fríggjadagur 27. apríl 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 27. apríl 2001
3
gult3 cyan3 magenta3 svart3
2
Nr. 80 - 27. apríl 2001
gult2 cyan2 magenta2 svart2
Fáa nýggju telefeløg-
ini í Føroyum stóran
part av marknað-
inum, kann lands-
stýrið áleggja teimum
veitingarskyldu, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
SAMSKIFTI
Eyðun Klakstein
Kappingin millum telefel-
øgini í Føroyum hevur hig-
artil prógvað, at hon er
frægasta amboð til at
tryggja bestu og bíligastu
tænastuna til brúkarnar.
Hetta sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður, í
svari til fyrispurning frá
Henrik Old um teletænast-
una í útjaðaranum.
– Menningin í dag fer
sera skjótt fram og er til
fyrimuns fyri brúkaran,
bæði tá talan er um fjøltátt-
an av tænastum og lægri
kostnað. Tøkniliga menn-
ingin og kappingin ger eis-
ini, at teletænasturnar í
stóran mun longu koma øll-
um til góða, sigur Bjarni
Djurholm.
Landsstýrismaðurin
heldur sostatt ikki, at útjað-
arin verður verri fyri, hóast
kappingin millum telefel-
øgini á teimum stóru pláss-
unum harðnar, og at Føroya
Tele tí fer at hava færri
pengar
til
útbyggingar
kring alt landið.
Vanlig telefon
Í løtuni er tað Føroya Tele,
sum hevur veitingarskyldu
mótvegis øllum føroying-
um.
Veitingarskyldan umfatar
vanligt telefonsamband, og
harvið eisini møguleikan at
brúka seint internet og at
senda og taka ímóti faxum.
ISDN er eisini umfatað av
veitingarskylduni,
um
minst 10 fólk í somu bygd
vilja hava ISDN.
– Veitinginarskylda kann
tó ikki krevjast, um kostn-
aðurin fyri tænastuna er
órímiliga
høgur,
sigur
Bjarni Djurholm.
Fartelefonir eru ikki um-
fataðar av veitingarskyld-
uni hjá Føroya Tele, og at
fingið allar Føroyar umfat-
aðar av GSM-neti hevði
verið sera kostnaðarmikið,
sigur landsstýrimaðurin.
Tí kunnu smáu plássini
ikki rokna við øllum teim-
um tænastum, sum megin-
økið hevur, men landsstýr-
ismaðurin heldur, at tøkni-
liga kappingin eisini gagn-
ar útjaðaranum og tænast-
uni til hann.
Fáa somu tænastu
Bjarni Djurholm vísir eisini
á, at um tey nýggju telefel-
øgini – Kall og Tele F –
vinna ein trivaligan part av
føroyska marknaðinum, so
kann landsstýrismaðurin
áleggja teimum ávísar veit-
ingarskyldur.
Hetta er ein partur av
loyvunum, sum tey hava
fingið, og Bjarni Djurholm
upplýsir, at um nýggju tele-
feløgini fáa ein fjórðing av
marknaðinum verða tey
mett sum týðandi televeit-
ari.
Henrik Old spurdi í sín-
um fyrispurningi, nær allir
landsins borgarar fáa tele-
tænastu á sama høga stigi,
sum brúkarar í miðøkinum.
Bjarni Djurholm svarar,
at felstu teletænasturnar
longu í dag verða veittar til
allar borgarar í landinum.
Føroya Tele ætlar at
seta fleiri enn 20
nýggjar GSM-støðir
upp kring landið í ár
GSM
Eyðun Klakstein
Føroya Tele fer í hesum
árinum at gera stór útbygg-
ing av GSM-netinum, og
telefelagið hevur lat eina
ætlan fyri, nær tær ymsu
støðirnar skulu setast upp.
Samanlagt verður talan
um 22 nýggjar støðir kring
landið.
Í hesum og næsta mánaði
verða støðir settar upp í
Kvívík, Tjørnuvík, Flog-
vøllinum, Kunoy, Mikla-
dali, Funningsbotni, Havn
og í Funningi.
Í juni mánaði standa
Froðba, Øravík og Sandvík
fyri tørni. Í juli mánaði
skulu støðir verða settar
upp í Fámjin og Húsavík. Í
august í Árnafirði og við
Gjógv.
Í september og oktober
mánaði verða støðir settar
upp í Haldórsvík, á Hvíta-
nesi, í Lamba, Æðuvík,
Dali, Haraldssundi og í
Svínoy.
Føroya Tele sigur, at tíð-
arætlanin er vegleiðandi,
og at í flestu førum væntar
telefelagið, at tað kann
ganga skjótari við uppset-
ingini. Eisini roknar Føroya
Tele við, at støðirnar verða
fleiri í tali, tá útbyggingin í
ár er liðug.
Kapping gagnar brúkaranum
Bjarni Djurholm heldur, at
tað er ein fyrimunur fyri
brúkarar í øllum landinum,
at kapping er á teleøkinum
GSM-netið
byggjast út
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu okkum
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaði
maður, pápi, verpápi og abbi
Poul Nicolaj Jacobsen
f. 04.08.27
d. 22.03.01.
var sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á E3 fyri tíðina hann var hjá
tykkum og tøkk til starvsfólkini á B6, sum hjálptu
honum og vóru um hann síðstu tíðina hann livdi.
Tøkk øll tit, ið komu í kapellið.Tøkk til prest og tey
vøkru og væl valdu orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og urguleikara,
og tit, sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur og kransar,
og takk tit mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Asta, Sigrun, Djóni og Marianna
Fólk í Svínoy, Dali, Froðba og aðrastaðni í landinum fáa í hes-
um árinum møguleikan at brúka GSM-fartelefonir
Nikolina Olsen
verður forkvinna í
stýrinum, sum skal
endurreisa mentanar-
húsið Atlantis
MENTAN
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tað verður ein
kvinna, sum fer at standa á
odda fyri nýggja stýrinum
fyri sjálvsognarstovnin Atl-
antis.
Mentanarhúsið skal nú
fáast at virka veruliga aftur,
og eitt trímannastýri fer at
hava ábyrgdina av virksem-
inum í húsinum.
– Hetta er spennandi. Tað
er ein stór avbjóðing at fáa
eitt slíkt hús at virka, men
eg stúri ikki fyri at fara í
gongd við hesa uppgávuna,
sigur Nikolina Olsen.
Hon hevur lisið enskt og
danskt á universitetinum í
Århus, og hon starvast nú
sum lærari á studentaskúl-
anum á Kambsdali. Hon
býr í Klaksvík.
Umframt Nikolinu er
Jógvan Ravsfjall, savns-
vørður á Norðoya Forn-
minnasavni, valdur í stýrið.
Triðja limin skal Norðoya
Sparikassi velja, men hesin
er ikki valdur enn. Tað
verður tó fyrsta dagin, sigur
stjórin
í
Norðoya
Sparikassa.
– Hetta er spennandi
Hóast føroyingar
eru stoltir av
Merkinum,
umboðar tað fram-
vegis ongan sjálv-
støðugan stat, segði
Eyðun Elttør í
flaggdagsrøðu síni í
Klaksvík
MERKIÐ
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Nógv fólk
var til flaggdagshaldið í
góðveðrinum í Klaksvík
mikudagin.
Skrúðgonga fór úr
Klaksvíksgarðinum og
endaði í Vágstúni, har
Eyðun Elttør, lands-
stýrismaður, helt røðu.
– Hóast vit eru stolt av
Merkinum, so umboðar
tað ongan stat. Tað
umboðar eitt fólk og
eina tjóð. Ein tjóð, sum
ikki enn hevur vunnið
sær fult tjóðarfrælsi, og
sum
framvegis
ikki
tykist vera til reiðar at
krevja sín rætt millum
heimsins stjálvstøðugu
lond, segði Eyðun Elttør
millum annað.
–
Viðhvørt
restar
Merkið,
tá
fløggini
verða vundin á stong í
altjóða høpi. Fløggini
hjá frælsum tjóðum eru
uppi, men Merkið er
ikki millum teirra.
– Sjálvur tók eg fyri
ikki so langari tíð síðani
lut á ráðstevnu, har
Markið ikki varð vundið
á
stong,
fyrr
enn
vertirnir vórðu gjørdir
varugir við, at Føroya
hava egið flagg, segði
Eyðun Elttør.
Skótarnir í Klaksvík
stóðu fyri flaggdags-
haldinum, og Klaksvíkar
Hornorkestur var eisini
við.
Merkið umboðar
ongan stat
Nikolina Olsen verður
forkvinna í nýggja stýrinum
fyri mentanarhúsið Atlantis
...tú fært tað munandi betri hjá HTH
Á Hálsi FO 100 Tórshavn Tel. 314949 Fax 311330 www.hth-kokar.com
Vit kunnu eisini bjÝa t¾r at bleggja k¿kin n og t¾r nàtist ikki at mttaka
hann fyrr enn september.
Strt maitilboÝ av k¿kum og hvtv¿rum
Spar upp til 35%
BENETTON barnaklæðir
Til øll børn í aldrinum 0-12 ár
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • T
el. 317661
UNITED COLORS
OF BENETTON.
SOSIALURIN 311820