Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 26. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 79 - 26. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 – Hóast uppskotið um at skapa fortreytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum varð felt, ásanna tingfólk, at ein tørvur er á øðrum bústaðar- loysnum. Uppskotið hevur varpað ljós á málið, so eg ætli mær ikki at helma í, men komi við einum nýggjum uppskoti seinni, sigur Heðin Mortensen, ting- maður BÚSTAÐAR- MØGULEIKAR Turið Kjølbro Tingfólk ásanna, at íbúðar- møguleikarnir í Føroyum eru ikki nóg fjøltáttaðir, men hava kortini ikki í hyggju at gera nakað við málið. Í seinastu viku feldi løgtingið uppskot til sam- tyktar um alternativar íbúð- armøguleikar, sum Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin legði fram. Í uppskotinum heitti hann á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið lógar- uppskot, sum skapar fyri- treytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum. Her verður hugsað um lutaíbúð- ir, leiguíbúðir, íbúðir til eldri og brekað, sum til dømis sjálvsognarstovnar reka. Við øðrum orðum íbúðir til ein og hvønn tørv uttan mun til aldur, inntøku ella førleika. Uppskotsstillarin heldur, at føroyski bústaðarmarkn- aðurin er fastlæstur. Tað vanligasta í Føroyum er framvegis at ogna sær eitt grundstykki og byggja eini stór sethús við kjallara. Men tað eru ung og eldri, sum ynskja sær aðrar bú- staðarloysnir. – Øll ynskja ikki at sita í einum stórum húsum og gjalda til tey alt lívið, men sum er hava tey lítlar og ongar møguleikar fyri øðr- um. Ei heldur ynskja tey at seta seg í eina nýggja stóra skuld bara fyri at flyta í okkurt annað. Eg eftirlýsi ein skipaðan politikk á bú- staðarøkinum, har landið stingur út í kortið, hvat vit vilja og skapar fortreytir hareftir, sigur Heðin Mortensen. Varpar ljós á Undir viðgerðini av upp- skotinum í tinginum sást, at tingfólk ikki tóku málið í serlum álvara. Funnist varð at tí fyri at vera ov lítið ítøkiligt, óneyvt orðað og at tað tessvegna ikki leggur nóg stórt trýst á landsstýrið. Tað hildu eisini bæði meiri- lutin og minnilutin í Trivn- aðarnevndini. Minnilutin mælti kortini til at sam- tykkja uppskotið fyri at staðfesta, at vit í Føroyum ikki hava ein skipaðan íbúðarpolitikk, sum veitir fólki valmøguleikar og í ávísum førum ongar møgu- leikar útvegar yvirhøvur fyri at tryggja fólki tak yvir høvdið. Hóast meirilutin í Trivnaðarnevndini ásannar, at íbúðarmynstrið í Føroy- um ikki er nøktandi, metir nevndin, at ætlanir um alternativar íbúðarmøgu- leikar er eitt ógvuliga fevn- andi politiskt tiltak, og at fyrireikingarnar av einum alternativum íbúðarpolit- ikki eigur at vera ein nátúr- ligur partur av samgongu- samstarvinum hjá øllum samgongum. Hóast uppskotið varð felt, ætlar uppskotsstillarin seinni í ár at leggja nýtt uppskot fyri tingið, sum skapar fortreytir fyri altern- ativum íbúðarmøguleikum. – Hóast uppskotið varð felt, ásanna tingfólk, at ein tørvur er á alternativum íbúðarmøguleikum, og uppskotið hevur varpað ljós á málið. So eg ætli mær ikki at helma í, men komi við einum ítøkiligum og væl útgreinaðum uppskoti, hóast landsstýrismaðurin átti at tikið tað til sín og arbeitt við tí sjálvur, sigur Heðin Mortensen. Aftur í trýssini Eingin kanning er gjørd, men vit vita, at tørvurin á alternativum íbúðarmøgu- leikum er ovurhonds stórur. Og verður einki gjørt fyri at útvega fleiri bústaðir í høv- uðsstaðnum eitt nú, koma vit aftur í støðuna, sum var trýssunum. – Støðan bara versnar og verður einki gjørt fara fólk at leiga hvørt kamar og hvønn krók út. Tað kunnu vit ikki bjóða okkara borg- arum. Hóast tað er ein kommunal uppgáva at út- vega borgarum bústaðir, eiga landspolitikararnir at seta út í kortið, hvørjir møguleikar eru. Tað gagnar eisini føroyska búskapinum at fáa alternativar møgu- leikar, soleiðis at øll ikki byggja sær eini stór sethús, sigur Heðin Mortensen. Í almanna- og heilsu- málastýrinum hava tey í fleiri ár arbeitt við at broyta viðtøkurnar fyri Húsaláns- grunnin soleiðis at tað verður lættari og einfaldari hjá tí almenna og kommun- um at kunna fara undir alternativa íbúðarbygging. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum hevur í hesum sambandi sagt, at arbeitt verður við málinum framvegis. Ongar alternativar íbúðarmøguleikar á hesum sinni Leivur Hansen, býráðslimur í Havn, tekur nú Foreldra- felagið upp á orðið. Hann skjýtir upp, at stig alt fyri eitt verða tikin til, at bíðilistin fær innivist á heima- síðu kommununnar BÍÐILISTI Turið Kjølbro Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur nú um dagarnar aftur hvassliga gjørt vart við vantandi kunningina frá Tórshavnar býráð, tá ið tað snýr seg um listan yvir børn, sum bíða eftir stovns- plássi og hvussu manna- gongdin er, tá ið børn verð- ur tikin inn á stovn. Felagið krevur størri opinleika og innlit, og at upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri foreldrini, verða tøkir. Fel- agið heldur, at ein skipan eigur at verða gjørd, so at til ber hjá øllum, til eina og hvørja tíð, at fáa innlit í bíðilistan, bæði fyri at síggja, hvat nummar á bíði- listanum ein er, og fyri at fáa innlit í lutingina av stovnsplássum í økinum. Leivur Hansen, limur í Tórshavnar býráð, tekur nú Foreldrafelagið upp á orð- ið. Hann skjýtir upp, at stig alt fyri eitt verða tikin til, at bíðilistin fær innivist á heimasíðu kommununnar. Á henda hátt fáa øll eina skjóta og lætta atgongd til bíðilistan, har til ber at síggja, hvat nummar á bíði- listanum ein er, og hvussu býtið av stovnsplássum annars er í teimum ymsu økjunum í kommununi. Málið kemur fyri á fyrst komandi býráðsfundi. Bíðilistin á heimasíðuna Leivur Hansen, býráðslimur í Havn, gongur inn fyri størri opinleika, tá ið tað snýr seg um listan yvir børn, sum bíða eftir stovnsplássi í kommununi – Støðan bara versnar og verður einki gjørt fara fólk at leiga hvørt kamar og hvønn krók út. Tað kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum, sigur Heðin Mortensen Tað hevur verið ein tungur burður at sleppa av við karens- dagarnar hjá teimum tímaløntu. Efir viðgerð í nærum trý ár, verður nýggj dagpeningarskipan í dag samtykt DAGPENINGUR John Johannessen Hóast allir partar hava sagt seg vilja virkað fyri javn- bjóðis rættindum, hevur tað tikið drúgva tíð at beina fyri karensdøgunum hjá teimum, ið ikki eru alment lønt. Longu fyrsta árið í hes- um samgonguskeiðnum kom fyrsta uppskotið um at beina burtur karensdag- arnar. Hetta uppskotið kom frá anstøðutingmanninum, Jenisi av Rana úr Mið- flokkinum, í november 1998, sum var fyrsta sam- gonguárið hjá sitandi samgongu. Um somu tíð setti Almanna- og Heilsu- stýrið ein bólk, ið skuldi gera álit um nýggja dag- peningalóg. Fyri ári síðani hendi tað so, at karensdagarnir hjá teimum alment løntu vórðu avtiknir. Hetta fekk Hans Paula Strøm úr Javnað- arflokkinum til at heita á løgtingið um at beina burtur karensdagarnar hjá tímaløntum við teirri grundgeving, at ójavni nú var staðfestur við lóg mill- um alment lønt og tímalønt. Hesum tóku Sambands- flokkurin og Miðflokkurin undir við, men samgongan vildi bíða eftir álitinum frá arbeiðsbólkinum. Eftir drúgva viðgerð og nógv togtogarí um, hvørt arbeiðsgevarin ella tað almenna skuldu gjalda fyrsta sjúkradagin, kom álit frá arbeiðsbólkinum í februar í fjør. í álitinum mælti arbeiðsbólkurin til ein karensdag. Hetta var orsakað av, at semja ikki kundi finnast um, hvør skuldi gjalda fyri fyrsta sjúkradagin. Um miðjan januar í ár kom umsíðir uppskot frá táverandi landsstýris- kvinnuni í almanna- og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø. Tað er hetta uppskotið við broytingum, sum í dag fer at verða samtykt í løgtinginum nærum trý ár eftir, at málið varð reist. POLITIKKUR & SAMFELAG Tímalønt fara nú at fáa sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi, eins og tey alment løntu. Full semja er í løgtinginum um nýggja dagpeninga- lóg, sum verður endaliga viðgjørd í tinginum DAGPENINGUR John Johannessen Nú fáa tímalønt, sjómenn og sjálvstøðu vinnurekandi javnbjóðis rættindi við tey alment løntu á arbeiðs- marknaðinum. Løgtingið er samt um at samtykkja nýggja dag- peningalóg, tryggjar tímaløntum og øðrum verkafólki sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi. Skipanin higartil hevur innihildið tveir karens- dagar, soleiðis at hesir samfelagsbólkar ikki hava fingið sjúkradagpening fyrsta og næsta sjúkradagin í eini sjúkralegu. Haraftur- ímóti hava alment lønt síðani í fjør fingið løn frá fyrsta sjúkradegi. Sum partur av búskap- artiltøkunum í kreppuár- unum, vórðu tveir karens- dagar álagdir teimum alment løntu, soleiðis at tey ikki fingu pening fyrr enn eftir næsta sjúkradagin. Men hendan skipan varð avtikin fyri góðum ári síðani. Korini hjá teimum, sum ikki hava verið alment lønt, hava kortini verið tveir karensdagar síðani 1979. Fleiri fyrimunir Endaliga uppskotið um dagpeningaskipan, sum trivnaðarnevndin hjá løg- tinginum er komin ásamt um, gevur teimum tíma- løntu fleiri fyrimunir, samanborið við galdandi dagpeningaskipan. Umframt, at karensdag- arnir eru burtur í nýggju skipanini, eru dagpeninga- tíðarskeiðið eisini broytt, soleiðis at til ber at fáa dag- pening í einum tíðarskeiðið á 40 vikur innan fyri eitt ár. Áður hevur verið møguligt at fáa dagpening í einum tíðarskeiðið á 20 vikur innan fyri eitt hálv ár. Afturat hesum er frá- boðanarfreistin longd til 30 dagar, soleiðis at tað ber til at fáa dagpening, hóast tú ikki minnist til at boða myndugleikunum frá, at tú ert sjúkur beinan vegin. Áður hevur fráboðanar- skyldan verið 11 dagar. Hetta hevur ført við sær, at fleiri ikki hava fingið dagpening, tí tey hava verið ov sein av boða frá. Útgjaldið er ikki vaksið Hóast fleiri fyrimunir eru við nýggju dagpeninga- skipanini, er endurgjaldið til einstaka borgaran í reiðum peningi ikki vaksið. Arbeiðir tú sum hand- verkari og fær fulla hand- verkaraløn, fær tú ikki meira enn 80 prosent av einari vanligari arbeiðs- mannaløn, gerst tú sjúkur. Tað vil siga, at hóast dag- peningaskipanina, fellur inntøkan munandi, ert tú tímaløntur ella arbeiðir í privata vinnulívinum og gerst sjúkur. Landsstýrismað- urin í vinnumálum hevur tikið ítøkilig stig eina roynda- verkætlan við kunningartøknilig um klekingardepli KT John Johannessen Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumál- um, fer á tíðindafundi í Tinganesi í dag at greiða frá nýggjari verkætlan um klekingardeplar fyri kunningartøkni. Hendan royndaverk- ætlanin er ein avleiðing av almennu ferðini hjá Bjarna Djurholm í Ísrael herfyri, har hann millum annað kunnaði seg um ísraelskar klekingar- deplar fyri kunningar- tøkni. Landsstýrismaðurin sigur, at endamálið við klekingardeplinum er at skapa serligar karmar fyri menning av nýggju KT-fyritøkum við at geva teimum virkisligar karmar og lætta teimum um atgongdina til fígg- ing og ráðgeving í byrj- unartíðini. Fyrsti klekingardepil- in verður ein royndar- verkætlan, sum regluliga skal eftirmetast, so at funnið verður fram til, hvussu klekingardeplar á bestan hátt verða skipaðir, soleiðis at íverksetarar, íleggjarar og onnur verða stimbrað og eggjað til virkisfýsni. – Metast skal um, hvørt vinnan til dømis saman við almennari luttøku kann standa fyri deplum kring um í Føroyum, eisini innan áðrar hátøknivinnu- greinir, so sum fiski- vinnutøkni, biotøkni við meira. Tað vil siga, at lokalir myndugleikar, vinnulívsfólk á stað- num, útlendskir íleggj- arar og Vinnumálastýrið samstarva um menning av hátøkniligum klek- ingardeplum í Føroyum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum í tíðinda- skrivi. Bjarni stovnar klekingardepil Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, fer nú at taka ítøklig stig til at seta á stovn klekingardeplar fyri menning av hátøkniligari kunningartøkni í Føroyum Karensdagarnir vorðnir søga Dagpeningurin var tungur burður Hóast fleiri fyrimunir hevur nýggja dagpeningaskipanin kortini tann vansan, at út- gjaldið úr henni ikki fer upp um 80 prosent av einari vanligari arbeiðsmannaløn. Tað merkir, at ein hand- verkari fer niður í løn, gerst hann sjúkur