norðoya Sparikassi, sum eigur triðja limin ikki hevur sett navn á hendan persónin enn. Trímannastýrið skal standa fyri rakstrinum av Atlantis, og tað er lagt í hendurnar á stýrinum at av- gera, um leiðari skal setast í húsinum. Ætlanin hevur ikki verið, at stýrið skal standa fyri dagliga rakstrinum, og tí er sannlíkt, at ein leiðari verð- ur settur fyri Atlantis. Fegin formaður Formaðurin í mentanar- nevndini hjá Klaksvíkar býráð er fegin um, at málið nú er avgreitt. – Tað hevur tikið drúgva tíð, men nú eru vit komin á mál. Eg eri fegin um, at eg nú kann lata málið frá mær, og at eitt stýrið kann fáa virksemi í húsið aftur, sigur Jórun Høgnesen. Mentanarnevndin, sum sat í áðrenn valið, kom væl áleiðis við eini loysn á At- lantis, og nýggja mentanar- nevndin hevur so fullført hetta arbeiði. – Nú verður tað upp til stýrið fyri Atlantis at gera av, hvussu húsið skal rek- ast, og hvat virksemið tað skal hýsa. Eisini kann stýr- ið gera av, um leiðari skal setast fyri húsið, sigur Jór- un Høgnesen. Pengar fylgja við Hóast Klaksvíkar komm- una nú er leys av beinleiðis rakstrinum av Atlantis, og stýrið eisini hevur yvirtikið skuldina í húsinum, ásanna kommunalu myndugleik- arnir, at pengar mugu latast til raksturin. Í ár eru 190.000 krónur tøkar til Atlantis, og tað verður mett, at hetta er nóg mikið av pengum til restina av árinum. Húsið skal eisini skaffa sær inntøkur, men roknað verður við, at men- tanartiltøkini neyvan koma at bera seg. – Vit rokna eisini við, at vit framyvir skulu lata pengar til Atlantis. Hetta er eitt mentanarligt tilboð í býnum, sum vit skulu stuðla. Best hevði sjálvandi verið, um raksturin av Atlantis bar seg, men tað kann ikki roknast við tí, sigur Jórun Høgnesen, for- maður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði. Tungur rakstur Atlantis varð umbygt í 1997. Upprunaliga ætlanin var, at umbyggingin skuldi kosta 1,4 milliónir, men endaligi prísurin á stóru umbyggingunum gjørdist tvífalt so stórur. Húsið er nú í góðum standi, tað er snøgt og inn- bjóðandi, men skuldin hev- ur tyngt raksturin av húsin- um. Norðoya Sparikassi hevur fíggjað umbygging- arnar, og nú hava partarnir í málinum funnið eina loysn, sum tey halda verður varð- andi. – Ætlanin er nú at fáa støðugt mentanarligt virk- semi í húsinum, sigur Jórun Høgnesen. Í løtuni sýnir Klaksvíkar Sjónleikarfelag leikin Afturgongur í Atlantis, men ætlanin er, at onnur men- tanarlig tiltøk, sum verða í Atlantis komandi tíðina. Endalig loysn funnin í Atlantis Mentanarhúsið Atlantis kann nú fara at virka aftur. Húsið verður nú sjálvsognarstovur, sum eitt serligt stýrið skal ráða yvir. Mynd: Eyðun Klakstein Nú er bert ein foto- handil eftir í Klaksvík SIG APPILSIN Eyðun Klakstein Klaksvík: Fyrr í vikuni lat AWJ Foto í Klaksvík aftur, og nú er bert eini fotohandil í býnum. AWJ Foto hevur havt deild í Klaksvík í fleiri ár, men nú ætlar handilin bert at hava virksemi á Skála- fjørðinum. AWJ Foto hevur gjørt avtalu við PhotoCare í sambandi við afturlatingina í Klaksvík. Fyri stuttari tíð síðani lat Eiler Foto eisini aftur, og tí er tað bara PhotoCare, sum virkar í Klaksvík í løtuni. Leygardagin verður skipað fyri gongutúri niðan á Katlarnar á Borðoynni, har gamli tingstaðurin var ÚTFERÐ Eyðun Klakstein Klaksvík: Norðoya Kunn- ingarstova fer leygardagin at skipa fyri einum gongu- túri úr Klaksvík og niðan á Katlarnar, har gamli ting- staðurin í Norðoyggjum var. Tingstaðurin liggur á Borðoynni, 300 metrar omanfyri Árnafjørð, og her plagdu norðoyingar at hitt- ast um vártingseturnar. Teir gomlu dugdu væl at velja sær stað, tí tingstaðurin liggur mitt í Norðoyggjum. Líka langt er at ferðast av Trøllanesi sum av Kirkju. Ongar skrivligar keldur eru sum siga, nær tingstað- urin varð settur á stovn, men helst hava fyrstu norð- menninir, sum komu higar, brúkt somu skipan sum í Noregi. Frásøgumaður við Løgmaður møtti á vártingi fram til 1650, og eftir tað var tað fútin, sum hevði stóra orðið at siga, men eisini sýslumenninir høvdu stóran leiklut. Tey, sum ælta sær við á forvitnisliga gongutúrin leygardagin, kunnu møta við býráðshúsini, haðani farið verður klokkan 13.00. Gingið verður niðan við Ravnagili, norður eftir Svøðini, um Áarskarð og niðan á Katlarnar. Leiðari og frásøgumaður verður Símun Michael Poulsen. Kostnaður fyri túrin er 50 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn. Íroknað prísin er søguligt yvirlit yvir hesa gomlu bygdagøtu og tingstaðin, og eisini verður okkurt leskandi at fáa, tá komið er á tingstað- in. AWJ Foto í Klaksvík latið aftur Vitja gamla tingstaðin Fotohandilin AWJ Foto í Klaksvík hevur nú latið aftur Hóskvøldið 26. apríl 2001, kl. 19.30 verður 6. konsert- in av 7. í vetur hjá Orfeus, tónleikafelag Norðurlanda- húsins, og hesaferð verður tað eitt Liederkvøld við sopransangarinnuni Annu Mariu Pammer og pianist- inum Mathilde Hoursian- gou. Anna Maria Pammer er sera kend sangarinna, hon hevur tikið prógv við Lin- zer Musikgynasium saman við víðari lestnaði á Tón- leikaháskúlanum fyri Sang og Pall-list. Hon er limur í Altjóða Operahúsinum í Zürich. Hon hevur millum annað sungið konsertir saman við: Wiener Symphoniker, RAI í Torino og Teatro la Fenice í Venetie, Brucknerorkestr- inum, La Chapelle Royale og Klangforum í Wien. Við á kosertini er eisini Mathilde Hoursiangou. Hon hevur lisið við Con- servatoire National Supéri- eur og tók prógv í konsert- klaveri, kamartónleiki og lied-hjáspæli. Mathilde hevur serliga roynt seg inn- an nútíðartónleik og hevur haft nógvar frumframførsl- ur. Síðan 1998 hevur hon verið lærarinna á altjóða summarakademinum Im- puls í Graz. Á skránni til konsertina í Norðurlandahúsinum eru verk eftir : Alexander Stan- kovski, Robert Schumann, Johannes Brahm og Bald- vin Sulzer. Liederkvøld í Norðurlandahúsinum