fríggjadagur 27. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 26. apríl 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 79 - 26. apríl 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
Nú ætlanin er at
byggja nýggjan
studentaskúla í Vági,
minnir Hovs
Kommuna á, at
Løgtingið hevur
samtykt, at skúlin
skal byggjast í Hovi
SKÚLABYGGING
Áki Bertholdsen
Tann nýggi studentakúlin í
Suðuroynni, skal byggjast í
Hovi.
Tað heldur Hovs Komm-
una fast um.
Nú tað er komið fram, at
ætlanin er at byggja nýggj-
an studentaskúla í Vági,
hevur bygdarráðið í Hovi
gjørt vart við seg.
Bygdarráðið fer nú at
senda Torbjørn Jacobsen,
landsstýrismanni í skúla-
málum, bræv, har tað
verður mótmælt at skúlin
uttan víðari verður bygdur
í Vági.
Og
Hovs
Kommuna
heldur seg hava eina góða
sak.
Føroya Løgting hevur
nevniliga
samtykt,
at
nýggjur studentaskúli skal
byggjast í Hovi.
Tað var einaferð í áttati-
árunum, at Løgtingið sam-
tykti ein skúlapakka. Og
ein partur av honum var, at
í Suðuroy skuldi ein nýggj-
ur studentaskúli byggjast í
Hovi.
Hetta var ein salomonsk
loysn, tí í fleiri ár hevði
ósemja verið ímillum Vág
og Tvøroyri um, hvar í
oynni, skúlin skuldi vera.
Tað endaði so við, at
Løgtingið samdust um eina
millumloysn, og tað var at
byggja skúlan í Hovi.
Á bygdarráðsfundi í Hovi
leygardagin samtykti bygd-
arráðið at minna lands-
stýrismannin í skúlamálum
á hesa løgtingssamtyktina
um at byggja skúlan í Hovi.
Víst verður eisini á, at tá
ið samtyktin varð gjørd,
varð eisini økið lagt av til
endamálið.
Hetta økið er framvegis
tókt til endamálið.
Savna, heldur enn
spjaða
Í viðgerðini í bygdarráð-
num í Hovi, kom fram, at
bygdarráðslimir skiltu ikki,
hví skúlin skuldi byggjast í
Vági.
– Imeðan hetta landsstýr-
ið hevur sitið, hevur verið
talan um at byggja tveir
skúlar í Suðuroynni. Annar
skúlin, tað er almanna- og
heilsuskúlin, skal verða á
Tvøroyri og hin skúlin, tað
er
studentaskúlin,
skal
byggjast í Vági.
– Hetta er beint øvugt
ímóti almenna politikkin-
um annars, tí alla aðra-
staðni í Føroyum verður
roynt at savna skúlarnar í
deplar fyri at spara í rakstri
við tað, at allir skúlarnir í
deplinum í ein vissan mun
fáa nyttu av somu lærarum,
skrivstovufólki og útgerð,
ístaðin fyri at hava tvey av
øllum.
Víst verður m.a. til
skúldepilin í Kambsdali.
Bygdaráðið vísir eisini á,
at tingið stutt síðani feldi
eitt uppskot um at byggja
studentaskúlan í Hoydølum
út, tí at ein skúladepil skal
gerast í Marknagili og at
tað var bíligari og betri upp
á seg.
Tí heldur bygdarráðið í
Hovi, at tað er lítið skila-
gott at spjaða skúlarnar í
Suðuroynni.
– Tá ið fyrimunurin er so
stórur at leggja skúlar í
deplar aðrastaðni í Føroy-
um, má tað saman verða
galdandi í Suðuroynni,
sigur bygdarráðið.
Tí mælir bygdarráðið til
at skúlarnir í Suðuroynni
eisini verða savnaðir í ein
depil - og at hesin skúla-
depilin verður í Hovi.
– Ongastaðni í oynni
koma skúlarnir at liggja so
væl fyri, sum júst Hovi, tí
tað er at kalla púra mitt í
Suðuroynni.
– Tað eru ikki meiri enn
20 minuttir at koyra úr
syðstu bygdini, Sumba, til
Hovs. Og tá ið ætlaða
bergholið ímillum Øravík
og Hov er gjørt um nøkur
heilt fá ár, er tað heldur ikki
meiri enn 20 minuttir at
koyra úr norðastu bygdini,
Sandvík, til Hovs.
Somuleiðis ger bygdar-
ráðið vart við, at Suður-
oyggin er annað enn Vágur
og Tvøroyri.
– Tað eru eisini aðrar
bygdir í oynni og tað kundi
havt ómetaligan týdning
fyri eina bygd sum Hov,
sum hon, t.d. varð gjørd til
ein skúlamiðdepil í Suður-
oynni.
Hovbingar
undir
kloakk
– Bygdarráðið í
Hovi hevur
hevur nú sett
sær fyri at gera
kloakkirnar í
bygdini lidnar
UMHVØRVIS-
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Nú skulu kloakkirnar
í Hovi gerast lidnar.
Tað samtykti bygd-
arráðið á fundi leyg-
ardagin.
Í einum parti av
bygdini, eru kloakk-
irnar lagdar av nýggj-
um, men enn er ein
stórur partur eftir.
Tað er allur tann utt-
ari parturin í bygdini,
frá kirkjuni og úteftir,
har kloakkirnar enn
ikki eru lagdar. Sam-
stundis eru tað fram-
vegis einstøk hús,
sum ikki enn hava
fingið rottanga.
Bygdarráðið í Hovi
hevur nú sett sær fyri
at fáa hesi viðurskift-
ini í rættlag.
Bygdarráðið sam-
tykti at fáa arbeiðið
projekterað at leggja
nýggja kloakk í tí
partinum av bygdini,
sum er eftir. Sam-
stundis skal arbeiðið
kostnaðarmetast.
Hov er ikki av pen-
ingasterkastu komm-
unum, so tað verður
ikki talan um at gera
arbeiðið í einum. Tí
er neyðugt at toyggja
arbeiðið yvir nøkur
ár, men ætlanin er so
at fáa gongd á arbeið-
ið aftur.
Samstundis fáa tey
húski, sum framvegis
ikki hava rottanga,
bræv frá kommununi
við boðum um at fáa
hetta í rættlag nú.
Kommunan hevur
áður álagt teimum at
fáa sær rottanga, men
tað hevur ikki hjálpt.
Men nú fáa tey boð
um at fáa rottanga til
húsini.
Bygdarráðið vísur
á, at eftir lógini skulu
øll hús verða bundin í
kloakk í seinasta lagi
í 2010.
Hovbingar halda fast um
studentaskúlan
– Bygdarráðið í Hovi minnir á, at Løgtingið hevur samtykt at byggja nýggja studentaskúla í Hovi. Á bygdarráðsfundi
leygardagin varð samtykt at mómæla, at skúlin nú skal byggjast í Vági. Á myndini eru bygdarráðslimirnir fremst frá vinstru,
Dagfríð Hovgaard og Jákup Petur Joensen, varaborgarstjóri. Við hansara borðendan situr Emma Petersen, borgarstjóri og
høgrumegin situr Alexius Midjord. Við nærmasta borðendan er tað Delmar Tausen, sum er fimti bygdarráðslimurin. Við
ryggurin til, við telduna, situr Hildur Gunnarsdóttir, kommunuskrivari
– Tað er ein misskiljing, at
løgtingssamtyktin um at
nýggi studentaskúlin skal
vera í Vági.
Tað sigur Torbjørn Ja-
cobsen, landsstýrismaður í
skúlamálum.
Tað er rætt, at Løgtingið
einaferð í áttatiárunum
samtykti,at skúlin skuldi
byggjast í Hovi, soleiðis
sum bygdarráðið sigur í
greinini omanfyri. Men
tann samtyktin varð broytt
fyri umleið einum mánaða
síðani. Sostatt hevur løg-
tingið nú samtykt, at skúlin
skal verða í Vági, sigur
landsstýrismaðurin.
Sum tað eisini sæst í
greinini omanfyri, heldur
Hovs Kommuna, at tað er
løgið, at skúlarnir í Suður-
oynni skulu spjaðast um, tá
ið tað alla aðrastaðni í Før-
oyum verður hildið at vera
ein fyrimunur at savna
skúlarnar í deplar.
Hesum
er
Torbjørn
Jacobsen ikki samdur í.
– Í Suðuroy eru tveir
skúlar, sum eru á hægri
støði enn framhaldsdeildin,
almanna- og heilsuskúlin
og miðnámsskúlin. Hetta
eru
hvør
sín
skúli.
Almanna- og heilsuskúlin
er á Tvøroyri, tí hann má
vera tætt við eitt sjúkrahús.
Studentaskúlin hevur verið
í Vági í so nógv ár, at tað er
trupult at flyta hann nú.
Harafturat er syðra helvt í
Suðuroynni
tað
kið
í
landinum, sum enn er harð-
ast rakt av kreppuni og tað
kann verða ein styrkur fyri
økið at fáa ein skúla í býin,
heldur landsstýrismaðurin.
Løgtingið flutt skúlan til Vágs
Tíðliga mikumorg-
unin fór ein bilur
útav á vegnum oman
til Vestmanna. Ov
nógv ferð er eftir
øllum at døma orsøk-
in til óhappið. Tríggir
ungir menn vóru í
bilinum, og eingin
teirra er í lívsvanda
FERÐSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Tað kundi enda heilt galið,
tá ein grønur Peugeot 406
fór útav vegnum niðanfyri
Vestmanna mikumorgunin
klokkan 5.15.
Bilurin, sum var á veg til
Vestmanna, hevði ov nógva
ferð, tá hann fór inn í eitt
høgrasving. Førarin misti
tamarhaldið á bilinum, sum
brast inn í bergið innanfyri
vegin. Bilurin er sera illa
farin og gjørdist vrak.
Um hugt verður eftir
sporunum í vegnum, misti
førarin tamarhaldið eini
120 metrar frá staðnum, har
afturendin á bilinum brast í
veggin. Síðani ferðaðist bil-
urin eini 30 metrar í veitini,
sum er millum vegin og
bergið.
Bilurin kundi eins væl
farið útav vegnum vinstru-
megin
og
bólta
fleiri
hundra metrar niður í hav-
ið.
Sýslumaðurin í Vest-
manna, Ivan Klein Olsen,
sigur, at tíbetur fór bilurin í
bergið og ikki útav hinu-
megin, tí so kundi ferðslu-
óhappið verið nógv álvar-
samari. Hann veit enn ikki,
um menninir sótu í trygdar-
belti, men so skjótt teir
verða útskrivaðir av lands-
sjúkrahúsinum, verða teir
avhoyrdir av løgregluni.
Tað var ein maður í
Vestmanna, sum av tilvild
sá tilburðin úr húsi sínum,
ið boðaði løgregluni frá
óhappinum.
Peugeot 406 er ein kraft-
mikil bilur, hvørs motorur
vanliga hevur umleið 2000
kubik við eini 130 hesta-
kreftum. Men er talan um
ein Peugeot 406 TS6 hevur
hann umleið 3000 kubik og
eini 200 hestakreftir. Tað er
í øllum førum talan um ein
bil í tí stóra klassanum,
sum kann koyra skjótt.
Í løtuni búgva 46.339
fólk í Føroyum, og tað
er ein vøkstur uppá
sløk túsund
menniskju seinasta
árið. So nógv fólk
hava ikki búð her
síðani 1992, tá
fólkatalið var 46.821
FÓLKATAL
Stefan í Skorini
Fólkatalið í Føroyum økist
við rúkandi ferð. Seinastu
hagtølini vísa, at vit eru við
at nærkast sama fólkatalin-
um, vit høvdu undan krepp-
uni. Bara tveir teir fyrstu
mánaðirnar í ár øktist
fólkatalið við 144 fólkum.
Seinasta uppgerðin, sum
er gjørd 28. februar í ár,
vísir, at 46.339 fólk búleik-
ast í Føroyum. Somu tíð í
fjør var talið 45.515, og
sostatt ber til at staðfesta
ein vøkstur uppá 824 fólk
seinastu tólv mánaðirnar.
Hetta stendur at lesa í Hag-
tíðindum, sum Hagstovan
hevur latið úr hondum.
Hagtølini yvir fólkatalið
ganga aftur til 1970, og
vøksturin
hevur
hetta
tíðarskeiðið ongantíð verið
so stórur í einum ári. Í 1975
var fólkavøksturin 792, og í
1988 var vøksturin 722
fólk.
Hægsta fólkatalið, sum
hevur verið í Føroyum, er
47.838. Tað var í 1989.
Síðani lækkaði talið fram
til 1996, tá tað aftur fór at
ganga rætta vegin.
Tilflytingin metstór
At tað eru uppgangstíðir í
Føroyum, og at fólk fegin
vilja flyta aftur til Føroyar
merkist týðiliga í fólkatal-
inum.
Nettoflytingin er eisini
metstór. Í fjør fluttu 1787
fólk til Føroyar, meðan
1350 fluttu av landinum, og
tað gevur eina nettoflyting
uppá 437 fólk. Nettoflyt-
ingin hevur sambært hag-
tølunum heldur ongantíð
verið so stór sum í fjør.
Burðaravlopið í ár 2000
var 346 fólk, meðan tað
225 í 1999. 708 vórðu fødd,
meðan 362 doyðu í fjør.
Tórshavnarøkið er
nógv tað fólkaríkasta
økið í landinum. 28.
februar í ár búðu
17.830 fólk í Tórs-
havnar kommunu,
men tá er Kollafjørð-
ur tikin við
FÓLKATAL
Stefan í Skorini
Fyrstu tveir mánaðirnar í ár
vaks fólkatalið í Tórshavn-
ar kommunu við 87 fólk-
um. Tilflytingin var 40 fólk,
meðan burðaravlopið var
87.
Tann 1. januar í ár kom
Kollafjarðar kommuna við
í Tórshavnar kommunu, og
tí var eitt lop í fólkatalinum
uppá góð 1.000 fólk, tá
kollfirðingar verða roknað-
ir við í størstu kommunu í
landinum. Við árslok í fjør
vóru 16.787 havnafólk,
men nú er talið komið uppá
17.830 fólk.
Fólkatalið í høvuðsstaðn-
um hevur annars verið í
støðugum vøkstri síðan
miðskeiðis í 90-unum. Við
árslok í 1996 var talið
15.560 fólk, og hvørt ár eru
nøkur hundrað løgst aftur-
at. Frá árslokið í 1996 til
árslok í fjør var vøksturin
1227 fólk.
Onnur øki standa í
stað
Meðan miðstaðarøkið upp-
livir ein stóran vøkstur, er
hesin ikki eins eyðsýndur
aðrastaðni í landinum. Í
nøkrum
økjum
minkar
fólkatalið, meðan vøksturin
er lítil í teimum flestu støð-
unum.
Í syðra parti av Eystur-
oynni, sum telur Fugla-
fjarðar, Leirvíkar, Gøtu,
Nes, Runavíkar, Sjóar og
Skála kommunu, búgva nú
8.689 fólk. Vøksturin sein-
astu fimm árini hevur verið
794 fólk.
Einki
annað
økið
í
Føroyum kann reypa sær av
nøkrum serliga stórum
vøkstri í fólkatalinum.
Í Klaksvíkar og Hvanna-
sunds kommunu búgva
5.219 fólk, og tað er ein
vøkstur uppá 273 fólk sein-
astu fimm árini. Í Suður-
oynni búgva 4.985 fólk, og
tað er ein minking uppá
108 fólk seinastu fimm
árini.
Í Vágunum búgva 2.658
fólk, meðan 1.453 fólk
búleikast á Sandoynni, og
har hevur fólkatalið mest-
sum staðið í stað seinastu
árini.
Sluppu við skelkinum
Illa farni bilurin, sum fór
útav vegnum tíðliga
mikumorgunin. Tíbetur fór
hann ikki útav vegnum við
kós móti havninum, men
brast í bergið innanfyri
Mynd: Jens Kr. Vang.
Fólkatalið veksur
Fólkatalið í Føroyum øktist við 144 fólkum fyrstu tveir mánaðirnar í ár
Havnin veksur skjótast