Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 27. apríl 2001 5 gult5 cyan5 magenta5 svart5 4 Nr. 80 - 27. apríl 2001 gult4 cyan4 magenta4 svart4 Nýggja tyrlan hjá Atlantsflogi kom til Føroya flaggdagin. Sosialurin var og tók í móti henni FLÚGVING Edvard Joensen Nýggja Bell 412 tyrlan hjá Atlantic Airways kom til Føroya flaggdagin. Mót- tøka var á flogvøllinum, tá hon lendi. Men fyrsta mót- tøkan var á flogi suður úr Akrabyrgi, har Hans Han- sen, flogskipari hjá Atlantic Airways, var við sínum egna privatflogfari og heils- aði tyrluni vælkomnari. Tað er flaggdagur og dýrdarveður í Vágum. Sól- in skínur oman og niðan, fløggini eru so smátt farin at prýða stengurnar, hóast lotið er so lítið, at tey ikki standa frá. Likkurnar leika í. Teimum so líkt. Nakrar ær ganga millum húsini, og eitt lamb er eisini ímillum. – Hetta verður ein óførur dagur at koma við nýggju tyrluni, hugsi eg, meðan eg geri klárt at fara á flog- vøllin at taka ímóti. Telefonin ringir í lumm- anum: »Tað er Hans Hansen. Atlantsflog. Eg fari suður móti Suðuroynni við tí lítla flogfarinum at taka í móti nýggju tyrluni. Hevur tú hug at koma við.« Jú, sjálvandi havi eg tað. Og eg haldi, at eg játtaði, áðrenn hann var liðugur at spyrja. Lítla flogfarið Hans stendur klárur, tá eg komi á flogvøllin. Vit seta okkum í flogfarið og rulla út á breytina. Alt gongur á sama hátt, sum tá stóru rutuflogførini koma og fara. Stýrt av torn- inum. Hann setir ferð á, og vit lætta okkum út móti Sør- vági. Snara á og halda eystur yvir út yvir Vatnið og suður í hav. Eystan fyri okkum liggja oyggjarnar so klárar og vakrar í sólskin- inum. Vágabátarnir eru á útróðri. – Teir eru innalaga í dag, tosa teir báðir framman fyri. Vit eru tríggir í flog- farinum, sum hevur pláss til fýra persónar. Onkur størri útróðrar- bátur úr Havn hevur verið vestanfyri og fer nú undir okkum við kós móti Kolt- urssundi. Tað er beinanveg, vit hoyra, at nú hevur tornið samband við tyrluna. Teir eru staddir nakrar fjórðing- ar úr Akrabyrgi. Men semja er ikki millum teirra og loftferðslumyndugleikarnar í Reykjavík um, hvar teir eru staddir. Men Hans Erik og Villads eru ikki í iva um, hvar teir eru, og teirra positión man eisini fara at vísa seg at halda. Hans fær samband við teir, og teir práta dúgliga. Vit, sum í flogfarinum eru, hoyra alt, sum sagt verður, og tað er eisini eitt uppliv- ilsi í sær sjálvum at fylgja slíkari kommunikatión. – Vit eiga at fara at møta teimum beint suður úr Akrabyrgi, heldur Hans, og vit halda leiðina fram. Hann metir, at enn eru teir so mikið sunnarlaga, at hann fer eitt sindur upp at bíða, sum hann tekur til. Flogið verður suður vest- an fyri Sandoynna. Fylgja Suðuroyarfirði og halda fram suður eftir eystan fyri Suðuroynna. Vit síggja Smyril, sum kemur undan Dímun. Hann heldur nakað eystarlaga. Rímiligt skal hann til Vágs. Sandvík, Hvalba, Hvann- hagi, Tvøroyri, Øravík og allan vegin suður eftir ligg- ur Suðuroyggin undir okk- um. Klár at taka myndir av. Komnir suður á Akra- bergsleiðina heldur Hans, at best er at mala eitt sindur, tí nú skuldi tyrlan nærkast, og vit eiga skjótt at fara at síggja hana. Teir tosa saman og avtala at tendra ljósini á báðum førunum, so lættari verður at raka við. Og tað gongur bara ein heilt lítil løta, so er hon har. Beint forút, sum Hans vildi hava hana at vera. So møtast vit So møtast vit, so heilsast vit og biða góðandag. Og nú er tað, at myndir skulu takast av hesi nýggju tyrl- uni. Hans og Hans Erik í tyrluni semjast um, at vit skulu koma so nær, sum gjørligt. Teir kennast og vita, hvat teir kunnu, tá so- leiðis er. Og í tyrluni er eisini onkur myndamaður, sum tekur myndir av flog- farinum hjá Hansi. So teir avtala ferð og frástøðu, og so fylgjast vit norður við Suðuroynni vestantil. Tætt at tyrluni flýgur Hans. Vit eru viðhvørt aftanfyri. Viðhvørt yvir og viðhvørt undir. So skifta teir borð, og tyrlan fer út í luftina, meðan teir hinvegin fáa okkum móti landi og taka myndir av flogfarinum við Suðuroynni í baksýni. Vit halda vári leiðini norður vestantil. Sum vit nærkast Vágum, verður gjørt av, at flogfarið skal lenda fyrst og síðan skal tyrlan koma niður. Tá vit lenda, er væl av fólki komið saman við hangarin, har æítið hátíðar- hald verður, tá tyrlan hevur sett seg. Og tað er bara ein løta, so er hon har. Strýkur yvir vøllinum og kemur inn og setir seg lætt og elegant á ein pall, sum gjørdur er til hennara. Hon verður á pall- inum tikin inn í hangarin, har hon verður sett til al- menna skoðan. Magni Arge, stjóri á At- lantsflog, og Jørgen Nicla- sen, landsstýrismaður, halda stuttar røður, áðrenn farið verður framsýning- artúr við tyrluni, sum sam- stundis verður sett í regluliga rutuflúgving, tí Snípan er í Englandi til eftirlit. Flaggdagur á flogi Nýggja tyrlan er komin norður um Fámjin, vestan fyri Suðuroynna Mynd: Edvard Joensen Hans Hansen, flogskipari, var í sínum lítla privatflogfari og tók ímóti tyrluni Mynd: Edvard Joensen Hálvanannan tíma eftir, at nýggja tyrlan hevði lent í Vágum, fór hon í rutuflúgving. Fyrsti túrur var til Gásadals og Mykinesar MYNDAFRÁSØGN Orð og myndir Edvard Joensen Nýggja tyrlan hjá Atlantic Airways varð sett í rutu- flúgving, beinanveg hon var komin til Føroya. Fyrsti túruruin var til Gásadals, og fyrsta ferða- fólkið, sum nýtti tyrluna, var maður, sum fór niðan til Gásadals við hundi sínum í kassa. Hundinum dámdi einki at sita í hesum aftur- latna kassanum. Hann hvein eitt sindur, tá farið varð, og legði ikki petti í heiðurin, honum varð sýnd- ur, at verða fyrstur at flúgva í nýggju tyrluni. Síðan varð flogið allan dagin. Úr Gásadali út í Mykines. Umvegis flog- vøllin, Havnina, Skúvoy og Dímun til Froðbiar. Aftur til Havnar, og Klaksvíkar, har lokala pressan kom við á fram- sýningartúr í Norðoyggj- um. Til æru fyri Norðlýsin- um, sum fekk nógvar myndir, varð flogið yvir Klaksvíkini, áðrenn farið varð til Svínoyar, út á Kirkju og til Hattarvíkar. Um Klaksvík, Havnina og Koltur varð flogið aftur á flogvøllin, har tyrlan varð sett fyri náttina. Men tá hevði skiparin eisini verið á flogið rímiliga nógvar tímar tilsamans, síðan hann um morgunin var farin úr Hetlandi við kós móti Føroyum. Nýggja tyrlan í rutu Lítla Dímun forút Hans Erik hevur hjálpt teimum fyrstu úr tyrluni í Gásadali Mykinesfólk fegnaðust um nýggju tyrluna Norðlýsið í Svínoy