fríggjadagur 27. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 27. apríl 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 80 - 27. apríl 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
Ljós hugskot hjá
klókum høvdum inn-
an kunningartøkni
skulu hava góð kor at
fremjast í verki. Tí
setir landsstýrismað-
urin í vinnumálum á
stovn ein klekingar-
depil, ið skal stuðla
gongdini frá hugskoti
til fíggjarligan vinn-
ing
KLEKINGARDEPIL
John Johannessen
Dugnaligir føroyingar inn-
an kunningartøkni skulu
hava góðar sømdir at gera
hugskot til veruleika.
Hetta heldur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum. Og tí hevur
landsstýrismaðurin gjørt av
at stovna ein KT-klek-
ingardepil at klekja hugskot
til veruligar verkætlanir.
Í gongd beinan vegin
KT-klekingardepilin skal í
gongd sum skjótast. Upp-
gávurnar hjá honum verða
»at skapa serligar karmar
fyri menning av nýggjum
KT-fyritøkum, við at geva
teimum virkisligar karmar
og lætta teimum um at-
gongdina til fígging og ráð-
geving í byrjunartíðini«,
sum tað stendur í reglu-
gerðini fyri depilin.
Hetta merkir sambært
Bjarna Djurholm ikki, at
KT fólk nú fáa eina slangu
inn í landskassan. Í staðin
fáa tey eina hjálpandi hon
til at fremja í verki hugskot,
sum kunnu vera samfel-
agnum at gagni. Og hendan
»hjálpandi hondin« verður
ikki beinleiðis fíggjarligur
stuðul, men karmar at
arbeiða undir, holl ráðgev-
ing og hjálp at leita sær
fíggjarligan
stuðul
frá
privatum og grunnum.
Í hesum sambandi vísir
landsstýrismaðurin á, at
klekingardepilin til dømis
veitir slíkar karmar, sum
skrivstovu og telduútgerð
til tey, sum fara í gongd við
eina verkætlan við stuðuli
frá
klekingardeplinum.
Harafturat kemur so ráð-
gevingin
og
fíggjarligi
stuðulin.
– Vit kunnu siga, at enda-
málið við KT-klekingar-
deplinum er at geva ungum
klókum høvdum eitt spark í
dintilin til at handilsgera
nýgg hugskot. Tað skal vera
møguligt at granska fyri at
vinna pening og ikki at
granska fyri søkina hjá
granskingini, sigur Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur í vinnumálum.
Virkar sum slúsa
Júst tí, at KT-klekingardep-
ilin skal virka sum eitt
spark í dintilin, er ikki
meiningin, at tey, sum
koma undir veingjabreiðið
hjá deplinum skulu verða
verandi har.
Meiningin er, at góðu
hugskotini skulu mennast
og klekjast í klekingardepl-
inum, soleiðis at tey enda
sum søluvøra til útflutn-
ings. Og tá kann klekingar-
depilin møguliga krevja at
fáa ein bita burtur av vinn-
inginum ella lut í parta-
brøvunum, sum takk fyri
hjálpina.
KT-klekingardepilin hev-
ur enn einans 800.000
krónur í kassanum. Tí er
ætlanin, at Framtaksgrunn-
urin, møguliga í nýggjum
líki, skal stuðla áhugaverd-
um KT-ætlanum fíggjar-
liga.
– Tað skal ikki vera
meiningin, at tú til dømis
skalt brúka allan tín arv,
fyri at hava møguleikan at
menna eitt hugskot til nak-
að ítøkiligt, sigur Bjarni
Djurholm.
Partur av hugskotinum
um nýggja KT-klekingar-
depilin kemur frá ísraels-
ferðini hjá Bjarna Djur-
holm fyri stuttum.
Klekja hugskot til kapital
Í mei verða Fugloyggin
og Svínoyggin kníttar
saman í hátøkniligt sam-
skiftisnet.
Tað er sokallaða Svín-
oyarætlanin, ið verður
víðkað, soleiðis at KT-
netið, sum eina tíð hevur
verið í Svínoynni nú
verður víðkað, so tað
eisini fevnir um Fugl-
oynna.
Hetta
merkir,
at
íbúgvar í Svínoynni og
Fugloynni kunnu sam-
skifta við nógvari ferð á
internetinum og á innan-
hýsis neti.
Fugloy og Svínoy
knýttar saman
Bjarni Djurholm setir nú á stovn KT-klekingardepil, ið skal geva klókum høvdum eitt spark í
dintilin at menna hugskot til kapital
Mynd: John Johannessen
Til Veiðimannin
Patrónir cal. 20
Húkar
Beitir
Við nógvum avsláttri
Nú
Hafa Soft Vision
v/ Hurðasniði Avanti
og hafa Philip yvirskápi
Breidd 1400 cm
Fyrr 15.931,50
11.948,50
byrjar mánadagin
30. apríl kl 8.00
(í morgin 28. apríl er stongt)
Stampar v/loki
40-60-80 ltr.
-30%
Tatay havaútgerð
Alt skal út
Við nógvum avsláttri
Hvítt sanitet
Baðikar við skamfíli
við nógvum avsláttri
WC-kumma hvít
við nógvum avsláttri
Baðirúmsútgerð
við avsláttri upp til
50%
Blandings battarí
til brúsu og kar av merkinum ORAS
-40%
Brúsiforhang
við nógvum avsláttri
Nú
Hafa Victoria Vaskiskáp
u/vask
Eisini væl egna til gangsmøbil
Fyrr 4.412,50
3.530,-
Hafa Edward Baðirúmsskáp
Fyrr 1.862,50
1.490,-
Nú
Hafa Old vision
Spegl Victoria
530x185 cm
Fyrr 637,50
478,-
Nú
Hafa Henrik Baðirúmsskáp
Fyrr 1.862,50
1.490,-
Nú
Vaskiskáp Elisabeth
v/ vask og 8-kanta vask
Fyrr 4.950,-
3.712,50
Nú
Hafa Baðirúms møblar
Alt skal út
Lita sanitet IFØ
Hondvask
Soylur
Bide
Brúsubakkar
Avsláttur upp til90%
Jama Ketlar
(við skaða)
v/avsláttri
Radiatorar
við skaða
við nógvum
avsláttri
Scan Style stálvask
rustfrítt
avsláttur upp til
70%
Handklæðisturkari
úr merkinum Oras
sera bíligur
Fyrr 2.825,-
Nú einans 500,-
Annars nógv onnur góð tilboð
umfatar allar útsøluvørur:
einans kontant, vørurnar vera ikki
avlagdar, umbýttar ella afturtiknar
Nú
Hafa New Vision
v/ Hurðasniði Nuova
og hafa Philip yvirskápi
Fyrr 13.558,75
10.847,-
Útsøla
Hafa Section
Breidd 120 cm
Fyrr 9.587,50
7.190,50
Nú
Aðrir baðirúmsmøblar
við avsláttri heilt upp til 90 %
-Ósemjan um Limirn-
ar í Kollafjarðar Arb-
eiðarafelag er harnað
seinastu dagarnar
ÓSEMJA
Áki Bertholdsen
Enn er ongin loysn fingin á
ósemjuna um arbeiðsfólkið
í kollafirði.
Tvørturímóti eru tekin
til, at ósemjan harðnar í
hvørjum.
Men samstundis er tað
sumt, sum bendir á, at ein
avgerð fer at fella í málin-
um nakað skjótt.
Í hvussu so er, hevur
bæði Føroya Arbeiðarafel-
ag og Kollafjarðar Arbeið-
arafelag mist tolið.
Bæði Hans Madsen og
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í Føroya Arbeiðar-
afelag eru samd um, at tað
skal vera nú, at skil aftur
fæst á viðurskiftini.
Tað, sum ósemja er um,
er, hvørjum fakfelag arb-
eiðsfólkini í Kollafirði
skulu vera limir í.
Tey hava verið limir í
Kollafjarðar Arbeiðarafel-
ag, og sostatt eisini í Føroya
Arbeiðarafelag, í nógv ár.
Men nú Kollafjørður kom
uppí Tórshavnar Komm-
unu, ger Havnar Arbeiðs-
mannafelag vart við seg og
heldur, at arbeiðsmenninir í
Kollafirði eiga at vera limir
havnar Arbeiðsmannafelag.
Somuleiðis
er
eisini
ósemja um dagrøktararnar í
Kollafirði.
Føroya Arbeiðarafelagi
gjørdi í fjør sáttmála við
Tórshavnar Kommunu um
dagrøktararnar í Kollafirði.
Men tann sáttmálin var
bara galdandi til 31. des-
ember í fjør, tí tá kom
Kollafjørður upp í Havnina
og dagrøktarar í Tórshavnar
Kommunu eru í Starvs-
mannafelagnum. 1. januar
skuldi tað sostatt vera
Starvsmannafelagið, sum
eisini yvirtók samráðingar-
rættin fyri teir dagrøktarar
hjá Tórshavnar Kommunu,
sum arbeiða í Kollafirði.
Flyta ikki gjøldini
Síðani tá hevur ósemja ver-
ið um verkafólkið í Kolla-
firði og hendan ósemjan er
bara harðnað, tað sum farið
er av árinum.
Hans Madsen sigur, at
síðani samanleggingina á
nýggjárinum, er Tórshavn-
ar Kommuna blivin arb-
eiðsgevari hjá nógvum lim-
um í Kollafjarðar Arbeið-
arafelag
Men ein avleiðing av
ósemjuni er, at Tórshavnar
Kommuna flytir ikki Kolla-
fjarðar
Arbeiðarafelag
limagjaldið fyri teir limirn-
ar í Kollafjarðar Arbeiðara-
felag og sum arbeiða hjá
kommununi.
Heldur ikki hevur Býráð-
ið flutt gjøldini til lívs-
trygging og eftirløn til Før-
oya Arbeiðarafelag, men til
Starvsmannafelagið
og
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag.
Hann ger eisini vart við,
at síðani kommunurnar
vórðu lagdar saman er ong-
in nýggjur sáttmáli gjørdur
fyri dagrøktararnar í Kolla-
firði.
– Og so leingi, nýggjur
sáttmáli ikki er gjørdur, er
tann gamli galdandi.
Hans Madsen sigur, at
tað er beinleiðis ólógligt at
Tórshavnar Kommuna flyt-
ir gjøldni til onnur feløg
enn tað, sum fólkið er limur
í, sigur Hans Madsen.
– Hetta er at leggja seg út
í viðurskifti, sum Tórs-
havnar Kommuna onki
hevur við at gera.
Ingeborg Vinther leggur
afturat, at kommunan hevur
ongan rætt til at flyta limir í
onnur feløg ímóti teirra
vilja.
Tey bæði fakfelagsfólkini
eru tí púra samd um, at
støðan er ótolandi, og sum
tað sæst á grein aðrastaðni í
blaðnum, krevja tey eina
endaliga loysn á málinum
fyrsta dagin.
Vandi fyri at Tórshavnar Kommuna
verður boykottað
–Fær Tórshavnar
Kommuna ikki viður-
skiftini í rættlag, er
vandi fyri at tiltøk
verða sett í verk og at
alt arbeiði, sum
kommunan hevur í
Kollafirði, verður nið-
urlagt
ÓSEMJA
Áki Bertholdsen
Nú er aftur vandi fyri verk-
fallið í Kollafirði.
Bæði Føroya Arbeiðara-
felag og Kollafjarðar Arb-
eiðarafelag gera púra greitt,
at fáast viðurskiftini hjá
kollfirðingum ikki í rætt-
lag, verða tiltøk sett í verk
ímóti Tórshavnar Komm-
unu.
Sum sæst á grein aðra-
staðni í blaðnum, er stór
ósemja um viðurskiftini hjá
teimum limum í Kollafjarð-
ar Arbeiðarafelag, sum arb-
eiða
hjá
Tórshavnar
Kommunu. Eitt nú hevur
Tórshavnar Býráð tikið sær
rætt til at flyta limagjald,
eftirlønargjald og lívstrygg-
ing til onnur feløg enn
Kollafjarðar Arbeiðarafelag
og Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther sigur, at
Føroya Arbeiðarafelag hev-
ur ferð eftir ferð roynt at
fingið Tórshavnar Komm-
unu at fáa viðurskiftini í
rættlag og at flyta gjøldini á
rætta stað, tvs, til Føroya
Arbeiðarafelag og Kolla-
fjarðar Arbeiðarafelag.
Seinasta royndin varð
gjørd mánadagin, tá ið Før-
oya Arbeiðarafelag hevði
fund við arbeiðsfólkið í
Kollafirði.
Á tí fundinum varð stað-
fest, at kollfirðingarnir
vilja framvegis verða limir
í Kollafjarðar Arbeiðarafel-
ag.
í einum brævi, sum er
sent Tórshavnar Býráð,
verður gjørt vart við, at teir
vilja samstundis eisini vera
uppi í lívstryggingini og
eftirlønarskipanini hjá Før-
oya Arbeiðarafelag.
Í brævinum krevja koll-
firðingina tískil, at Tórs-
havnar Kommuna flytir øll
limagjøld, eftirlønargjøld
og gjøld til lívstryggingar
til Kollafjarðar Arbeiðara-
felag og til Føroya Arbeið-
arafelag og ikki til onnur
fakfeløg.
Fluttur við tvingsli
– Vit góðtaka ikki, at Tórs-
havnar Býráð hevur flutt
okkum undir eftirlønar-
skipan hjá fakfelag, har vit
ikki eru limir, og heldur
ikki góðtaka vit, at býráðið,
okkara vegna, trekkir og
rindar prosentgjøld til hesa
skipan, siga limirnir í
Kollafjarðar Arbeiðarafelag
í skrivi til Tórshavnar
Kommunu.
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta er síðsta royndin at
fáa viðurskiftini í rættlag
við góðum.
– Hendir onki nú, verður
ikki meiri tosað. So fara vit
at hava fund aftur, har vit
fara at tosa um, hvørji tiltøk
so skulu setast í verk.
Ingeborg Vinther sigur, at
ætlanin er ikki at bíða
leingi eftir Tórshavnar Bý-
ráð.
– Tórshavnar Kommuna
fær hesa vikuna at fáa við-
urskiftini í rættlag í. Longri
bíða vit ikki, sigur hon.
Hon vil tó ikki siga nakað
um, hvørji tiltøk talan kann
vera um.
Men tað vil Hans Mad-
sen, formaður í Kollafjarð-
ar Arbeiðarafelag.
Hann er púra samdur við
Ingeborg Vinther um, at
málið skal loysast nú.
– Vit kunnu ikki góðtaka,
at støðan er so ógreið, sum
hon nú er. Skuldi tað t.d.
hent, at ein av limum okk-
ara verður fyri vanlukku, er
tað ógvuliga óvist um hann
yvirhøvur fær endurgjald
frá tryggingini, ella ikki.
– Hann er limur hjá okk-
um, men vit fáa ikki lívs-
trygginargjaldið.
Sam-
stundis fær annað felag
lívstryggingargjaldið, men
tað felagið kann skjóta seg
innundir, at maðurin er ikki
limur har og at hann tí ikki
kann fáa tryggingargjald
haðani. Tí er tað óvist um
hann kemur undir nakra
trygging yvirhøvur.
Hans Madsen sigur, at fá-
ast viðurskiftini ikki í rætt-
lag nú, ivast hann ikki í, at
tiltøk verða sett í verk ímóti
Tórshavnar kommunu.
– Tað kann vera, at alt
arbeiði, sum limir í Kolla-
fjarðar Arbeiðarafelag gera
fyri Tórshavnar Kommuna,
verður niðurlagt.
–Sostatt verður alt, sum
Tórshavnar Kommuna hev-
ur við at gera í Kollafirði,
lagt lamið.
Í fjør vórðu líknandi til-
tøk sett í verk og tað førdi
m.a. til, at skúlin stongdi so
at ongin skúlagongd var,
umframt at onnur arbeiði
vórðu rakt.
Tað er ikki longri síðani í fjør, at verkfall var í Kollfirði. Tá var ein avleiðing, at skúlin mátti
lataaftur so at øll skúlagongd varð niðurløgd. Nú er ikki langt frá, at tað hendir einaferð afturat
Kollfirðingar vita ikki enn hvar teir flóta
–Tórshavnar Kommuna fær hesa vikuna til at fáa
viðurskiftini í rættlag, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í
Føroya Arbeiðarafelag